fríggjadagur 25. juni 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 99 · 25. juni 2010
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eydna Skaale
RomanTIKKuR
í bIogRaFInum
Treingir tú til eina romantiska uppliving,
so er at fara til filmin, sum just er byrjaður
at ganga í Havnar bio. “Dear John” er eitt
romantiskt drama um ein ungan soldat,
John, sum forelskar seg í eini ungari gentu,
Savannah. Komandi sjey árini eru merkt
av, at John er burturi á vandamiklum
uppgávum við herinum, og tey hittast
bert fáar ferðir. men tey halda sambandið
við kærleiksbrøvum, sum at enda fáa
lagnutungar avleiðingar. Ein filmur, har tú
mást minnast til at hava lummaturriklæði
við.
»Dear John«
í havnar Bio frá hóskvøldinum 24. juni
www.bio.fo
helliskonsert við norðlýsinum
Í summar siglir norðlýsið út í heysoynna hvønn týsdag. har verður farið í smáar
bátar, sum síðani føra teg inn í klæminstgjógv til eina minniliga og óvanliga konsert.
konsertirnar eru við ymsum føroyskum tónleikarum.
Konsert í KlæmintsgJógv
hvønn týsdag í summar
www.nordlysid.com
JóanSøKa
í VágI
So er aftur ein stevna á skránni við øllum tí,
sum har til hoyrir. Jóansøkan í Vági bjóðar
skrúðgongu, kappróður, framsýningar,
ponyríðing, hornblástur, fótbóltsdyst, møti,
kórsang, uppboðssølu, felagssang, fýrverk,
dans, ja, alt sum hoyrir seg til eina rætta,
føroyska summarstevnu. Tað, sum plagar at
eyðmerkja jóansøkuna, eru nógvu nýklaktu
pisurnar, sum seta ein serligan dám á
suðuroynna.
JóansøKa í vági
leygardagin 26. juni.
www.visitsuduroy.fo
Føroyskt kvøld
á seglloFtinum
mikukvøldið 30. juni verður føroyskt kvøld
á seglloftinum á tvøroyri. á skránni verður
føroyskum matur, føroyskur dansur og Anna kirstin
thomsen fer eisini at greiða frá um segllofti
og søguligu bygningarnar hjá thomsen har á
havnalagnum. tiltakið kostar 550 kr og tað byrjar
kl 19.
FøroysKt KvølD á seglloFtinum
30. juni
tilmelding á
akt@olivant.fo ella á 221824
skrig under vAnd
– nýggj krimi
“skrig under vand” er heitið á eini nýggjari krimi,
sum júst er útkomin. talan er um vinnaran av
krimikappingini, sum Politiken og Politikens
Forlag skrivaðu út í fjør. 130 handrit komu inn,
og høvundarnir handan vinnandi handritið eru
spildurnýggir í fakinum. skrig under vand er
nevniliga teirra fyrsta roynd at skriva bøkur.
talan er um hjúnini jeanette øbro gerlow og ole
tornbjerg, sum siga, at avgerðin um at skriva eina
bók var tikin ein dagin, meðan tey vaskaðu upp.
Bókin er spádd at gerast ein bestseljari, og parið er
longu farið undir tvey’aran.
»sKrig unDer vanD«
– vinnari av krimikapping
Í bókhandlunum fyrsta dagin.