mikudagur 23. januar 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 15 - 23. januar 2002
Nr. 15 - 23. januar 2002
3
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Plátufelagið Tutl, sum sein-
astu fýra árini hevur verið
við á MIDEM tónleika-
stevnuni, verður ikki við í
ár. Tutl hevur aðrar ætlanir
Tá stóra MIDEM tónleika-
stevnan verður hildin í
Cannes frá 20. til 24. januar
verður tað uttan plátufelag-
ið Tutl.
Tutl hevur verið við á
hesi stevnu seinastu fýra ár-
ini, men í ár hava tey gjørt
av ikki at vera við.
- Tað hevði verið gott at
verið við og víst flaggið,
men vit hava valt at rað-
festa øðrvísi í ár, sigur
Kristian Blak.
Tutl fer í hesum árinum
heldur at senda føroyskar
tónleikarar út í heim at
spæla. Í fjør vóru konsertir
uttanlands, og aftur í ár
verða tað konsertir.
Síðst í hesum mánaði-
num verður fyrsta tónleika-
ferðin, tá Kristian Blak og
hansara fólk í Shalder fara
á konsertferð í Argentina.
Ætlaðar konsertir hjá
Clickhaze verða av-
lýstar, um uppihaldið
hjá Eivør Pálsdóttir í
Íslandi verður drúgt
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Føroyski
rockbólkurin
Clickhaze stendur í løtuni
uttan sína stóru stjørnu,
songkvinnuna Eivør Páls-
dóttir, sum í farnu viku fór
til Íslands at hvíla seg og
fáa viðgerð fyri kropsliga
og sálarliga strongd.
Clickhaze spældi tó á
trimum konsertum farna
vikuskiftið, men bólkurin
fer neyvan at spæla aftur,
fyrr enn Eivør kemur heim
úr Íslandi.
- Tað er upp á tal, at vit
skulu vera við á onkrum til-
tøkum í næstum, men um
uppihaldið hjá Eivør í Ís-
landi dregur út, so verður
hetta av ongum, sigur Jón
Tyril, gittarspælari í Click-
haze.
- Vit fara at brúka kom-
andi tíðina til at venja í og
skriva nýggjar sangir. Eivør
hevur ein týðandi leiklut í
Clickhaze, og hon er partur
av øllum tí, sum vit hava
gjørt, tí kunnu vit ikki so
væl spæla uttan hana, sigur
Jón Tyril.
Tað er óvist, hvussu
leingi Eivør verður verandi
í Íslandi, men hon ætlar sær
at taka neyðugu tíðina fyri
at koma fyri seg aftur.
Clickhaze
bíðar eftir
Eivør
Limirnir í Clickhaze brúka tíðina, meðan Eivør er í Íslandi, til
at venja og gera nýtt tilfar
Tutl leggur á annan bógv
Tutl fer í jubileumsári sínum
at senda føroyskar tónleikar-
ar út um landoddarnar at
spæla
Í myrka skúlagarð-
inum í Sankta Frans
skúla í Havn hava fólk
í fleiri ár havt til
fragd at roykja hasj
um vikuskiftið
MISBRÚK
Turið Kjølbro
Hvønn mánamorgun á síni
rundu ígjøgnum skúlagarð-
in og skúlaøkið finnur
húsavørðurin
í
Sankta
Frans skúla í Havn holaðar
sodavatnsfløskur og annað,
fólk hava brúkt til at roykja
hasj við. Hetta fer fram inni
undir skýlinum í ovara
skúlagarðinum eftir skúla-
tíð, um kvøldarnar og ser-
liga um vikuskiftið í øllum
veðri so at siga.
- Hevur tað verið kolandi
stormur, er minni at finna,
men annars komi eg fram á
ymiskt
hvønn
einasta
mánamorgun, greiðir húsa-
vørðurin frá.
Hvørji hesi fólkini eru,
sum roykja hasj í skúla-
garðinum í Sankta Frans
skúla, veit húsavørðurin
ikki. Sjálvur hevur hann
ongan sæð, so vit kunnu
ímynda okkum, at hetta eru
ungfólk. Staðið er kanska
væl valt. Har er eingi ljós í
nánd og tí ógvuliga myrkt
og friðarligt.
- Tað loysir seg ikki at
seta píkatráð upp ella
steingja garðin inni. Tey
ungu finna altíð ein útveg
at sleppa inn. Men settu vit
ljós upp í garðinum, rokni
eg við, at hesi fólkini hildu
seg burtur. Tá høvdu tey í
øllum førum ikki kent seg
so trygg.
Talan er um fløskur, sum
hol er brent ígjøgnum og
slanga
uppá
8-10
cm
stingur uppúr. Eisini kemur
húsavørðurin framá brotnar
tendrarar og áfyllings-
dunkar til gasstendrarar,
sum eftir øllum at døma
verða brúkt hjá fólki til at
fáa eina kenning við. Um-
framt liggja brotnar øl-
fløskur eisini í garðinum.
