Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-25, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2010síða 38

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99 38 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Nógv hevur verið tosað um sigurs­ røðina hjá NSÍ, sum telur níggju dystir á rað. Tann fyrsti av teimum var í Runavík ímóti AB tann 4. mai, og síðani hava runa víkingar ikki helmað í, men bara vunnið og vunnið. AB hevur hinvegin ikki havt ta stóru viðgongdina, tí í løtuni liggur liðið næstniðast við bara átta stigum fyri 13 dystir, harav ein er vunnin og fimm spældir javnir. Men merkisvert er tó, at av sínum seks heimadystum, hevur AB bara tapt ein – og argja menn ætla ikki, at dyst urin sunnudagin skal vera teirra heimatap nummar tvey og numm ar 10 í sigursrøðini hjá NSÍ. Spurningurin er so, um AB kann standa ímóti maskinuni hjá oddaliðnum, ið higartil hev ur tikið øll hini liðini, eitt fyri og annað eftir. Dysturin inni í Vika verð­ ur annars tann seinasti á nú­ verandi graslíkisvøllinum hjá argjamonnum, tí mánadagin verður farið undir at leggja nýtt graslíki á, sum ætlandi verður klárt at taka í nýtslu eft ir summarsteðgin. Hilmar Jan Hansen Nú landskappingin er um at vera komin í helvt, kunnu fugl firð ingar staðfesta, at tað hevur gingist sera væl. Í løtuni er ÍF er á triðja plássi seks stig framm an fyri B36, sum er mót støðu liðið í Fuglafirði sunnu dagin. Trýstið liggur á gest unum, tí fær havnarliðið ikki stig hesa ferð, verður mót brekkan uppaftur tyngri í seinnu hálvu av kappingini. ÍF fekk herfyri fýra sigrar á rað og tapti so tveir dystir, sum ímóti NSÍ heima og EB/ Streymi úti, áðrenn liðið aftur komu á slóðina og nú hevur vunn ið tveir dystir upp í slag. Sam stundis var tað fyrstu ferð í 10 dystum, at B36 vann, tá tað síðsta sunnudag eydnaðist at fáa ein 1­0 sigur á AB. Sostatt er talan um tvey lið, ið spæla undir fullkomuliga ym iskum fortreytum. ÍF hygg­ ur uppeftir og veit av royndum fyri fáum vikum síðani, hvussu hugaligt tað er at sita á odda­ sessinum. B36, sum hesa ferð er uttan karantenurakta Jákup á Borg, má hinvegin stríðast fyri bara at halda seg oman fyri miðjuna. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen At tað sjáldan er lætt at vera uppflytari, má FC Suðuroy sanna, nú landskappingin fer um helvtina og liðið er aftast av teimum 10 í Vodafonedeildini. Gamaní byrjaði FC Suðuroy væl og fekk stig í trimum av teimum fýra fyrstu dystunum, men síðani hevur ikki hilnast væl. Í níggju teimum síðstu dyst­ unum eru bara tvey stig fingin til høldar, og tað er fremsta orsøkin til botnplássið. At glott ar eru fyri framman, fekk liðið tó eina ábending um fyri viku síðani, tá tað eydnaðist at fáa javnleik á Toftum. Dysturin hesa ferð er stevnu dystur á Jóansøku, og í annað kvøld er tað triðniðasta liðið, ið vitjar á Vágseiði. B71 byrj aði ikki ov væl, men hevur í síðstu dystunum vunnið tvær ferð ir á heimavølli og spælt eina ferð javnt á útivølli, og tað eru úrslit, ið hava munað. Júst hesi sjey stigini hava í veruleikanum lyft sand oyar­ liðið úr niður flytingar vand­ anum fyribils, tí samstundis hevur staðið púra fast hjá nið­ aru liðunum. Tí ræður um hjá B71 at fáa minst eitt stig burt­ ur úr hesum dystinum, so frá­ støða framvegis kann vera til nið aru liðini. Hinvegin er kravið til FC Suðuroy, at liðið vinnur henda heimadystin, tí tað er júst ímóti liðum sum B71, at suður oy­ ingarnir fyrst og fremst skulu fáa stigini, skulu teir gera sær nakrar vónir um at sleppa úr botninum. hilmarjan@sosialurin.fo Vodafonedeildin Argjamenn fara at gera sítt ítarsta, so teir ikki bara gerast enn eitt nummar í sigursrøðini hjá NSÍ, sum seinnapartin sunnudagin kann koma upp á 10 á rað Vodafonedeildin ÍF hevur framvegis eyguni eftir oddasessinum, nú liðið sunnudagin tekur ímóti B36, sum av øllum alvi roynir at halda seg oman fyri miðjuna Vodafonedeildin Skal FC Suðuroy ikki fullkomuliga detta niðurímillum, so krevjast trý stig, nú B71 í annaðkvøld kemur á vitjan at spæla stevnudyst á Vágseiði AB ikki bara eitt nummar Ymsar fortreytir Botnbrak á jóansøku NSÍ ætlar sær á Argjum at vinna tíggjunda dystin á rað, men helst ætla teir í AB nakað annað. Fyrrverandi NSÍ málverjin, Tórður Thomsen (1), verður ikki í AB málinum eins og hann var í Gundadali móti B36. Ungi málverjin er givin á Argjum, og skiftir til føroyameistararnar úr HB Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen nUMMaR… Merkisvert er, at av sínum seks heimadystum, hevur AB bara tapt ein – og ætla teir sær ikki heimatap nummar tvey sunnudagin