fríggjadagur 25. juni 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99
Sosialurin
Byggið upp heldur enn
at bróta niður – ikki bara
skipanir men eisini álit
millum politisku skipanina
og borgararnar.
Landsstýriskvinnan
í almannamálum hevur
boð að frá, at hon ætlar at
avtaka javningina av pen
sjón unum, fyri at spara
peng ar á almannaøkinum.
Haldi hetta vera púr
asta í mótstríð við tær
posi tivu ætlaninar, sum
annars eru um hesi við ur
skifti í komandi pen sjóns
reforminum.
Í staðin fyri at avtaka alla
javningina hjá bæði fólka
og fyritíðarpensjonistum,
eiga vit at seta eina nýggja
javningarskipan
í
gildi,
sum
tryggjar,
at
pen
sjón ir nar bæði fylgja við
broytingunum í sátt mála
løn unum og við prís tal in
um. Hetta kann t.d. gerast
soleiðis, at fyri komandi
ár verður útroknað eitt
javningartal, sum er eitt
miðaltal av lønar og prís
vøkstrinum árið fyri.
Sum nú er verður bert
viðbótin í fólkapensjónini
javnað við 3%. Grund upp
hæddin, sum er tann størri
parturin av fólkapensjónini,
verður als ikki javnað. Hetta
merkir,
at
samanlagda
fólka pensjónin bert verður
javnað við umleið 1,25%.
Hjá fyritíðarpensjonistum
verður øll pensjónin javnað
við 3%.
Hvat hevði hetta blivið,
um nevnda uppskot um
eina nýggja javningarskipan
hevði verið galdandi í dag?
Tvs. um vit ásettu javn
ingina av pensjónunum í
2010 eftir einum miðaltali
av lønarhækkingini og prís
talinum í 2009?
Hækkingin av lønar
sátt málunum, sum í fjør
varð innløgd í galdandi
fíggjarlóg, er 3%.
Viðv. prístalinum mink
aði ársmiðalprístalið úr 116,7
í 2008 til 115,5 í 2009. Tvs. ein
broyting uppá 1,0%.
Eitt miðaltal av lønar
hækking og broyting í prís
talinum hevði sostatt verið
miðaltalið av 3% og 1%.
Javningartalið fyri 2010
hevði eftir hesum blivið
1%.
Hvussu hevði hetta sama
kunna verið fyri komandi
ár? Altso, ístaðin fyri at
avtaka alla javningina.
Taka vit sátt mál an á
privata
arbeiðs markn að
in um sum dømi, so fingu
tey eina hækking (í løn +
eftirløn) uppá 3,8% yvir 2 ár.
Svarandi til 1,9% árliga.
Taka
vit
prístalið,
kenna vit higartil bert 1.
árs fjórðing í 2010, men
samanbera vit við 1. ársfj.
Í 2009, so er prístalið fallið
úr 116,1 niður í 115,2. Tvs. Ein
broyting uppá 0,8%.
Eitt miðaltal av broyt
ingini í lønarsátt málum og
prístalinum hevði tí verið
0,55%.
Høvdu vit eitt annað ár
havt ein lønarvøkstur uppá
2% og prístalsvøkstur uppá
3%, so hevði javningartalið
av
pensjónunum
verið
miðal av tí, nevnliga 2,5%.
Á henda hátt hevði
man tryggjað sær, at pen
sjónirnar altíð fylgdi teirri
gongdini í samfelagnum,
sum avmyndast í lønar og
príshækkingunum.
Hans Pauli Strøm
Set heldur
nýggja javn
ingar skipan av
pensjónunum
í gildi!
Johan Petersen
Sjálvsstýris og loysingar
menn hava ein veikleika fyri
at manipulera við søguligum
tilfaritil egnan fyrimuns.
Setur tú spurnartekin við
teirra søgufatan, blíva teir
firtnir.
Í
svari
avdúkar
Hans
Andr.
Sølvará,
at
hans ara søguskriving onki
undantak er í so máta. Ja,
hann ger enntá klassisku
deyðssyndina, at meta søgu
ligt tilfar út frá nútíðar
við urskiftum í staðin fyri,
at meta søguna út frá síni
samtíð
Í drúgvum svar til fyri
spurning mín til Hans Andr.
Sølvará, um hvussu hann sum
søgufrøðingur kann leggja
navn til løgtingssøguna, har
hann í sera stóran mun viðger
politiska
virkisemið
hjá
Jóannesi Patursyni, meðan
samtíðar og mótstøðumaður
hansara, Andras Samuelsen,
nærum ikki verður nevndur,
og hvar ið hansara fakligi
stoltleiki sum søgufrøðingur
er, nýtir HAS fyri ein stóran
part politisk argument fyri
at rættvísgera sína søgu
skriv ing.
