fríggjadagur 25. juni 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Seinnapartin
sunnudagin
skal
drotn ingin vitja nýggju fimleika
høll ina í Gundadali, og tí er dyst
urin millum HB og EB/Streym út
settur frá klokkan trý til klokkan
hálvgumseks. Men óivað var ikki
so torført at fáa dystin útsettan, tí
helst freistar HMdysturin millum
Týskland og Ongland mong av teim
um, ið eisini vilja síggja uppgerðina
í Gundadali.
Talan er um dyst millum tvey
av liðunum, ið hava staðið seg
allar best seinnu árini. HB hevur
bæði í 2006 og 2009 vunnið føroya
meistaraheitið, og EB/Streymur
hevur í 2007 og 2008 vunnið steypa
kapp ingina,
umframt
føroya
meistara heitið í 2008. So hetta eru
so statt tvey lið, ið vita av feskum
roynd um, hvussu søtur smakkurin
av sigri er.
HB hevur tað mesta av kapp
ingarárinum verið oddalið, men
síðstu tvey umførini er NSÍ farið
framum, so HB nú er næstfremst.
EB/Streymur hevur hinvegin ar
beitt seg spakuliga uppeftir, eftir
at byrjanin ikki var nakað at reypa
av, og stig fyri stig hava sunda
lagsmenn tikið seg upp eftir stiga
talvuni, har teir nú eru á fjórðaplássi
og bara eru trý stig aftan fyri HB.
Gúppa ov nógv
– Vit ætla okkum at venda gongdini
áðrenn summarsteðgin, tí tað er
rættiliga avgerandi, so vit klára at
fylgja við NSÍ, sum ikki sær út til
at vera til at steðga í løtuni. Vit vita,
at tað verður ikki lætt at taka EB/
Streym, men vit ætla okkum trý
stig burtur úr dystinum, so vit ikki
enda niðri á triðjaplássi nú, sigur
HBframherjin, Andrew av Fløtum,
ið samstundis ásannar, at HB ikki
hevur staðið seg so væl síðstu
dystirnar.
– Í trimum teimum síðstu hava
vit vunnið á Víkingi og spælt javnt
á Argjum, umframt at vit so taptu
fyri NSÍ í Runavík. Tað góða spælið
hevur manglað hjá okkum, og tað
er blivið ov nógv til, at vit gúppa í
staðin. Men venjingin hesa vikuna
hevur verið góð, so eg rokni við, at
vit fara at spæla væl og eru klárir at
taka ímóti EB/Streymi.
Eingin av spælarunum hjá HB
hevur karantenu, men annar av
málverjunum, Símun Rógvi Hansen,
hevur verið sjúkur og verður
neyvan við aftur teir næstu mongu
dyst irnar.
Til
málmansplássið
hevur HB so garderað seg við Tórði
Thomsen, sum júst hevur skrivað
und ir sáttmála við meistaraliðið.
Fleiri uttanfyri
Hjá EB/Streymi hevur so at siga alt
árið verið onkur á skaðalistanum,
og soleiðis er tað framvegis. Hans
Pauli Samuelsen og Alex José dos
Santos eru skaddir, Sorin Anghel
ivasamur, og harumframt hevur
Pætur Dam Jacobsen karantenu
sunnudagin, tí hann fekk sítt fimta
kort í dystinum ímóti Víkingi.
– Eg veit ikki, um alt hetta
ávirk ar so nógv, tí teir dystirnar
í síðstuni, har tað hevur gingið
nokk so væl, hava alla tíðina sitið
menn uttanfyri, sum eru úr fræg
ara endanum. Men vit hava aðrar
at seta inn, ið saktans klára upp
gáv una, so vit eru klárir at fara
til Havn ar, har vit ætla okkum at
vinna, sigur liðformaðurin hjá EB/
Streymi, Egil á Bø.
