Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-25, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2010síða 41

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99 Sosialurin Ítróttur tast aftuR millum Ongland og Týskland. 4. juli møttust liðini í HM-hálvfinaluna á Stadio delli Alpi í Torino. Andreas Brehme legði Týskland á odda, tá ein tími var farin. 20 minuttir seinni javnaði Gary Lineker fyri Ongland. Longda leiktíðin gav einki mál, og liðini máttu fyri fyrstu ferð í ein- um dysti landanna millum út í eina brots sparkskapping. Týskarar vóru eirinda leysir, og bumbaðu fýra av fýra brotsspørkum inn. Ong lend- ingar brendu tvey av fimm brots- spørkum, so óneyðugt var við tí fimta týska brotssparkinum, sum teir uttan iva høvdu sett inn eisini. Chris Waddle og Stuart Pearce brendu fyri Ongland. Stuart Pearce rópti sína angist út í kvøldarmyrkrið í Torino, og Paul Gascoigne græt, sum var hann pískaður. Talan var um besta enska landsliðið, sum ikki hevur vunnið nakað. EM-hálvfinalan í 1996 Seks ár gingu og liðini møttust aftur á leikvøllinum á Wembley, har onglendingar 30 ár áðrenn við ein um ivasamum máli høvdu søkt týsk arar í HM-finaluni í 1966. Tann óseriøsa enska pressan megnaði at skapa eyka spenningar millum lond ini við at draga ein parelel mill um hálvfinaluna og seinna heims bardaga. »Let's blitz Fritz« og aðrar ørar yvirskriftir vóru við til at motivera tað týska liðið, sum sann iliga fekk sína hevnd. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1. Alan Shearer legði Ongland á odda í triðja minutti, men bert 13 minuttir seinni javnaði Stefan Kuntz fyri Týskland. Eftir hetta spældu liðini 104 minuttir uttan, at hvørgin skoraði. So var aftur brotssparks- kapping. Trygt og arrogant sendu týsk ararar øll í netið, meðan Gareth Southgate brendi fyri Ongland. Týsk land hevði fingið hevnd fyri HM-finalutapið í 1966. Og fyri at gera ilt verri, so vunnu teir EM- finaluna á Kekkia á júst Wembley. 2000 og aftaná 17. juni í 2000 møttust liðini aftur í bólkaspælinum í EM-enda spæl- inum, sum var í Belgia og Holl- andi. Ongland fekk hevnd fyri hálv finalutapið í 1996 við einum 1-0 sigri. Alan Shearer skoraði ein- asti málið eftir 53 minuttir. Bæði liðini taptu ímóti Rumenia og Portugal í bólkaspælinum, og máttu nakkalang heim, aftaná innleiðandi dystirnar. Í HM-undankappingini í 2000 og 2001 vóru liðini í bólki saman, tá vann Týskland 1-0 á Wembley, meðan Ongland vann ein knús andi 5-1 sigur í München, og stendur tann sigurin, sum eitt tað besta enska landsliðsavrikið nakr- antíð. Týskarar hava vunnið tveir teir seinastu venjingardystirnar, sum vóru í 2007 og í 2008. Í báðum førum var talan um 2-1 sigur. Tað verður uttan iva drama tikk ur, tá lið ini møttast aftur sunnu dagin. Onglendingar gera best í at av gera dystin, áðrenn brots sparks kapp- ingin stendur fyri. heris@sosialurin.fo stór sigur Enski knúsandi 5-1 sigurin á týskari jørð, er størsta tap hjá Týsklandi nakrantíð. vinardystir Ongland og Týskland hava síðan leikt tveir vinardystir, har týskarar hava vunni teir báar 2-1. tárandi pína Ein hin kendasta myndin av einum grátandi Paul Gascoine eftir hálvfinalu ósigurin fyri týskarum í 1990. Aftur máttu eingilsmenn lúta fyri arvafíggindanum eftir brotsspørk. Gareth Southgate var syndabukkurin hesuferð endurtøka