fríggjadagur 25. juni 2010síða 40
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99
40
Sosialurin
Ítróttur
Heri Simonsen
Týskland og Ongland spældu fyrsta
skrásetta landsdystin á Deutches
Stadion í Berlin tann 10. mai í 1930.
Dysturin endaði við javnleiki 3-3.
Síðani tá hava Týskland og Ongland
– um vit also rokna Vesturtýskland
sum umboðandi søguna hjá Týsk-
landi sum fótbóltstjóð – spælt 27
landsdystir. Ongland hevur vunn-
ið 12 av teimum, Týskland hevur
vunnið 10, meðan talan er um
fimm javnleikir. Ongland og DDR
– Eystur týskland – spældu fýra
landsdystir, árini millum 1963 og
1984. Ongland vann tveir, DDR vann
ein, meðan ein endaði við javnleiki.
Ongland og Týskland hava spælt
9 landsdystir, har stig í einari
undankapping, ella víð ari luttøka í
einum HM ella EM-endaspæli hava
staðið uppá spæl. Og tað eru hesir
9 dystirnir vit eiga at dvølja við, tí
hinir 18 hava bert verið vinardystir,
sum sjáldan ger ast minniligir.
HM finalan í 1966
Tann fyrsti landsdysturin millum
Ongland og Týskland sum taldi
nakað, gjørdist ein tann minniligasti
dyst urin í heimsfótbóltssøguni.
Talan var um sjálva HM-finaluna á
tí víða gitna Wembley leikvøllinum
tann 30. juni í 1966. Ongland vann
finaluna 4-2 aftaná longda leik-
tíð. Dysturin var upphavið til ta
stóru rivaliseringina, sum hevur
verið millum londini á fótbólts-
leik vøllunum síðani. Onkur hevur
tikið til, at fyrr kríggjaðust lond-
ini á vígvøllum, nú hava Ongland
og Týskland flutt kríggið til fót-
bóltsvøllin. Ongland førdi 2-1 ímóti
dystarenda í vanligu leiktíðini, men
týskarum líkt, so javnaðu teir til 2-2
stutt áðrenn vanliga leiktíðin var
farin. Í longdu leiktíðini hendi ein
hin kendasta hendingin í fótbólts-
heimssøguni. Í fyrra hálvleiki í
longdu leiktíðini skeyt Geoff Hurst
eitt gott skot sum tók undirsíðuna
av yvirleggjarunum og fór..? Og
tann spurningurin stendur opin
enn í dag. Spyrt tú onglendingar so
siga teir, at bólturin var inni. Spyrt
tú týsk arar, so var bólturin ikki
inni. Spyrt tú øll onnur, so ivast tey,
um hvørt bólturin var inni ella úti.
Linju verjin úr Sovjetsamveldinum,
Tofik Bahkramov fekk sannført
sveis iska dómaran, Gottfried Dienst
um, at bólturin var inni, og Gott -
fried Dienst dømdi mál til Ong land.
Áðrenn alt var liðugt økti Hurst til
4-2, og meginparturin av teim um
98.000 áskoðarunum á Wembley
kundu fegnast stórliga. Í huga heim-
inum hjá týskarum gjørdist talan
um nakað, sum mátti hevnast, og
tað hava teir eisini sanniliga gjørt
síðani 1966.
HM-fjórðingsfinalan í 1970
Týskarar tørvaðu bert at bíða eitt
HM-endaspæl fyri at fáa hevnd fyri
tapið og dómaraavgerðina í 1966.
14. juni í 1970 møttust liðini í HM-
fjórðingsfinaluni í Léon í Meksiko.
Aftur hesaferð spældu liðini javn-
leik 2-2 í vanligu leiktíðini, men
hesa ferð vóru tað týskarar sum
vóru omaná. Ongland var á odda 1-0
í hálv leikinum, og teir komu eisini
á odda 2-0 tíðliga í seinna hálvleiki,
men sum so ofta í tí stoltu týsku
fótbóltssøguni, so komu týskarar
afturíaftur, og í longdu leiktíðini
søkti »Der bomber« Gerd Müller
enska liðið. Onglendingar skyldaðu
uppá, at fantom-málverjin, Gordon
Banks var sjúkur, og ikki kundi
spæla, men ósigurin skyldaðist
held ur, at venjarin Alf Ramsey tók
Bobby Charlton av vøllinum, meðan
Ong land enn var á odda. Óansæð
undan førslurnar, so hevði Týskland
sært Ongland á fyrsta sinni í einum
enda spæli.
HM-millumspælið í 1982
12 ár gingu, áðrenn londini møttust
aftur í einum HM-endaspæli. Ong-
land megnaði ikki at spæla seg í
HM-endaspølini í 1974 og í 1978,
meðan Týskland gjørdi bart við at
vinna HM í 1974, og EM í 1972 og í
1980. Haraftrat spældi Týskland seg
í EM-finaluna í 1976, sum teir taptu
ímóti Kekkoslovakia aftaná brots-
sparkskapping. Í 1982 møttust liðini
í HM-millumspælinum á Santiago
Bernabeu í Madrid, talan gjørdist
um ein dramatiskan 0-0 javnleik,
har Ongland og Kevin Keegan
áttu at avgjørt dystin. Tað komu
ong lendingar at angra. Týskarar
vunnu 2-1 á Spania, meðan Ongland
bert fekk javnleik 0-0 ímóti Spania.
Týsk land spældi seg í hálvfinaluna,
og fingu silvur aftaná eitt 1-3 tap
ímóti Italia í finaluni.
HM-hálvfinalan í 1990
Tað gingu átta ár, so var aftur ein
hádramatiskur dystur á skránni
RisaRniR hitta
HM2010 Tá Ongland og Týskland fara
út á vøllin í Bloemfountain í Suðurafrika
verður tað sjeyndu ferð, at londini
møtast í einum HM ella EM-endaspæli
innanfyri?
Tann spurningurin verður enn
diskuteraður tann dag í dag.
England vann sítt fyrsta og
einasta HM-heiti tann dagin
í 66 á Wembley leikvøllinum
Ein av bestu ensku
landsliðsmanningunum
nakrantíð, mátti sleppa HM-
dreyminum eftir brotsspørk
í Italia 1990. Meðan týskarar
sjálvsagt gleðast, gevur Lothar
Matthäus sær tó stundir til at
ugga Chris Waddle hjá Onglandi
brotsspørk