mikudagur 23. januar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 15 - 23. januar 2002
Nr. 15 - 23. januar 2002
5
– Føroya Arbeiðara-
felag leggur stóra
órku í at styrkja fak-
feløgini kring landið.
Ein tátttur í hesum er
at halda reglulig skeið
fyri fakfelagsfólki
FAKFELAGSPOLITIKKUR
Áki Bertholdsen
– Vitan er vápn!
Skal
nakar
veruligur
dugur vera í fakfelags-
arbeiðnum, er tað ein av-
gjørd fyritreyt, at fakfelags-
fólk eru so væl útbúgvin í
fakfelagsarbeiði sum gjør-
ligt.
Tað hevur Føroya Arb-
eiðarafelag ásannað og tí
ger felagið eisini rættiliga
nógv burturúr at halda
skeið fyri fakfelagsfólki.
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag, sigur, at tey hava
skeið at kalla hvønn mánað
fyri teimum, sum standa á
odda fyri lokalfeløgunum
hjá Føroya Arbeiðarafelag
kring landið.
Føroya Arbeiðarafelag er
spjatt um alt landið og tí er
virksemið hjá felagnum í
stóran mund tengd at
arbeiðnum hjá lokalfeløg-
unum og tí hevuyr tað al-
stóran týdning, at leiðslur-
nar í hesum feløgunum eru
so væl útbúnar í fakfelags-
politikki sum gjørligt, sigur
hon.
Eisini hesa vikuna er
skeið í hølunum á Føroya
Arbeiðarafelag, har fomenn
og nevndarlimir í lokal-
feløgunum
hjá
Føroya
Arbeiðarafelag kring land-
ið, umframt álitisfólk á
arbeiðsplássum eru við, til-
samans 19 fólk. Skeiðini
eru eina viku.
Hon sigur, at tað er rætti-
liga stórur áhugi fyri at
koma á skeið. Næsta skeið-
ið verður í næsta mánað
eisini tá er fullteknað.
Undirvísarar eru Jákup
Páll
Mohr
Mortensen,
nevndarlimur í Postfelag-
num og Páll Nielsen, sak-
førari hjá Føroya Arbeið-
arafelag.
Ingeborg Vinther sigur, at
skeiðini eru um fundar-
leiðslu, samráðingarteknik,
nevndarábyrgd, umframt at
farið verður ígjøgnum sátt-
málarnar, hvussu ymsar
greinar
í
sáttmálunum
skulu tulkast o.s.fr.
Hon sigur, at tað er týði-
ligt at hesi skeiðini geva
úrslit.
– Fólk fáa nógv størri
áhuga fyri fakfelagsarbeið-
num og tey verða eisini
nógv betri før fyri at loysa
trupulleikar, sum stinga seg
upp kring landið og tað av-
lastar eisini høvuðsumsit-
ingina hjá Føroya Arbeið-
arafelag, sum so aftur fær
stundir at taka sær av øð-
rum málum.
Halda skeið at styrkja
fakfeløgini kring landið
Aftur hesa vikuna er skeið í
Føroya Arbeiðarafelag fyri
álitisfólkum hjá Føroya
Arbeiðarafelag kring landið.
Tað er neyðugt at útbúgva
fakfelagsfólk so væl sum gjør-
ligt, tí vitan er vápn, sigur
Ingeborg Vinther
Trolararnir verða
lidnir seint í summar
og samstundis fara
tríggir av kubatrolar-
unum úr flotanum
ENDURNÝGGING
Áki Bertholdsen
Einaferð seint í summar fáa
eysturoyingar tveir nýggir
trolarar.
Tað er Beta í Saltangará,
sum letur tveir nýggjar trol-
arar byggja í Spania.
Arbeitt hevur leingi verið
við hesi ætlanini, men nú er
tað so komið hartil, at kjøl-
arnir til báðar trolararnir
vórðu lagdir fyri nøkrum
døgunum síðani.
Trolararnir verða bygdir
á skipasmiðju í spanska bý-
num Vigo og gongst sum
ætlað, verða teir lætnir
eigarunum í august ella
september í ár.
Olaf Olsen, stjóri í Beta,
vil enn ikki nevna, hvat teir
báðir trolararnir kosta at
byggja.
