fríggjadagur 25. juni 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 99 · 25. juni 2010
12
VIKUSKIFTI
Býarmenning
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Vit hava vitað tað síðan landnámstíðina:
at flag er besta bjálving til húsatekjur.
Nú koma hini so halsandi aftaná og
vilja eisini hava flag á tekjurnar. Fyrst
og fremst av umhvørvisávum. Tí flag
tekjur hava óendaliga nógvar fyrimunir
og nærum ongar vansar.
Herfyri samtykti býarstýrið í Keyp
mannahavn, at allir nýggir bygningar
við flatari tekju skulu klæðast við
grasi og øðrum vøkstri. Og her gongur
danski høvuðsstaðurin í fótasporunum
á øðr um framkomnum stórbýum, sum
ynskja at selja seg sjálvar sum miljøbýir,
eins og eitt nú Toronto í Canada. Eisini
aðrir stórbýir gera seriøsar royndir við
flagtekjum og geva í mongum førum
byggiharrum fíggjarligar fyrimunir, um
teir byggja grønt. Vit kunnu nevna býir
sum Berlin, Chicago, Cologne, Linz,
Münster og Portland, Oregon.
Men hví skulu øll nú knappliga
herma eftir okkum norðbúgvum? Tí tað
er ikki bara í Føroyum, at flagtekjan
er gamal byggisiður. Eisini í Noregi og
í øðr um Norðurlondum hevur verið
vanligt at leggja flag á tekjurnar.
Loysir seg fíggjarliga
Í einum uppriti, sum danskir granskarar
á Center for Park og Natur hevur skriv
að til høvuðsstaðarkommununa, verður
greitt frá øllum fyrimununum við flag
tekjum, sæð frá einum um hvørvis sjón
ar miði.
Í uppritinum verður staðfest, at
hóast tað kostar eitt lítið sindur meira
upp á seg at fáa sær flagtekju, so vinn ur
íløgan seg sjálva inn aftur eftir stutt ari
tíð, tí tekjan fær dubulta livitíð. Har
umframt tryggjar eigarin sær, at hann
lýkur framtíðar umhvørviskrøv.
Nógvir fyrimunir
Samanumtikið kunnu vit siga, at grønt
á tekjuni bjálvar húsini, bæði á sumri og
á vetri, og at hetta sjálvandi minkar um
Nú vilja
øll hava
flagtak
GRønt er in. Tí hevur ein og hvør vesTurlendskur
stóRbýuR við Respekt fyri sær sjálvum seTT sær fyri, aT
tekjuRnaR skulu verða TakTar við flaGi og øðrum vøksTri
Vakurleiki
og vælvera
Grønar tekjur variera eina, í
mongum førum einstáttaða,
býarmynd, við at bjóða
estet iskt og arkitektoniskt
fjøl broytni. Hetta skapar
visuellan áhuga, umframt
at grønt í umhvørvinum
hev ur víst seg at minka um
strongd.
Betri luft
Við at lækka tann ofta
ekstrema summarhitan,
hava grønur tekjurnar
eisini við sær eina minking
av skaðiligum evnum
og partiklum í luftini.
Harumframt minka
flagtekjurnar um útreiðlur
til at hita og køla húsini
niður, tí grønar tekjur bjálva
so væl. Lægri orkutørvur
minkar eisini um CO2 útlátið
og onnur dálkandi evni. Ein
canadisk kanning frá 2003
vísti, at flagtekjur minka um
hitamissin á vetri og tørvin
á klimaskipanum á sumri við
tilsamans 75 prosentum.
Keldur:
Notat om grøNNe tage, CeNter for ParK og Natur
www.greeNroofs.org
Hesi gomlu
húsini eru
norsk