Leivdirnar frá hasjroyk-
ingini
er
húsavørðurin
komin framá í nógv ár, í
øllum førum í eini 6-7 ár.
Løgreglan hevur tvær ferð-
ir verið á staðnum, kannað
málið og farið avstað við
fløskum.
Leiðslan á Sankta Frans
skúla sigur, at tað er ógvu-
liga torført at fáa bilbukt
við misbrúkið, sum fer
fram á økinum hjá skúlan-
um.
- Hetta fer fram, tá ið
eingi børn eru í skúla, og
tískil síggja næmingar á
skúlanum ikki, hvat fer
fram. Og tað verður altíð
ruddað upp, áðrenn børnini
koma í skúla um morgunin.
At steingja skúlagarðin av,
er ongin loysn, men at seta
ljós kundi kanska hjálpt,
sigur Selmar Jacobsen,
stjóri í Sankta Frans skúla.
Skúlagarður brúktur til misbrúk
Kommunuskúlin í
Havn hevur tikið stig
til at seta á stovn ein
bólk við serfrøðing-
um, ið hjálpir børn-
um, sum hava trupul-
leikar av ymsum slag
SKÚLIN
Turið Kjølbro
Sum tann fyrsti skúlin í
Føroyum hevur Kommunu-
skúlin í Havn í samráð við
Sosialu deild í Tórshavnar
býráð tikið stig til at seta á
stovn ein bólk við serfrøð-
ingum, ið hjálpir børnum,
sum hava trupulleikar av
ymsum slag. Serfrøðingar-
nir eru sálarfrøðingur, so-
sialráðgevi, ráðgevarar av
ymsum slag ella sum heild
fólk, ið hava gott tak á
børnum. Enn er tiltakið so
nýtt, at ikki ber til at siga,
hvussu tað roynist, men
skúlastjórin, Hanus Joen-
sen, hevur góðar vónir.
- Foreldur taka væl ímóti
tiltakinum, tí tey síggja all-
arbest, at børnini hava
trupulleikar. Hinvegin er
misjavnt, hvussu væl allir
næmingar taka ímóti til-
boðnum ella viðgerðini,
teimum stendur í boði.
Nøkur taka væl ímóti, með-
an onnur als ikki vilja vita
av, at tey hava trupulleikar.
Næmingar, ið fáa hjálp í
boði, hava sum heild tungar
og stórar trupulleikar, ið
kunnu hava ógvuliga ym-
iskar orsøkir. Hjálpin, sum í
størstan mun er samrøða,
verður veitt í skúlatíð.
- Sum heild eru hetta
eldri næmingar og enda-
málið er at læra tey at seta
mørk, at uppbyggja sjálvs-
kensluna og sjálvsvirðing-
ina, sigur Hanus Joensen.
Trupulleikarnir, næming-
arnir hava, eru ikki komnir
eftir einum degi. Heldur
hinvegin er hugsandi, at teir
hava drigist við teir í nógv,
nógv ár.
- Fyrr hjálp verður sett
inn, størri er møguleikin
fyri at fáa tey á beint aftur,
sigur Hanus Joensen.
Spurningurin er so, hví
skúlin tekur stig til eitt slíkt
tiltak.
Eru
ikki
aðrir
stovnar, ið eiga at hjálpa
børnum, sum hava trupul-
leikar.
- Møguligt, men hesi
børnini ganga í okkara
skúla og fyri at undirvís-
ingarstøðan skal vera nóg
góð, er neyðugt at næm-
ingar klára at taka ímóti
undirvísing, og tað megna
teir ikki, um teir eru illa
fyri sosialt ella í aðrar
mátar. Tí meta vit, at tað er
arbeiðið hjá okkum at geva
næmingum fyritreytir fyri
at kunna læra.
Hetta serliga tiltakið, ið
ikki kann sigast annað enn
er sera positivt, hevur leingi
verið í umbúna.
- Fyrireikingarnar hava
verið drúgvar og tungar,
ikki minst at fáa skipanina
at góðtaka tiltakið, tí onkur
skal jú gjalda.
Í øðrum londum er van-
ligt, at skúlar í samstarvi
við almennar myndugleikar
taka stig til tilboð, ið kunnu
hjálpa skúlanæmingum við
trupulleikum.
Veitir næmingum við
trupulleikum hjálp
Næmingar megna ikki at
taka ímóti undirvísing, um
teir eru illa fyri sosialt ella í
aðrar mátar. Tí er tað okkara
arbeiði at geva næmingum
fyritreytir fyri at kunna læra,
sigur Hanus Joensen,
skúlastjóri í
Kommunuskúlanum í Havn
Leivdir frá hasjroyking í Sankta Frans skúla
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
3
2