fríggjadagur 25. juni 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 99 · 25. juni 2010
13
VIKUSKIFTI
orkunýtsluna. Grønur vøkstur minkar
um strongd hjá íbúgvunum, og økir um
trivnaðin, eisini tí flagið ljóðisolerar
húsini væl. Gras og annar vøkstur
minka eisini um dálkkandi evnini í
luftini í stórbýnum, tí vøksturin sýgur
evnini til sín og reinsar á tann hátt
luftina. Ein annar týðandi fyrimunur
er, at grasið upptekur stórar nøgdir av
regn vatni og hetta minkar um trýstið á
kloak skipanirnar, sum frammanundan
eru undir stórum trýsti.
Keypmannahavn á odda
Í dag hava umleið 30 bygningar í Keyp
mannahavn flagtekjur. Harímullum
Nationalbankin, Posthúsið á Jagtvej
og Hotel Palace við Ráðhúsplássi. Men
framyvir skulu allar nýggjar slætt ar
tekjur, sum hella í mesta lagi 30 stig,
hava grønan vøkstur. Roknað verður
við, at umleið 5000 fermetrar av grøn
um verður á tekjunum árliga, um býar
menn ingin verður sum ætlað.
Nýggja átakið hjá Keypmannahavnar
kommunu er tað mest ambitiøsa inn
an grønar tekjur í heiminum. Bert í
Toronto í Canada eru tey á støði við
Keyp manna havn.
Nýggja átakið verður lagt fram á
ein ari heimskongres í London í heyst.
myndir: tilvildarligar
Regnvatn
Vit vita, at veðurlags broyt
ing arnar hava stórar broyt
ingar við sær í veður lagnum.
Eitt nú verða stormarnir
ógvusligari og meiri avfall
kemur niður. Tí er tað eisini
ein fyrimunur, um nógvar
flagtekjur eru í býnum, tí
flagið upptekur úti við 85
prosentum at regnvatninum
teir fyrstu regntímarnar og
hetta minkar um trýstið
á kloakskipanina við 60
pro sentum. Sostatt minkar
vandin fyri vatnflóð, og
komm unan sparir nógvan
pen ing til viðlíkahald av
kloak skipanini.
Kølir
býin niður
Stórbýir eru sum heild
heitari enn smærri býir. Tað
kemst av, at býurin hevur
nógvar massivar flatur, sum
umskapa sólarljósið til hita.
Býurin verður sum ein grýta.
Vantandi vøkstur darvar
natúligu niðurkølingini, sum
annars fer fram í nátt úruni.
Nógvi hitin økir um skað iliga
útlátið av ozon og um tørvin
á orkuslúkandi køliskip
anum ella air condition.
Við at planta sum mest í
býnum, minkar hitin og eftir
spurningurin eftir kulda skip
anum. Kanningar í Toronto
hava víst, at um 50 prosent
av tekjunum eru flagtekjur,
minkar hitin í býnum við 2ºC,
sum so aftur hevur við sær
eina munandi minking í orku
nýtsluni.
Les meira á:
greenroofs.org, igra-world.com
worldgreenroof.org