fríggjadagur 25. juni 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99
24
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Christoffer Nyholm Debess
var sonur Andreas Helenius
Andreasen, føddur 17/9-1857 í
Havn, og Elsu Birgittu Debess,
fødd í Havn 9/9-1853. Hon var
av
Hambersheimsættini.
Abbin
í
faðirættini
var
Andreas, skraddarin í Dali, og
omman var Anna Elisabeth,
dóttir Dímunar Jóannes. Kend
systkinabørn hjá Nyholm
vóru Jens og Poli í Dali.
Andreas og Elsa fóru
seinni frá hvørjum øðrum.
Sagt verður, at hetta er fyrsti
formelli hjúnarskilnaður í
Føroyum. Elsa fekk sær tá
Debess eftirnavnið aftur.
Christoffur kom at kalla seg
seg Nyholm Debes, og tað er
undir hesum navni, at hann
er kendur.
Elsa virkin í Losjuni
Elsa stendur fyri at hava
verið »vaskeriejerinde.« Ann-
ars var hon mest kend frá
losjuarbeiði. Hon var ein av
teimum ellivu, sum í 1902
stovnaðu losjuna Støt Viljen
í Havn.
Hon var á odda at stovna
barnalosju í 1906, og hon var
eisini drívandi megin í hesi
losju. Hon var eisini ein av
drívkreftunum fyri at vinna
rúsdrekkafólkaatkvøðuna í
1908.
Í Havn vóru fleiri losjur,
sum ikki altíð drógu eina
línu. Hvussu láturlig ein slík
ósemja kundi vera, sást tá ið
Elsa Debess varð ákærd fyri
at hava nýtt okkurt rúsandi,
kanska sherry, í eini køku!
Seinni var Elsa við til at
stovna fráhaldssjúkrakassa.
Hetta sigur alt, at hon hevur
verið ein hugsjónarkvinna.
Nyholm giftist við
Helgu Restorff
Helga var mostir William
Heinesen, og hann skrivar
um hana:
»Min Tante Helga var,
kunde man sige, den mest
spirituelle af Søskendene.
Hun havde en vis farlig
Iagttagelsesevne, og hendes
Humor
kunde
være
ret
bidende.
Helga, der havde opholdt
sig en del i København og
tilegnet sig et bymæssigt-
utvunget Væsen, bragte altid
et vist Vejr med sig, hvor
hun kom paa besøg. Hun saa
meget liberalt bohemeagtigt
paa Tingene og var altid fuld
af spids Ironi.
De sidste 2-3 aar af
hendes
Liv
formørkedes
paa en tragisk Maade af en
snigende Rygmarvssygdom,
der naturligvis ogsaa bragte
hendes Sind ud af Balance.
Det var en Ynk at se dette
levende Menneske gaa til
grunde. Det var som at
overvære et Skibsforlis i
fuldt Dagslys og i klart Vejr,
uden at noget kunde gøres
for at forhindre det.«
Johan Restorff Jacobsen
skrivar, at Helga hevði somu
tónleikagávurnar sum hini
systkini, eins og hon kundi
vera
skemtingarsom
og
undirhaldandi.
Uppfann lýsilampu
Nyholm var føddur á Viða-
reiði. Pápi hansara var eitt
tíðarskeið leiðari fyri úthandli-
num hjá Restorff á Viðareiði.
Nyholm starvaðist alla
sína tíð sum kommunalur
vatnmeistari í Havn.
Hann lat í 1914 upp blikk-
& rørsmiðju. Fýra tey fyrstu
árini arbeiddi hann í kjallar-
anum heima hjá sær sjálvum
undir
Glasheyggi.
Hann
hevði sítt virki í Perluni í
nøkur ár, áðrenn hann flutti
niðan aftur undir Glasheyggj.
Hann gavst í 1951.
Verkstaðurin hjá Nyholm
var í ovastu hædd í Perluni.
Í
niðastu
hædd
hevði
Vágsbotnshandilin goymslu,
og í miðhæddini var handilin
Thorshavns Pianomagasin.
Nyholm
varð
eisini
kendur sum »uppfinnari«
av eini lýsilampu undir 1. ver-
aldarbardaga. Tá fekst einki
petroleum. Lýsi fekst úr fiska-
livur, sum nóg mikið var av,
men hetta kravdi eina serliga
lampu.
Yrkjari og
løgtingsmaður
Nyholm Debess hevði eisini
áhuga fyri tí meiri ment-
unarliga eins og fyri sam-
felagsligum viðurskiftum.
Í 1998 gav forlagið Sprotin
út bókina »Aldan« við tilfari
frá Nyholm Debes. Sagt
verður í fororðinum, at her
verður roynt at geva eina
mynd av Føroyum fyrra-
partin av seinastu øld. Har-
umframt mynd av einum
hugsjónarmanni, sum um
næturnar við hamara og tong
skrúvaði skaldskap saman
á einum máli, sum tá valla
var til, og sum um dagarnar
gjørdi baðiverislir til kr. 390.