Reiðarin sigur, at talan er
um tveir trolarar á somu
stødd sum kubatrolararnir
og ætlanin er, at teir báðir
skulu samtrola.
– Samstundis sum hesir
báðir trolaranir koma, fara
tríggir kubatrolarar úr flota-
num, men hvørjir teir
tríggir verða, er støða ikki
tikin til enn, sigur hann.
Seks fyri átta
Annars hevur nógv verið
tosað um, at tað er so lítið
avkast í fiskiflotanum, at
tað hevur ikki verið hugs-
ingur um at endurnýggja
flotan við nýggjum skipum.
Men Olaf Olsen sigur, at
sjálvandi høvdu teir ikki
gjørt uttan uttan at teir
væntaðu, at tað fór at bera
til og framrokningarnar og
metingarnar
síggja
eitt
sindur frægari út nú, enn
tær hava gjørt og hartil
kemur, at bátarnir eru mun-
andi bíligari at byggja í
Spania enn tað hevði verið
at bygt teir her um leiðir.
Tó viðgongur hann, at
tað nú tykist tað aftur sum
prísurin á upsa bara fellur
og tað hevur alstóra ávirkan
á raksturin hjá kubatrolar-
unum, tí eini 80% av tí, teir
fiska, er upsi.
– Prísurin á øðrum fiski
er rættiliga nógv uppfarin,
men upsin fylgir ikki við,
heldur tvørturímóti, so tað
er ikki serliga eggjandi, sig-
ur hann.
Um talan verða um at
byggja fleiri bátar, veit
hann ikki.
– Lat okkum fáa hesar
fyrst og síggja, hvussu tað
gongur, so kunnu vit taka
støðu til restina seinni.
Men tað er onki dulsmál,
at kubatrolararnir eru farnir
at eldast og treingja til at
verða skiftir út. Teir eru
bygdir í 1970 í Rosslau í
Eysturtýsklandi sum var og
hava verið í drift í Føroyum
síðani 1978, so hóast allar
maskinar, spøl og annað var
nýtt tá, er kortini talan um
gomul skip.
Olaf Olsen sigur, at
gongur tað væl við hesum
báðum trolarunum, vónar
hann at tað ber til at fara
víðari at endurnýggja trol-
araflotan hjá reiðaríðnum.
Hann sigur, at málið hjá
teimum er at fáa seks
nýggjar trolarar fyri teir
átta, sum teir hava, men tað
veldst alt um, hvussu tað
fer at roynast við hesum
báðum, sum nú eru í gerð.
Kjølarnir lagdir til tveir nýggjar trolarar
Seint í summar fáa eysturoyingar tveir nýggjar trolarar og
samstundis fara tríggir kubatrolarar úr flotanum. Kubatrolar-
arnir eru farnir at eldast og Olaf Olsen, reiðari, vónar at fáa
allar skiftar út
– Fyrsti listin til
løgtingsvalið er nú
klárur. Tað er listin
hjá Sambandsflokki-
num í Suðuroy
UPPSTILLING
Áki Bertholdsen
Kring alt landið arbeiða
politisku feløgini av kraft
fyri at gera listar til Løg-
tingsvalið, sum verður í
vár. Mánakvøldið gjørdi
sambandsflokkurin í Suð-
uroy sín lista lidnan og eftir
tí, vit vita, er hetta tann
fyrsti listin, sum er liðugur.
Hjá sambandsflokkinum í
Suðuroy er nøkur nýggj
andlit, men nøkur hava
stillað upp fyrr.Valið hjá
sambandsflokkinum verður
ikki minst spennandi hesu-
ferð, tí longu í heyst varð
tað greitt, at Flemming
Mikkelsen, sum hevur um-
boðað Suðuroynna fyri
sambandsflokkin
í
eitt
mannaminni, fór ikki at
stilla uppaftur. Flemming
Mikkelsen varð valdur á
ting í 1987 og sat til 1994,
men hevur aftur sitið hetta
seinasta valskeiðið frá 1998
til nú.
Somuleiðis er tað greitt,
at eitt annað av høvuðsval-
evnunum, Jákup Joensen,
sum umboðaði flokkin á
tingið valskeiðið frá 1994-
1998, heldur ikki stillar upp
hesuferð.
