Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 99 · 25. juni 2010 11 VIKUSKIFTI mannakroppinum, og tað einasta, eg tími at gera, er standmyndir. Eg vil ikki broyta samfelagið við míni list, men siga søguna um mannakroppin við at yvirdríva formarnar, so ljós og skuggar sleppa at spæla frítt, og fólk merkja tað, tey síggja. Mítt mál er at fáa lív í deytt tilfar, sigur Per Ung. Yngri myndahøggarar hava mangan spurt hann, hvat krevst fyri at gerast ein góður myndahøggari. Um teir vænt­ aðu at fáa eina vegleiðing um, hvussu standmyndir skulu gerast, gjørdust teir ivaleyst vónbrotnir, tí Per Ung hevur eittans svar upp á tann spurningin. Um tú ikki kanst lata vera, so hevur tú ein kjans. Tað snýr seg um at hava hug. – Eg fór á listaskúla sum 18 ára gam­ al, og sum 21 ára gamal vann eg eina kapp ing, sum gav mær eina ávísa um­ røðu. Men tey næstu 20 árini vóru hart arbeiði við ongum pengum og nógvum stríði. Ikki fyrr enn eg var farin um tey 40, kundi eg liva nøkulunda av míni list. Í dag livi eg væl og kæri ikki mína neyð, sigur tann 77 ára gamli norski mynda høggarin. Universella listin Meðan bilarnir strúka framvið í Vágs­ botni, og skipini hvíla við Molan, fer hann at hugleiða um meiningina við at skapa list. Menniskjan fekk fyri mong­ um túsund árum síðan hug at tekna seg sjálva, og tað fer hon at halda fram at gera, tí hon hevur áhaldandi tørv á at avmynda og skoða seg sjálva, eins og grikk ar gjørdu, tá teir teknaðu sínar egnu skuggar í sandin. – Vit ferðast upp á mánan, men vit fara altíð at forma okkum sjálvi í leiri. Standmyndin gevur okkum eina visuella uppliving av nøkrum, sum er ítøk iliga til staðar, og sum vit skilja. Kanska er tann klassiska stand myndin ikki nýskapandi, eins og avant gard­ isman sigur seg vera, men hon er uni­ versell og verður standandi sum góðska, sama hvørji rák eru uppi í tíðini, sigur Per Ung. Nógv bendir á, at klassiski stílurin og evnini hjá Per Ung at fáa deytt til far at liva fara at síggjast aftur í stand mynd­ ini av Ólavi á Heygum, tí gips modellið, sum hann hevur gjørt, ímyndar ein hábærsligan mann á fastari grund, ið virkar sera nærverandi, tí eitt vind­ blak fær klæðini at liva. Og soleiðis fer Ólavur á Heygum at standa og líta út yvir Heyganes. – Eg fegnist nógv um at vera sloppin at gera standmyndina av Ólavi á Heygum, og eg má siga, at Føroyar eru inspi rerandi at uppliva. Tit eru tættari knýtt at søguni enn norðmenn og virðis meta tað, sum fólk hava avrikað. Eitt skilji eg kortini ikki, og tað er, at ongin stand mynd av Williami Heinesen er at síggja her. Átti hann ikki at fingið eina stand mynd eisini, spyr Per Ung at enda. Fakta per ung Føddur: 1933 Bústaður: Oslo Starv: Myndahøggari Útbúgving: Statens Kunstakademi 1952-55 við Per Palle Storm sum lærumeistara. Hevur vunnið fleiri kappingar innan myndahøgging Per Ung hevur kannað staðið á Heygum í Vestmanna, har standmyndin av Ólavi á Heygum skal standa. Har fer hon at standa væl, heldur hann. Ólavur á Heygum í stavnhettu og sjóstúku. Eftir hesi myndini verður standmyndin gjørd. mynd: jens kristian vang