Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99 Sosialurin Áki Bertholdsen – Hetta er ein ætlan, sum er bæði hjartaleys og høpis­ leys. Tað sigur Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður fyri Javn aðarflokkin. Javnaðarflokkurin ger nú greitt, at hann fer undir ongum umstøðum at taka undir við uppskotinum hjá Rósu Samuelsen um at niður­ leggja yvir 30 pláss á sam býl­ um og ellis­ og røktarheimum kring landið. Mánadagin avdúkaði Sosia l urin, at fyri at spara pengar, hevur Rósa Sam­ uelsen skotið upp at niður­ leggja yvir 30 pláss ávísum sambýlum og ellis­ og røktar­ heimum og at flyta búfólkið á tey fýra, nýggju ellis­ og røktarheimini, sum nú verða bygd kring landið. Síðani hevur Javnaðar­ flokk urin havt floksfund um ætlanina, har bæði løg­ tingslimir og landsstýris fólk­ ini vóru við. Og Hans Pauli Strøm, framsøgumaður floksins í eldramálum, sigur, at niður­ støðan av fundinum er, at hetta fer Javnaðarflokkurin undir ongum umstøðum at góðtaka. Hann sigur, at talan er um 33 pláss kring landið, sum landsstýriskvinnan í al­ mannamálum hevur skotið upp at leggja niður. Umframt tey 13 plássini, sum skulu niðurleggjast í Suðuroy, skulu eisini 13 pláss niðurleggjast í Eysturoy og restin í Vestmanna, og bú­ fólkini flytast Bráðneyðugur tørvur Hans Pauli Strøm minnir á, at í mars í fjør legði Rósa Sam­ ulsen uppskot fyri Løgtingið um at hækka studningslánini til røktar heim og sambýli. – Tað var eftir eini poli­ t isk ari raðfesting hjá sam­ gong uni, at tað varð gjørt. Og tá sigur landsstýriskvinnan beinleiðis, at »tørvurin á bú­ plássum er als ikki nøktaður, og sambært nýggjastu hag­ tølunum hjá Nærverki hava 132 bráfeingis tørv á bú­ plássum«. Framsøgumaður Javnað­ ar floksins sigur, at hetta sein asta árið er støðan ikki batnað. Tvørtur ímóti ivast hann ikki í, at tørvurin er enn størri nú. Hann minnir eisini á, at hetta var bara fyri at nøkta tann bráðneyðugi tørvurin og afturat honum kemur so tann tørvurin yvirhøvur. – Nýggjasta uppskotið frá Rósu Samuelsen kunnu vit als ikki góðtaka, tí tað er stikk ímóti teimum politisku raðfestingum, samgongan annars er samd um. – Hetta er burtur úr vón og viti og tað fer Rósa Sam­ uelsen rætt og slætt ikki undirtøku fyri. Skal byggja meir Hann skilir væl sjónarmiðið um, at tað er ikki nútíðar­ hóskandi, at eldri fólk búgva í tveymanskømurum. – Men so skal Rósa Sam­ uelsen ikki loysa trupulleikan við at niðurleggja pláss. So skal hon loysa trupulleikan við at útvega fleiri pláss í teimum økjum, har um­ støðurnar hjá teimum eldru ikki eru nøktandi. – Ein politisk raðfesting hjá samgonguni skal ikki skúgvast til viks av tí at Rósa Samuelsen nú brádliga skal seta nakrar sparingar í verk, tí hetta er ein sparing, sum skal yvirhaldast. aki@sosialurin.fo Spariætlanir hjá Rósu Samuelsen eru hjartaleysar HØPISLEYS SPARING Javnaðarflokkurin torpederar nú uppskotið hjá Rósu Samuelsen um at niðurleggja 33 pláss á sambýlum og á ellis- og røktarheimum kring landið og at flyta búfólkið aðrastaðir at búgva Rósa Samuelsen hevur fing ið ta játtan, hon hevur biðið um. Tað staðfestir Hans Pauli Strøm tals­ maður hjá Javnaðarflokkinum í eldra­ málum. Rósa Samuelsen hev ur annars sagt fyri Sosial in um, at sam gongan hevur álagt henni ar spara 30 milliónir, men tað vísir Hans Pauli Strøm sostatt aftur. Hann vísir sostatt eis ini aftur, at tað er sam gongan, sum hev ur álagt Rósu Sam uel sen at seta ávísar spar ingar í verk á al mannaøkinum. – At hon síðani setir sparitiltøk í verk, er so ein raðfesting, sum hon hevur gjørt. Eins og hini lands stýrisfólkini, hevur Rósa Samuelsen sjálv ábyrgdina fyri tey uppskot, hon leggur fyri Løgtingið. Og í summum førum hevur samgongan í ting in um tikið undir við tí og í øðrum førum ikki. – Verður Rósa Sam uel sen løgd undir trýst at seta sparingar í verk, hon ikki kann góðtaka, eigur hon at seta sítt starv sum landsstýriskvinna í veð og sýta fyri at seta tær í verk, sigur Hans Pauli Strøm. – Eg finni meg ikki í, at lands stýris­ kvinnan javnan og savnan gev ur allari sam gong uni skyldini fyri tær sparingar, hon skjýt ur upp, sigur tals mað urin hjá Javn að ar flokkinum. Men nú hava tit sjálvi í Javnaðar­ flokk inum atkvøtt fyri fleiri av hesum uppskotunum, tí kallar asosial, eitt nú at avmarka stuðulin til heilivág og at avtaka stuðulin til dagtilhald fyri at nevna tvey dømi? – Ja, og vit renna ikki undan ábyrgdini. Men tað var alla tíð ina ætlanin, at spari­ til tøkini skuldu verða ein partur í eini heild, men restin kemur bara ongantíð. Eitt nú hevur tað verið upp á tal at inn­ tøkuregulera ymsar veitingar, men tað kemur ikki so nógv burtur úr. Hans Pauli Strøm sigur, lands stýris­ kvinnan í almanna málum fær ikki undir tøku frá javnaðar flokk inum til slíkan asosialan politikk longur. – Vit hava lært av tí, sum er hent og nú vilja vit síggja eina heildarloysn, sum byggir á reformar, heldur enn á sparingr burturav, tí tað byggir onki upp, sigur hann. Rósa eigur at seta sessin í veð BARBáRí – Uppskotið hjá Rósu Samuelsen um at niðurleggja 35 búpláss til eldri kring landið, er rætt og slætt barbarí, sigur Hans Pauli Strøm, talsmaður hjá Javnaðarflokkinum í eldramálum Hetta er at bróta bæði penssjónsskipanina og álitið niður Hans Pauli strøm hans pauli upphevjar seg sjálvan Viðmerking frá Rósu Samuelsen á s. 26 Hetta er at lumpa pensjónistar Hans Pauli strøm