fríggjadagur 25. juni 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99
Sosialurin
Leo Poulsen
Líka síðani tað gjørdist greitt,
at Strandferðslan ætlaði at
skifta Rituna út við Ternuna
á Nólsoyarleiðini, hevur ver
ið arbeitt við ætlanum um,
hvussu Tórshavnar havn
kundi taka ímóti nýggju av
bjóðingini við einari bilferju
til Nólsoyar.
Tað var beinanvegin greitt,
at ferjulega mátti byggjast, tí
tað fór at verða ógjørligt at
leggja at í vána veðri uttan
ferjulegu.
Síðani var at finna fram
til, hvar besta staðið at
leggja ferjulegu til bíligasta
penga var. Og har eru nógvar
ymiskar
meiningar.
Tey
flestu vildu havt ferjuleguna
at verið við molan, har Ritan
plagdi at leggja at, onnur
hildu, at frægast var at leggja
hana norðanvert keikantin
undir Klivum, meðan onkur
metti besta plássið verða í
krókinum við sunnara kant
av Klivakeiini.
Á býráðsfundi í gjár kvøld
ið var so endaliga samtykt,
at ferjulegan skal leggjast í
krókinum við sunnara enda
av Klivakeiini.
Ført hevur verið fram av
staðkendum monnum, at tað
runar ógvuliga illa júst har,
men Jákup Símun Simonsen,
formaður í Havnanevndini
hjá Tórshavnar kommunu
sigur, at opið verður inn undir
ferjuleguna,
og
sambært
kann ingum, skal tað taka tað
mesta av súðinum.
– Kanningar hava víst, at
hetta er besta staðið at leggja
ferjuleguna, tá hugsað verður
um nyttu og kostnað, sigur
Jákup Símun Simonsen.
Nýggja bátabrúgv
Um hinar báðar møguleik
ar nar sigur formaðurin í
Havnanevndini, at teir eru
kannaðir, men at teir fóru at
gerast sera kostnaðarmiklir.
– Tað hevur verið upp á
tal, at leggja ferjuleguna við
norðara enda á Klivakeiini,
men har vóru so nógvar óviss
ur, serliga tá hugsað verður
um sandin á Malarenda.
Vit vita heldur ikki, hvussu
djúpt tað er har. Eisini máttu
kanningar verið gjørdar um,
hvørja ávirkan ein ferjulega
har hevði havt á sandin á
Malarenda, og so mátti verið
lagt upp fyri tað, sigur Jákup
Símun Simonsen.
Um triðja og fyri nóls oy
ingar best umtókta møgu
leika, nevniliga at leggja
ferju leguna í molakrókinum
við norðaru kei sigur Jákup
Símun Simonsen, at dýpingin
heví verið so umfatandi og
kostnaðarmikil, at tað ikki
kann loysa seg.
– Eisini er ivasamt, um
plássið hevði verið nóg stórt
hjá Ternuni at manøvrera í
innan fyri molan, sigur Jákup
Símun Simonsen.
Men eitt er at leggja
ferjuleguna úti á Klivum.
Nakað annað er at útvega
teim um bátum, sum verða
riknir burtur, annað pláss.
Og tann trupulleikin verður
loystur við einari bátabrúgv.
– Tað verður ein spildur
nýggj bátabrúgv løgd vinkul
rætt út frá molanum, einar 45
metrar inn frá molendanum.
Talan verður um eina 30
metur langa og 2,40 metur
breiða bátabrúgv, sum fer
at geva pláss fyri gott 20
bátum, sigur Jákup Símun
Simonsen.
Eisini farstøð
Í sambandi við bátabrúnna
verða sjálvandi eisini landir
armar út, og tað verða
teir nýggju armarnir, sum
nólsoyingar fáa. Hesir eru
breiðari og betri at ganga á,
og so flóta teir munandi betri
enn teir gonlu so ein maður
lættliga kann standa úti á
endanum.
Jákup Símun Simonsen
sigur, at arbeiðið nú verður
bjóða út millum tær byggi
fyri tøkur, sum fáast við at
byggja havnir, og so verður
støða tikin til innkomin til
boð í september.
– Hetta merkir so aftur, at
byrjast kann upp á arbeiðið
í oktober. Byggitíðin verður
mett til fimm mánaðir, men
av tí at tað verður á vetrartíð,
hava vit valt at sagt, at byggi
tíðin verður millum fimm og
sjey mánaðir, sigur Jákup
Símun Simonsen.
Kostnaðarmetingin fyri
ferjuleguna
liggur
á
8,5
milli ónum krónum. Báta
brúgv in er tengd at hinum
arbeiðinum, men er kortini
ein partur fyri seg.
– Tað verður Tórshavnar
Havn, sum tekur sær av at
leggja bátabrúnna út, men
hon er partur av samlaða
arbeiðinum.
Kostnaðurin
fyri bátabrúnna er 550.000
krónur og roknast kann við,
at hon verður løgd út nakað
áðrenn ferjulegan verður
liðug, sigur Jákup Símun
Simonsen.
Í sambandi við ferjuleguna
verður eisini ein farstøð bygd,
men hetta verður kortini ikki
nøkur dýr íløga.
– Talan verður um eitt
bíðirúm til ferðafólk og so
eitt lítið goymslurúm eisini.
Tað verður Tórshavnar Havn,
ið fer at byggja farstøðina,
sum Strandferðslan síðani
fer at leiga, sigur Jákup Sím
un Simonsen.
Út frá tíðarætlanini verð
ur alt arbeiðið liðugt einaferð
í apríl/mai mánað næsta ár.
leo@sosialurin.fo
Bátabrúgv og
ferjulega í Nólsoy
Á býráðsfundi í gjárkvøldið var endaliga samtykt at byggja havnina í Nólsoy út við
bátabrúgv, ferjulegu og farstøð. Kostnaðurin verður um 9,2 milliónir krónur.
AVGerð
Á býráðsfundi í gjárkvøldið
varð endaliga gjørt av,
hvar nýggja ferjulegan í
Nólsoy skal byggjast, og
at ein nýggj flótibrúgv
skal leggjast við molan.
Jákup Símun Simonsen er
formaður í Havnanevndini
Mynd: Jens Kristian Vang
NÝGGJ FLÓTIBrÚGV
Tekningin vísir, hvar ætlanin er at leggja nýggju bátabrúnna,
sum fer at hava pláss fyri gott 20 bátum