Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 99 · 25. juni 2010 9 VIKUSKIFTI David Villa Sánchez er 28 ára gamal. Pápi hansara, sum var minuarbeiðari, hevur stuðlað honum sera væl. Villa sigur, at pápin var til allar venjingar hjá honum, og tá ið hann eitt skifti ivaðist í at gevast at spæla fótbólt, fekk pápi hansara hann at halda fram. Tað var líkavið, at Villa ongantíð gjørdist fótbóltsspælari. Sum smádrongur breyt hann lærleggin, og tá var fótbóltsspælið í veruligum vanda. Men hann kom seg væl eftir álvarasama beinbrotið. Tá hann gekk gipsaður, vandi pápin íðin vinstra beinið hjá Villa, sum var frískt, og tað hevur Villa havt stóra gleði av síðani. Hann er giftur við Patricia González, sum hann fann saman við á ungum árum, og tey eiga tvey børn. Hann spældi fyrstu ferð á spanska landsliðnum í 2005, men er síðani blivin næstbesti málskjúttin á spanska landsliðnum nakrantíð. Hagtalsfrøðingar hava gjørt upp, at Villa var besti málskjúttin í heiminum í árunum frá 2005 til 2009. Sum vaksin spælari hevur hann umboðað feløgini Sporting Gijón B, Sporting de Gijón, Zaragoza og Valencia. Í farna mánaði keypti FC Barcelona Villa frá Valencia fyri slakar 300 milliónir krónur. 35.000 fólk møttu á leikvøllinum, tá ið David Villa var presenteraður sum Barcelona-spælari. 10 tIng um David Villa Sánchez Málmaskinan Álopsspælarin DaViD Villa hevur gjørt vart við seg í HM enDasPælinuM, og frameftir skal hann skora fyri spanska stórfelagið Barcelona. men tað var um reppið, at villa ongantið gjørdist fótBóltssPælari Eitt heim uttan bøkur, er sum ein kroppur uttan sál Marcus Tullius Cicero lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein lagt tIl rættIs: Inna Törnroos 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Miðlarnir og Eg Mítt Blað - DaG oG VikuBlað Markedsføring, Sosialurin og Dimmalætting. Mín HeiMasíða politiken.dk, jp.dk, markedsforing.dk, portal.fo og tær 150 heimasíðurnar hjá okkara kundum. Mín tónleikur Nýtt og gamalt. Í løtuni skiftast sonurin og eg um at spæla ymisk løg fyri hvørjum øðrum: Hann introduserar nýggj løg fyri mær, meðan eg gevi honum innlit í rock og pop søguna. Og so jamma vit viðhvørt Mítt sosiala netVerk Facebook og LinkedIn Mín DVD Pingu. DVD er mest til børnini og har er Pingu ein greiður vinnari Mín sjónVarPsrøð Ein góður krimi er heilt ok av og á – men tað skal helst byrja og enda í somu sending Mín Bók Lesi for fáar bøkur fyri tíðina. The Rise of the Creative Class var áhugaverd. Krossvegir var eitt fínt íkast til kjak um átrúðna í politikki Mítt MaGasin Samvirke og Tænk Mítt útVarP ÚF og P1 Mín telefon Einaferð iPhone altíð iPhone HVat Vil tú ikki Brúka Miðlatíð uPPá? Reality shows og líknandi HVat irriterar teG í MiðlunuM? Tað er trist at miðlarnir eru relativt veikir sum heild og serstakliga í mun til ta politisku skipanina. Tá journalistikkur gerst ókritiskur, er vandi á ferð. Einaferð æt ein bók »Skjót journalistin«. Uppfylgjarin kundi kanska haft heiti »Keyp journalistin« HVat Vil tú HaVa Meiri aV í MiðlunuM? Dygdargóðar kjaksendingar har kvalifisera fólk kjakast konstruktivt og kritiskt um viðkomandi evnir. Eitt føroyskt DR2 og/ella P1 hevði verið deiligt. Tað allarversta eru kjaksendingar sum ikki hava tyngd – so heldur spyrja fólk á gøtuni, tað er stuttligari tór Verland Johansen SaMSKIFTISRáðGEVI, HyGGUR aT PINGU OG EFTIRLýSIR UPP FyLGj- aRaN TIL »SKjóT jOURNaLISTIN«