– Umráðandi er hjá okkum, at vit
halda fast í góðu gongdini, tí tapa
vit nú, so verður aftur eitt ov stórt
glopp upp til oddaliðið. Og vit ætla
okkum eisini at royna at sleppa so
langt upp, sum tað ber til, áðrenn
summarsteðgurin kemur. Vit mugu
royna at vinna á HB sunnudagin,
fyri at tað skal gerast ordiliga
spenn andi hjá okkum at tørna til
aft ur, tá steðgurin er av.
hilmarjan@sosialurin.fo
Vodafonedeildin Andrew av Fløtum og Egil á Bø eru
samdir um, at hvørki HB ella EB/Streymur hava ráð at tapa
í toppuppgerðini teirra millum í Gundadali sunnudagin, ið
drotningin og HM í felag hava seinkað hálvantriðja tíma
Báðir vilja
vinna
Tá Egil á Bø og teir í EB/Streymi sunnudagin vitja Andrew av Fløtum og teir í HB, er talan um ein
dyst, ið er rættiliga avgerandi fyri báðar partar, tí hvørki liðið vil missa eitt fet í oddastríðnum
Savnsmynd: Sofus D. Johannesen
ToPPUPPGeRÐ
Tvey lið
í kreppu
Vodafonedeildin Hvørki Víkingur
ella B68 hava fingið úrslitini at
fallið rætta vegin og líkjast í løtuni
miðjuliðum á stigatalvuni, nú tey í
kvøld bresta saman í Sarpugerði
Hilmar Jan Hansen
Víkingur á sætta plássi og B68
á sjeynda møtast í Sarpugerði
í kvøld, og verður hetta tí ein
eysturoyaruppgerð
millum
tvey lið, ið mugu sigast at vera
í kreppu. Í fyrstu 13 dystunum
hava tey bara fingið ávikavist
17 og 14 stig, og tað má sigast at
vera langt frá bæði vónum og
málum.
Víkingur kom hampuliga
væl frá byrjan og hevur tí leingi
ver ið við heilt har frammi,
men bara tvey stig síðstu
fimm dystirnar hava trýst
lið ið niður eftir, dyst fyri dyst.
Hinvegin hevur B68 heldur
ikki havt rákið við, tí síðani
lið ini møttust síðst, hevur B68
bara fingið fimm stig í níggju
dystum.
Hetta er tí ein dystur, ið bæði
lið vilja brúka sum eitt vendi
punkt, tí nú skal aftur ganga
rætta vegin. Spurningurin er
so, hvat av teimum megnar
betur at loysa uppgávuna, so tí
kann væntast ein bæði tætt ur
og spennandi dystur í Sarpu
gerði, ið kann hava avgerandi
týdning fyri báðar partar.
Fyrru ferðina, liðini møttust
á Svangaskarði, var í einum
serstakliga
hendingarríkum
dysti, har B68 fyrst kom á odda
20, áðrenn Víkingur vendi
dyst inum og og fór framum
32. Men so svaraði B68 aftur
við trim um málum og vann 53.
So statt kann alt henda í Sarpu
gerði í kvøld.
hilmarjan@sosialurin.fo
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 NSÍ
13
9
1
3
30
15
+15
28
2 HB
13
7
4
2
23
16
+7
25
3 ÍF
13
7
3
3
23
17
+6
24
4 EB/Streymur
13
6
4
3
22
14
+8
22
5 B36
13
4
6
3
19
18
+1
18
6 Víkingur
13
4
5
4
23
23
0
17
7 B68
13
4
2
7
21
26
-5
14
8 B71
13
3
4
6
12
22
-10
13
9 AB
13
1
5
7
14
24
-10
8
10 FC Suðuroy
13
1
4
8
13
25
-12
7
Føroyska Vodafonedeildin
Dystir um vikuskiftið:
vodafonedeildin
klokkan
25/06
Víkingur-B68 18 00
26/06
FC Suðuroy-B71 18 30
27/06
ÍF-B36 15 00
27/06
AB-NSÍ 17 00
27/06
HB-EB/Streymur 17 30
1. deild, menn
26/06
AB-B68 12 00
26/06
EB/Streymur-KÍ 14 30
26/06
HB-Víkingur 16 30
26/06
FC Hoyvík-NSÍ 16 30
27/06
TB-07 Vestur 15 00
1. deild, kvinnur
26/06
MB-Skála 12 00
27/06
KÍ-AB 13 00
27/06
EB/Streymur-Víkingur 13 00
Kelda: FaroeSoccer.com