Hinvegin hevur Johan
Dahl játtað at stilla upp og
hetta er fyrstu ferð, at hann
stillar upp til Løgtingið,
ivaleyst eggjaður av tí góða
úrslitinum hann hevði á
fólkatingsvalinum,
har
hann fekk 169 pers´ónligar
atkvøður.
Eitt annað av fremstu
valevnunum hjá Sambands-
flokkinum í Suðuroy sein-
astu ferðirnar, borgarstjórin
á Tvøroyri, Finnleif Gutte-
sen er eisini eitt av val-
evnunum.
Tey, sum stilla upp fyri
sambandsflokkin í Suðuroy
til løgtingsvalið hesuferð
eru:
Zakarias Bech í Porkeri,
Svenning Borg í Vági, Jo-
han Dahl í Porkeri, Finnleif
Guttesen á Tvøroyri, Mar-
jun Olsen á Tvøroyri, Jasp-
ur Vang á Tvøroyri og Otto
West í Hvalba.
Svenning Borg og Jaspur
Vang hava ikki stillað upp
áður og Marjun Olsen og
Johan Dahl hava bara
stillað upp til fólkatingsval-
ið seinast. Hinvegin hava
Finnleif Guttesen, Zakarias
Bech og Otto West stilla
upp áður.
Av teimum, sum stillaður
upp seinast, eru Flemming
Mikkelsen í Vági, Jákup
Joensen í Lopra, Jákup
Jacobsen í Fámjin og Randi
Jacobsen í Sandvík ikki á
listanum hesuferð.
Nýggjur formaður
Samstundis, sum listin til
løgtingsvalið varð gjørdur
liðugur, hevði Suðuroyar
Sambandsfelag eisini aðal-
fund. Zakarias Bech, for-
maður seinastu nógvu árini,
tók seg aftur sum formaður
og í hansara stað varð Mar-
jun Olsen á Tvøroyri vald.
Nevndin í Suðuroyar Sam-
bandsfelag er nú hendan:
Marjun Olsen á Tvøroyri er
formaður, Sofus Strøm á
Tvøroyri er næstformaður,
Jens Sivar Djurhuus í Vági
er skrivari og Otto West í
Hvalba er kassameistari.
Hinir nevnarlimirnir eru
Yvonna Magnussen í Vági,
Pole Skaalum í Hvalba,
Jaspur Magnussen úr Fám-
jin, Poul Midjord úr Hovi,
Hallur Bech úr Porkeri,
Andrias Danielsen og Nicl-
as Hentze úr Sumba.
Sambandsfólk í Suðuroy til reiðar
Flemming Mikkelsen, Løg-
tingsmaður frá 1978 til 1994
og frá 1998 til nú, vinstru-
megin og Jákup Joensen, løg-
tingsmaður frá 1994 til 1998,
stilla ikki upp aftur fyri sam-
bandið í Suðuroy
Einar Waag, stjóri fyri
Føroya Bjór, heldur
ikki nógv um ætlaðu
broytingarnar í av-
gjøldunum á rús-
drekka.
– Vinnumálastýrið
tekur við hesum
stiginum ein stóran
part av grundarlagn-
um undan okkum,
sigur Einar Waag. Ein
vín lobby skal hava
ávirkað málið nógv
RÚSDREKKA
Heri á Rógvi
Hóast einki uppskotið er
lagt fyri Løgtingið enn, so
hevur tað nú í eina tíð ljóð-
að, at eitt uppskot er á veg,
sum skal broyta avgjøldini
á rúsdrekka í Føroyum.
Málið hevur flutt seg eitt
sindur ímillum Vinnumála-
stýrið og Fíggjarmálastýr-
ið.
Eftir ætlan skal avgjaldið
á sterkaru sløgunum av rús-
drekka hækkast. Hinvegin
skal vín og partvíst eisini øl
gerast bíligari. Øl við alko-
holprosentinum 5,8 (gull
øl) fer at kosta tað sama, tí
avgjaldið verður óbroytt.
Avgjaldið á pilsnara øli við
4,6 % alkoholi verður
broytt, soleiðis at hetta ølið
verður bíligari. Her er talan
um, sambært Einar Waag,
eina avgjaldsbroyting upp á
80 oyru fyri hvørja fløsku.
