Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 99 · 25. juni 2010 10 VIKUSKIFTI Listaverk Uni Arge uniarge@gmail.com Fyri tveimum vikum síðan var royndi myndahøggarin úr Oslo og hugdi at plássinum á Heygum í Vestmanna, har nýggj standmynd av Ólavi á Heygum skal standa. Finnbogi Christian­ sen, Ólavur Hátún og aðrir í ein­ um áhuga bólki standa fyri ætlanini at fáa stand mynd ina gjørda, og teir hava greitt Per Ung frá, hvør Ólavur á Heygum var, hvat hann tókst við, og hvussu hann sá út. Ólavur á Heygum, ið varð føddur í 1866, var sjáldsama virkin maður. Hann bygdi handilshús á Heyganesi í Vest manna og gekk undan at fáa vest­ menningum skip og sleipistøð. Eisini tók hann stig til at stovna Føroya Banka, keypti fyrsta føroyska trolaran, Lord Alfred Paget, fekk í lag telefonsamband millum Vestmanna og Havnina og tók stig til at framleiða streym burtur úr vatnorku í Fossá í Vestmanna. Framtakshugaði vestmenningurin hevði tó ikki bara viðgongd í sínum lívi. Tá pengar skuldu setast í Føroya Banka, komu føroyingar bara við fimm prosentum av neyðuga parta pen­ inginum. Trolarakeypið gjørdist honum ein dýr søga, og hørð mótstøða var í løg tinginum ímóti, at júst Ólavur á Heygum skuldi standa á odda fyri ætl­ anini at framleiða ravmagn í Fossá. Jóannes Patursson stuðlaði allatíðina Ólavi á Heygum, men mótstøðan ímóti honum í Dimmalætting var hørð, og danskir embætismenn í Havn settu føtur í spenni ímóti ravmagnsætlanini og komu til ta niðurstøðu, at Ólavur á Heygum var ikki álitismaður. Í 1921 hevði hann í 15 ár strongt á at fáa gjørt vatn orkuverk í Fossá, men tá varð honum endaliga sýtt at fara undir ætl­ anina, og í 1923 doyði hann. Nansen fyrst Minnið um Ólav á Heygum skal tó sleppa at liva, halda vestmenningar, og tí hava teir gjørt av at reisa standmynd av hon um á Heygum, har hann fer at skoða út yvir Heyganes og sleipistøðina, ið hann læt gera. Stavnhettan og sjó­ stúkan bera boð um ein mann, ið hugs aði stórt, sigur Per Ung, tá vit hitta hann á Hvonn í Vágsbotni, har hann kveit ir yvir á standmyndina av Nólsoyar Pálli. – Eg havi koyrt runt í Føroyum og sæð nógvar standmyndir. Her eru nógvar góðar, og Hans Pauli Olsen er ein sera dugnaligur myndahøggari. Føroyar eru hepnar at eiga ein so hug­ flogsríkan myndahøggara, sigur Per Ung, sum gjørdi sínar fyrstu stand­ myndir í 50'unum og sostatt er ein av royndastu norðurlendsku mynda­ høggarunum yvirhøvur. Standmyndin av Ólavi á Heygum verður góðar tveir metrar høg, og gongur alt sum ætlað við fíggingini, verður hon liðug á ólavsøku um tvey ár. Per Ung hevur tvær standmyndir at gera, áðrenn hann fer undir standmyndina av slóðaranum í Vestmanna. Onnur er av Fridtjofi Nansen á eldri árum, tá polarfararin var vorðin politikari, og framm anundan hevur hann gjørt eina stand mynd av Nansen á yngri árum. – Eg arbeiði við fleiri verkum í senn, og eisini gera eg og kona mín í løt uni eitt astrologiskt ur, sum skal standa við høvuðsgøtuna í Oslo, Carl Johan. Býarlív hevur altíð givið mær stóran íblástur. Eg varð upprunaliga smitt aður sum av sjúku, tá eg sá mongu stand­ myndirnar í Oslo, og tær vóru orsøkin til, at eg sjálvur vildi gerast mynda­ høgg ari, sigur Per Ung. Klassiskan íblástur Per Ung hevur sjáldan verið lovprísaður í ummælum, tí í eini ummælaraverð, sum áhaldandi vil síggja skeivar moder nistiskar vinklar, verður hildið, at klass iski stílurin hjá Per Ung leggur lítið nýtt aftrat tí, sum grikskir og rom verskir myndahøggarar avrikaðu. Kortini hevur Per Ung ongantíð vikið frá sínum klassiska íblástri, og ein av hans ara heilt stóru fyrimyndum er Michelangelo. – Eg eri fyrst og fremst hugtikin av Hann skal gera standmynd av Ólavi á Heygum Norski myndahøggarin, Per UNg, hevur fingið litið upp í heNdi at gera standmynd av ÓlAvi á heygUm í vestmanna. tann 77 ára gamli myNdAhøggAriN hevur frammanundan gjørt stANdmyNdir av bæði jesusi og fridtjofi nansen, og tá hann sá myNd av Ólavi á heygum í stavnhettu og sjÓstúkU, ivaðist hann ikki í, hvussu stANdmyNdiN skuldi síggja út. – hann var ein fattur frAmtAksmAðUr, og soleiðis verður standmyndin eisiNi, sigur per ung Eg varð smittaður sum av sjúku av mongu standmyndunum í Oslo, og tær vóru orsøkin til, at eg sjálvur vildi gerast myndahøggari