Í hesi bók eru yrkingar,
greinir, røður og søgur. Ser-
liga dúgligur tykist hann at
hava verið at yrkt. Í bókini
eru úti við 60 yrkingar, onkr-
ar av teimum týddar. Johan
Restorff
Jacobsen
hevur
gjørt lag til onkra av teimum.
Yrkingarnar spenna vítt, líka
frá »Vøgguvísu« til »Seyða-
høvdaveitslu.«
William Heinesen skrivaði
millum annað um Nyholm
Debes: »Hann hevði tíðliga
stóra ávirkan á meg. Eg var
ofta gestur í heimi teirra,
búði eisini har eina tíð í 10
ársaldrinum. Tað fyrsta eg
minnist um Nyholm var
hansara ljósu og fródligu
sangrødd. Hann sang og
lyljaði ofta, meðan hann
arbeiddi og serliga eftir
arbeiðstíð, tá ið hann hevði
lagt amboðini frá sær.
Nyholm hevði fingið sína
útbúgving í Noregi. Men
umframt at leggja seg eftir
at læra handaverk sítt, legði
hann alstóran dent á at ogna
sær kunnleika til tann norska
bókmentaheimin.
Umframt at vera týðari
og yrkjari var Nyholm Debes
eisini politikkari, og hann sat
í løgtinginum frá 1918 til 1936
fyri
sjálvstýrisflokkinum,
har Jóannes Patursson var
oddamaðurin mikli. Nyholm
gjørdi eisini eina yrking um
Jóannes.
Sum løgtingstalari var
hann sakligur og lítið orða-
mikil og viðhvørt nakað
turrisligur. Hann gav heldur
hinum starvsbrøðrum sínum
upp í hendur at breggja og
mála í eygað.
Men trúgvur sjálvstýris-
maður og »bóndans fylgis-
maður«
var
hann
altíð.
Vertskapsmaður var hann
frálíkur og kundi tá vera
óføra skemtiligur í orðum.«
Edvars Mitens skrivaði
millum annað í minningar-
orðum: »Í 1915 fekk eg áheitan
frá millum øðrum Nyholm
Debes um at bjóða meg fram
til fólkatingsval.
Í mong ár arbeiddu vit
saman
á
tingi.
Nyholm
gjørdi stórt og gott alment
arbeiði í Framburðsfelag, í
býráðnum og á tingi. Hann
var trúfastur og álítandi
og hevði serstakliga áhuga
fyri at hjálpa sjúkum. Hann
var í mong ár formaður fyri
bróstsjúkrahúsnevndini og
gjørdi har eitt gott arbeiði
fyri at bøta um viðurskiftini
á bróststjúkrahúsinum.
Eg minnist Nyholm frá
manndómsárunum og frá
árunum, tá ið hann eldist.
Blídligur og fryntligur var
hann, tá tú hitti hann. Eg
vitjaði hann á seinastu sjúkra-
legu. Sjúkur og eldur var
hann. Vit talaðu um gamlar
dagar. Tað var tó tann sami
Nyholm, og eitt lítið smíl
leikti á andliti hansara. Lívið
bar honum eisini sorg og
mótreym, men gjøgnum alt
gekk hann fram og tað vakra
og ljósa sá hann, og tað legði
glæmu yvir dagarnar.«
Nyholm og Helga fingu
børnini
Margit,
Elsu
og
Anfinnur. Ættin hjá honum
er
framvegis
kend
sum
tónleikarar. Nyholm var eisini
við í Havnar Hornorkestur
frá byrjan av.
Nyholm Debess:
Blikksmiður, yrkjari og løgtingsmaður
Christoffer Nyholm Debess var ein gávuríkur maður, sum giftist inn í ta eisini
gávuríku Restorff ættina. Hann er jarðaður saman við konuni og mammuni
ELSE BERGITTE
DEBESS
FØDD 5.
SEPTEMBER 1855
DEYÐ 15.
FEBRUAR 1926
CHRISTOFFER
NYHOLM DEBESS
FØDDUR 30.
OKT 1882
DEYÐUR 1.
APRÍL 1952
HELGA DEBESS
FØDD RESTORFF
FØDD 23.
SEPT. 1883
DEYÐ 11.
DESBR 1926
Nyholm Debes hevði verkstað í ovastu hædd í Perluni tv
Elsa Debess saman við soninum Nyholm
Helga og Nyholm Debes
Næstu ferð
Í komandi parti
verður greitt frá
Anders Neuhausen,
verfaðir Valdemar
Lützen, kendur
handilsmaður í Havn