Politiskt
kannustoyparí
Ja, hann fer enntá so langt,
at hann loyvir sær politiskt
kannustoyparí, tá hann hug
leiðir um, hvussu føroyska
samfelagið hevði sæð út, um
Sambandsflokkurin
fram
vegis hevði ta undirtøku,
sum hann hevði undan 2.
heimsbardaga.
Og
hetta
ger hann á ein hátt, sum vit
kenna tað aftur frá loys
ingarpolitikarum.
Eisini tykist HAS at blíva
firtin, tí eg skal hava lagt
eftir honum persónliga. Men
tað er sum so mangt annað,
hann sigur meg hava skrivað,
skeivt. Eg kenni ikki HAS
og havi sett spurning mín
til søgufrøðingin HAS og
spurt eftir hansara fakliga
stoltleika. Harí liggur onki
persónligt.
Ikki løgtingssøga,
men sjálvstýrissøga
Fari ikki í politiskt kjak
við søgufrøðing, men skal
tó takka honum fyri, at
hann – hóast sera innballað
– viðgongur, at hann hev
ur lagt dent á søguna hjá
sjálvstýrisrørsluni,
og
at
hansara bók ikki ber sum
søguligt
keldutilfar.
Bert
spell,
at
søguverkið
ber
heitið løgtingssøgan. Tað átti
sjálvandi at itið sjálv stýris
søgan. Og gott, at eg bert í
lítlan mun havi nýtt søguverk
hansara sum keldutilfar, men
mest løgtingstíðindi.
Klassiska deyðsyndin
Men sæð í søguligum ljósi
er tað skelkandi, at søgu
frøð ingurin ger viðmerk
ingar, har hann ger klass
isku deyðsyndina ikki at
seta søguna í samtíðar per
spektiv.
Hann tulkar úrslitið av
fólkaatkvøðuni í ´46 sum
sjálvstýris ella loysingar
maður og sær burtur frá
ógildigum
atkvøðum.
Á
henda hátt fær hann – hok
us pokus so sum aðrir loys
ingarmenn fleirtal fyri loys
ing.
Hevði hann hugsað sum
søgufrøðingur, hevði hann
spurt seg sjálvan, hví heili
4 % av atkvøðunum vóru
ógildugar.
Vanliga
liggur
hetta tal undir eini hálvari
promillu. Við fólkaatkvøðuna
var talan sostatt um nærum
100 ferðir fleiri ógildugar
at kvøður,
enn
vanligt.
Hetta svarar til, at tað ikki
bert vóru 18 atkvøður, sum
vóru ógildugar við seinasta
løgtingsval, tá Føroyar vóru
eitt valdømi, men út við 1300!
Og tað má hava eina orsøk.
Samtíðarorðaskifti
stóra ávirkan
Og tað hevur tað eisini.
Orðaskiftið undan fólka at
kvøðuni er sjálvandi orsøkin
og harvið ”nei”atkvøðurnar.
Hetta vóru í hvussu so er ikki
loysingaratkvøður, líka so
lítið sum tær vóru atkvøður
fyri stjórnaruppskotinum.
HAS hevur púra rætt, tá ið
hann sigur, at tað ongastaðni
í lógaruppskotinum, sum
fólkaatkvøðan bygdi á, stóð, at
tað kravdist eitt kvalifiserað
fleirtal fyri loysing. Men tað
stóð heldur ikki, at vanligt
fleirtal var nokk. Har stóð
snøgt sagt onki um, hvussu
fólkaatkvøðan skuldi tulk
ast.
Men hevur tú virðing
fyri søguni, so kannar tú
eftir, hvørjar umstøður vóru
galdandi tá. Og tá fært tú í
hvussu so er at vita, hvussu
samtíðarmenninir uppfataðu
fólkaatkvøðuna. Og tað má
alt annað líka vera rættari
enn tað, sum HAS heldur í
dag.
Føroyingar ynsktu
ikki loysing
Tað framgongur týðiliga (ikki
av ”sjálvstýrisløgtingssøgu”
HAS´s, men av løgtingstíð
indum), at bæði Andras
Samuelsen
og
Thorstein
Petersen uppfataðu fólka
atkvøðuna sum leiðbeinandi,
og at Thorstein Petersen
har afturat uppfataði tað so,
at kvalifiserað fleirtal var
neyðugt.
Tað kann tí ikki vera
rætt, tá ið HAS og aðrir loys
ingarmenn halda, at reint
formliga atkvøddu føringar
fyri loysing, tá ið Andras
Samuelsen
og
Thorstein
Petersen ikki uppfataðu tað
soleiðis undan atkvøðuni.
Tí var tað sjálvandi púra
rætt, tá ið kongur sendi
tingið til hús og nýval bleiv
útskrivað. Og tað valið beindi
burtur allan iva. Føroyingar
ynsktu ikki loysing.
Politisk søguskriving