Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99 12 Sosialurin Kjak Kirstin Strøm Bech Borgmeistari Vágur Fyri lítlum ári síðani byrjaði byggingin av ellis- og røktar- heiminum í Vági av álvara, og í dag er húsið reist og verður væntandi liðugt í mars 2011. Nú verkætlanin er veru- leiki og er komin væl áleiðis, eru fólk byrjað at leggja inn umsóknir til búpláss, hóast viðtøkur og umsóknarbløð ikki eru gjørd ella lýst. Tað er ikki neyðugt hjá mær at greiða frá truplu og møtimiklu gongdini í hesum máli. Hana kenna flest øll, men tað stutta av tí langa er, at fýra kommunur - Vágur, Sumba, Porkeri og Hov átóku sær eina lániskuld á góðar 35 mió kr afturfyri at fáa: • 24 eldrabúpláss afturat í Suðuroynni • Umleið 40 ársverk Sjálvandi eru búplássini til eldri tað grundleggjandi og týdningarmesta í hesum máli, men 40 ársverk í einum øki, har kreppan rakti meint, og fólkaflytingin hevur verið stór, hevði havt alstóran týdning. Júst hetta tóktist eisini tá at liggja í kortunum hjá landsstýrinum. Nú um dagarnar bórust tíðindi um ætlaðar sparingar á eldraøkinum. Útbyggingin á økinum verður ikki eins stór og ætlað, og 30 búpláss skulu niðurleggjast. Av hesum 30 plássum eru tey 13 í Suðuroynni – einum øki har fólkasamansetingin er soleiðis háttað, at lut fals- liga eru fleiri eldri fólk enn í øðrum økjum. Í Suðuroynni búgva um- leið 10% av Føroya fólki. Sparingin hjá Rósu Sam uel- sen leggur upp til, at eldra- økið í Suðuroynni skal bera góð 43% av ætlaðu spar­ ingini. At grunda hesar ætlaðu broytingar á sømiligar og virði ligar umstøður á Suð- uroyar ellis-og røkt ar heimi fellur einum fyri bróstið. Sjálv andi skulu okkara gomlu og røktarkrevjandi hava sámuligan bústað, men hetta er ikki orsøkin til ætl- aðu broytingar á hesum heimi. Rósa Samuelsen – kalla ein spaka fyri ein spaka. Broyt ingin er ein kærkomin undanførsla fyri sparingum á økinum. Heldur enn at niðurpína eldraøkið og ikki minst tær kommunur, sum hava átikið sær at byggja nýggja ellis-og røktarheimið, átti tillagingin á Suðuroyar ellis- og røktarheimi at verði gjørd so við og við, soleiðis at talið á búplássum verður tað sum upprunaliga ætlað – og sum lovað varð kommununum, sum átóku sær stóru lániskuldina fyri eitt øki, sum landið eigur – men hevur »forsømt« í mong mong ár. Vit í Suðuroynni kunnu ikki góðtaka hesa viðferð. Vit kunnu ikki góðtaka, at samgonguflokkarnir, sum upprunaliga komu við uppskotinum um bygg ing av nýggjum ellis- og røktar- heimi í Vági nú renna undan givnum lyftum. Viðgerðin av hesum máli fer nú at vísa okkum, hvørt givin lyftir verða hildin. Hvørt vit í Suðuroynni eiga nakran góðan í landsins leiðslu. Livst so spyrst. Suðuroyggin skal bera 43 % av sparingini Vit hoyra javnan um grumm- ar yvirgangsatgerðir, sum fáfongdir, eirindarleysir marg bøðlar fremja móti tjóð um, teir hava tikið valdi á. Vit øtast um tað, vit hoyra, og vit hugsa, at tað er gott, at slíkt ikki hendir í okkara demokratiska og menniskjaliga fosturlandi. Tað er, Gud havi lov, bara í fjarskotnum, talibani ser- að um londum, at manna- rætt indi verða kúgað. Ikki í okkara dýrabara væl- ferðarsamfelag. Okkara sam felag er grundað á tey kristnu virðini, á human- ar grund reglur og anda- ligt marg feldi. Vit eru í heila tikið so tilvitað um tað rættvísa, at vit skilja ikki, at talibanskar sam- felagskipanir eru til, og vit skultra okkum í frelstum hugmóði. Men so kortini. Skuldi onkur hildið, at her hjá okkum valda bara rættvísi, vísdómur og menn- iskjaleiki, so vildi eg meint, at viðkom andi er farin eitt sindur skeivur. Í hvussu so er