Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 99 · 25. juni 2010 8 VIKUSKIFTI bogi andreasen lagt tIl rættIs: Inna Törnroos Hvussu er lagið? Eg eri altíð í góðum lag. Eg havi positivt lyndi. Hvat er tú mest – leiðari í Margarin­ fabrikkini ella varaborgarstjóri í Havn? Eg eri fultíðarsettur í Margarinfabrikkini og partíðarpolitikari. Eg eri nógv úti, so tað er gott, at eg havi eina tolna og góða konu. Hevur tú nógv vald? Eg havi nógva ávirkan har eg eri Hvussu er at arbeiða við tannáringum? Tað er ótrúliga posi tivt og lívs­ játt andi. Man veit veru liga, hvussu tey hava tað. Tað er onki »glans bílæt«. Hvussu var tú sjálvur sum tannáringur? Hevði eg fingið eina diagnosu, hevði hon nokk verið atferðar­ trupul leikar. Eg var øðiliga buldrasligur og hevði ongantíð tíð at sita stillur. Hvat ger ein góðan leiðara? At man hevur álit á starvsfólkunum og dugur at útdelegera. Og at man er tann man er. Eg haldi, at eg eri ein góður leiðari. Hvat ger teg illan? Tá fólk ikki yvirhalda avtalur og ikki hava virðing fyri hvørjum øðrum Hvat ger teg glaðan? Tá familjan hevur tað gott, og tað gongur væl í mínum arbeiði. Børnini gera meg øguliga glaðan, tað er positiv áfylling hvønn dag. Materiell ting siga mær onki. Hvat heldur tú vera løgið? At samgongan situr enn, hóast teir hava gjørt so nógvar feilir. Hvussu er tín Gudstrúgv? Hon hevur stóran leiklut í mínum lívi. Eg og familjan eru virkin í samkomuni Lívdini. Endar man í helviti við at lurta eftir tónleiki frá samkyndum persónum? Hahaha ... Nei tað ger man so avgjørt ikki. Kjakið, sum hevur verið, hevur onki við veruleikan at gera. Hvat ert tú glaðast fyri við tær sjálvum? Eg eri glaður fyri mína persónligheit, mítt lyndi og mítt »drive«. Er tú romantiskur? Konan svaraði nei, tá eg spurdi hana hendan spurning, men hon legði afturat, at eg eri ein góður maður og pápi. Haldi heldur ikki sjálvur, at eg eri serliga romantiskur. Hvat hevði tú viljað broytt uppá í Føroyum? Eg hevði viljað broytt hugburðin, at onki ber til og sprænt meira jaligheit inn í fólk, sum ráða. Loyv kreativum fólki framat og gevst at hugsa um, hvat onnur halda um tað tú ger. Nær fær tú summarfuglar í búkin? Ein tíma áðrenn eg koyri stórar verkætlanir ígongd, og tá eg skal standa fram og tala. Er tú bangin fyri at gerast gamal? Slettis ikki. Tað er spennandi at gerast eldri og síggja børnini mennast. At eldast og doyggja er ein natúrligur partur av lívinum. Hevði tú hugsað tær at búð nakra aðrastaðni enn í Føroyum? Ja, eg hevði hugsað mær at búð uttanlands eina tíð – í einum heitum landi. Hvat hevur lívið lært teg? At ikki taka tað fyri givið. Liva lívið meðan man hevur tað og gera ein insats sjálvur fyri at tað skal gerast so gott sum gjørligt! Eg eri altíð í góðum lag Fakta bogi Navn: Bogi Andreasen Aldur: 37 ár Bústaður: Havn Starv: Leiðari á Margarinfabrikkini Familja: Konu og tvey børn