fríggjadagur 25. juni 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tað eru serliga tvey føroysk
reiðarí,
sum
bæði
hava
áhugamál í norskum sjógvi í
Barentshavinum, samstundis
sum tey hava áhuga í eini
størri
mekrelkvotu.
Hesi
feløg eru JFK Trol hjá
Hanusi Hansen í Klaksvík og
Framherji hjá Anfinni Olsen
á Toftum.
Trupulleikin hjá hesum
feløgum er, at við eini
møguligari áseting av egin
kvotu av makreli í føroyskum
sjógvi fyri 2010, er vandi
fyri, at Noreg ikki vil gera
sáttmála við Føroyar um
toskakvotu í norskum sjógvi
í Barentshavinum.
Ein føroysk eginkvota av
makreli fer helst eisini at
fáa ta avleiðing, at ES tekur
føroysku rækjukvotuna í
Eysturgrønlandi aftur, so
leiðis at tey rækjuskip, ið
eftir eru, ikki sleppa at fiska
rækjur í Grønlandi, um Før
oyar áseta sær eginkvotu av
makreli.
Avgerðin bíðar
Enn
veit
eingin,
hvør
endaliga
avgerðin
hjá
landsstýrismanninum
í
fiskivinnumálum,
Jacobi
Vestergaard, verður. Greitt er
tó, at á seinasta fundi millum
strandalondini, sum varða av
makrelinum, vildu Føroyar
ikki góðtaka bert at fáa
sløk 5% av samlaðu makrel
kvotuni, meðan Noreg og ES
kannaðu sær alla restina.
Í
løtuni
er
politiska
samráðingarumfarið í gongd,
har
landsstýrismaðurin
hevur
havt
fundir
við
íslendska og norska fiski
málaráðharran. Enn hevur
eingin fundur verið við
fiskivinnukommiserin í ES,
men samband er millum
partarnar, og hugsandi er, at
ein síkur fundur kann verða í
fyrstu viku av juli mánaði.
Tað var eftir ein fund
millum uttanlandsnevndina
hjá løgtinginum og lands
stýrismannin í fiskivinnu
málum, at partarnir samdust
um at taka málið um býtið av
felagskvotuni av makreli upp
á politiskt stig.
Jacob Vestergaard hevur
sagt, at hann fer ikki at taka
nakra endaliga avgerð um
kvotuna, fyrr enn politiska
fundarumfarið er liðugt.
Tað er tó fáur sum væntar,
at hetta fundarumfar fer at
broyta býtið av felagskvotuni.
Einki órógv
Anfinn Olsen, reiðari hjá
Framherja, sum eigur flaka
trolaran Vesturvón og pelag
iska skipið Fragraberg, ásann
ar, at felgið hjá teimum hevur
áhugamál, bæði í norskum
sjógvi
í
Barentshavinum
og í einum frægari býti av
felagskvotuni av makreli.
Vit eru samd við lands
stýrismanninum
í
fiski
vinnumálum um, at okkara
partur
av
makrelkvotuni
er ov lítil í mun til parting,
sum Noreg og ES kanna
sær í avtaluni, sum verið
hevur
millum
hesi
trý
strandalondini.
Hann
ásannar
tó,
at
tað kann taka tíð at flyta
prosentini í einum slíkum
býti.
Vit halda eisini, at før
oyski parturin er ov lítil. Hin
vegin mugu vit eisini hugsa
um møguleikarnar, sum ein
semja gevur við makrelveiði
í norskum og ESsjógvi, tá
meiri fæst fyri fiskin.
Anfinn
Olsen
heldur
eisini, at neyðugt er at gera
sær eina heildarmeting, tá
avgerðin verður tikin um,
hvussu fram skal farast.
Vit noyðast at taka øll
viðurskifti við í metingunum
– bæði, hvat vit koma at fáa,
og hvat vit hugsandi koma at
missa.
Spurdur, um hann hev
ur nøkur ráð at geva lands
stýrismanninum, nú hesin er í
holt við politiskt fundarumfar
við
fiskimálaráðharrarnar
í Íslandi, Noreg og ES, sigur
Anfinn Olsen, at tað hevur
hann ikki.
Landsstýrismaðurin er
mitt í eini prosess, og eg vil
ikki órógva royndir hansara
at fáa ein størri part av
makrelkvotuni, sigur reiðarin
á flakatrolaranum Vesturvón
og
pelagiska
skipinum,
Fagrabergi.
vilmund@sosialurin.fo
Feløg í tvístøðu
MAKRELUR - Landsstýrismaðurin er mitt í eini prosess, og eg vil ikki
órógva royndir hansara at fáa ein størri part av makrelkvotuni, sigur
Anfinn Olsen, reiðari, ið bæði hevur skip, sum fiska í Barentshavinum
og skip, sum fiska makrel og hava áhuga í einum betri býti
bygd
Anfinn Olsen er annar
føroyski reiðarin, sum
hevur áhugamál í norskum
sjógvi í Barentshavinum,
samstundis sum hann hevur
áhuga í einum størri parti
av føroysku makrelkvotuni
Rættindini hjá flakatrolarunum í Barentshavinum verða hótt, um Føroyar fara at
áseta sær eginkvotu av makreli fyri 2010. Myndin er av Ennibergi
TVÍSTØÐA
Aðalfundur
Bátafelagið á Toftum heldur aðalfund 28. juni
kl. 19.00 í hølunum hjá Tofta Arbeiðsmannafelag.
Skrá samb. lógum felagsins.
Bátafelagið á Toftum
myndarligur og eitt gott
dømi um, hvussu slíkir
stovnar kunnu skipast.
Besta átak
Tinghúsið og endurnýtslu
høllin
hjá
Dugna
á
Kambsdali gjørdist vinnari
av »Besta átaki«.
Henda
virðislønin
verður latin fyri framskygt
átak, ið fremur grøna tilvit
an og nýhugsan, og sum
virkar positivt í mun til
náttúru og umhvørvis
vernd, burðardygga menn
ing og/ella burðardygga
ferðavinnu.
Metingarnevndin gjørdi
av at lata Dugna heiðurin
fyri, tí stovnurin bæði
hugsar um at nýta minni og
serstakt um at bøta um og
seta í stand brúktar lutir, ið
kunnu seljast aftur fyri lítla
upphædd og soleiðis kunnu
endurnýtast.
Endurnýtslufyribrigdið
er ikki ókent, men meta vit
tó, at stovnurin eisini við
sínum starvsfólkapolitikki
hevur rós uppiborið og at
verða kosin Besta átak 2010,
sigur metingarnevndin.
vilmund@sosialurin.fo
Fámjin fekk heiðurin sum ”Best røkta bygd í
2010”. Lesi í hesi greinini um aðrar virðislønir,
sum eisini vórðu lætnar á samkomu í
Preluni í gjár Mynd: Jens Kristian Vang