vórðu vit herfyri dyggi liga mint á, at okkara fólka ræðiliga samfelag rúm ar máttmiklum mynd- ug leikum, ið útinna sítt lóg- arfesta yvirvald við slíkum ídni, at kristnu virðini og humanu grundreglurnar tykjast at vera býir í Af- ghan istan. Hesir somu myndug leik- ar, ið høvdu játtað, at parið skuldi sleppa at verða for- eldur, tók eitt smábarn, sum tey høvdu ættleitt fyri kortum, frá teimum aftur. Tú hoyrdi um sorgar leik- in í útvarpinum, og tú las um hann í bløðunum. Við tínum besta vilja skilti tú ikki, at hetta hendi, men tú skilti, at hetta snúði seg um, at myndugleikarnir vóru vorðnir varugir við, at onkur leiðregla ikki var fylgd í ætt- leiðingar mannagongdini. Tí gjørdi teir av at ógilda ættleiðingina. Nú var ikki talan um vanlig, biologisk for eld- ur, ið kunna gera og vera ímóti sínum Gudgivnu børn um, sum teimum lyst ir. Men høvdu ættleið- ingar foreldrini verið órein ímóti barninum? Hevði barnið verið fyri harðskapi av onkrum slag? Ikki eftir tí, vit fingu at vita. Tað varð sagt, at barnið treivst væl. Her er vert at minna á, at tað er ikki vanligt at taka børn frá biologiskum foreldrum, uttan so, at talan er um grova misrøkt. Og tað kemur fyri, at biologiskt gitin børn verða bæði van- røkt og skemmað av sínum biologisku foreldrum, uttan at mynduleikarnir tá gera sína skyldu. »Bíða nú!«, mótmælir tann skilbundni. »Tú vevur manngjørdar lógargreinir og tað Gudgivna saman í ein vavgreyt. Tú mást skilja, at menniskjaleiki og miskunn eru ikki annað enn forðandi, sentimentalir kleppar fyri lógbundna skynseminum, og tað ber ikki til í einum rættarsamfelag!« Satt er sum sagt varð. Og við tað at onkur prose - dura í ættleiðingar manna- gongdini varð lop in um, høvdu somu mynd ug- leik ar skyldu til at benda manna gongdina á røttu kós. Lógar greinir eiga at verða hildnar, og leið reglur skulu verða fylgdar. Tað gerst ikki við, at ein familja av tí sama fer í skeljasor. Ættleiðingarnevndin hevur bara gjørt sína skyldu, og vit kunna ikki pilka við hennara vísa, salomonska atburð. Tað er ikki skyldan hjá ættleiðingarnevndini at vera menniskjalig. Tað avgerandi er, at tað kald- gløgga rættvísi er fullgjørt. William Smith Harðræði í fólkaræðnum Oddmar á Steig Viðvíkjandi rúsdrekkapoli­ tikki landsins! Heldur tú, at tað er rætt, at rúsdrekka landsins liggur undir landsstýrismanninum í vinnumálum? Lógin um rúsdrekka landsins tosar um at tálma brúkið av rús- drekka. Kann tað vera rætt, at vinnu málastýrið, ið skal fremja vinnumál, er rætta stýrið í rúsdrekkamálinum? Eg – og mong onnur við mær undrast á »logikkin« hjá lands stýrinum í hesum máli. Er tað ferðavinnan, E.S. o.s.fr. ið skal stýra rús- drekka mynstri num í Føroy- um? Hvussu við teim vaks- andi rúsdrekkaloyvunum – ser liga her í Tórshavn – og náttar lívinum? Mær er sagt, at tað eru uml. 40 skeinki­ loyvi í Tórshavn? Hvussu við heilig dagslógini? Fyribils hevur menta mála kvinnan »súltað« hana í minst eitt ár – góðtekur tú tað? Vit eru mong, hava ljósari dreymar um, at Føroyar skuldu verið ein fyrimynd á nógvum økjum – og at poli- tiið skuldi havt minni at gera í komandi tíðum. Men tá landsmyndugleikarnir ganga á odda í lógloysi, hvat kunnu vit so vænta! Vónandi gert tú títt íkast til at fremja landsins lóg- ir á ein rættan hátt. Albert Schweizer segði: Lív ið hevur lært meg tað, at fyri- myndin er altíð tann besti lærimeistarin. Góði Kai Leo, royn títt ítarsta, so vit kunnu síggja fram móti ljósari tíðum í Før- oyum! E.S. Rúsdrekka ella rús evni – byggja ikki land. Sunn sál í sunnum likami. Opið bræv til løgmann um rúsdrekka