Avgjaldið á víni verður so
mikið nógv lækkað, at tað
væntandi verður einar 12-
14 kr. bíligari at keypa eina
vínfløsku.
Av tí sama kann roknast
við, at føroyingar fara at
keypa og drekka meira vín
enn áður, men hinvegin
verður tað dýrari at keypa
sær brennvín, soleiðis at
færri føroyingar fara njóta
tílíkar drykkir.
Í 1992 fingu Føroyar eina
rúsdrekkalóg. Fyrsti grein-
in í hesari lóg er soljóðandi:
§ 1. Endamálið við hesi
lóg miðar ímóti at avmarka
rúsdrekkanýtsluna
og
minka sum mest um skað-
an, sum rúsdrekkanýtslan
hevur við sær fyri einstakl-
ingin og samfelagið, og til
tess at røkka hesum enda-
máli at áseta reglur í sam-
bandi við rúsdrekka í Før-
oyum.
Tað er sama lóg, sum
ásetur, at Rúsdrekkasøla
landsins skal setast á stovn
og vera einasti innflytarin.
Tann førdi politkkurin í
Føroyum, sum m.a. Rús-
drekka- og Narkotikaráðið
hevur staðið fyri, gongur
eisini út upp á, at føroying-
ar skulu drekka so veikt
rúsdrekka sum gjørligt. Og
hetta má eisini sigast at
ganga tann rætta vegin, nú
avgjøldini á teimum sterk-
aru sløgunum eftir øllum at
døma minka.
Hagtøl, sum Sosialurin
hevur fingið hendur á, siga,
at gongdin seinastu árini
hevur verið soleiðis, sum
myndugleikararnir
hava
sett sær fyri. Hóast hesa
gongd, so verða tað eftir
ætlan framvegis gjørdar
broytingar.
Diskriminera
Ein teirra, sum er alt annað
enn fegin um ætlaðu broyt-
ingarnar, er Einar Waag,
stjóri fyri Føroya Bjór, ið
eigur størsta partin av søl-
uni av øli í Føroyum.
Í einum skrivi, sum hann
og táverandi stjórin fyri
Restorffs bryggjarí, Lena
Mørk, hava sent Landsstýr-
inum, verða ætlanirnar
viðvíkjandi avgjøldunum
harðliga mótmæltar.
Víst verður m.a. á, at av-
gjøldini á øli ikki fylgja
broytingunum á øðrum
sløgum, og hetta halda
bryggjaríini vera rættiliga
órættvíst.
Einar Waag sigur í sam-
røðu við Sosialin, at talan
er um mismun, einki minni.
– Vinnumálastýrið eigur
ikki at hava nakað við hetta
at gera í fyrstu atløgu, og
teir gera mismun á okkum
og teimum, ið innflyta vín,
sigur Einar Waag.
Hann er ógvuliga keddur
um, at øli hjá teimum nú
verður ringari stillað yvir-
fyri víninum.
Einar heldur, at tað vit
hava lyndi til at gloyma, at
vín jú inniheldur nógv
meira alkohol enn øli, sum
sambært galdandi lóg ikki
kann innihalda meira enn
5,8 prosent. Føroya Bjór
hevur fleiri ferðir søkt um
at framleiða sterkari øl við
atliti at útlendska marknað-
inum, men hetta hevur ikki
verið politiskur vilji fyri.
Arbeiða ímóti
Tolið hjá Einari Waag er
eftir øllum at døma við at
vera uppi.
– Vinnumálastýrið spyr
ikki vinnuna eftir. Tað er
bert fyribyrgjandi myndug-
leikararnir, sum sleppa at
sina sína hugsan. Tað kenn-
inst sum um, at teir arbeiða
ímóti bryggjaríunum í hes-
um málinum, sigur Einari
Waag.
Hann leggur aftur, at
hetta fer at kosta hjá teim-
um.
– Vinnumálastýrið tekur
við hesum stiginum ein
stóran part av grundarlagn-
um undan okkum, sigur
Einar Waag, og hann sigur
samstundis, at teir selja
umleið helvt um helvt gull
og pilsnar. Hann væntar, at
sølan av gull øli fer at
minka munandi, og hetta
kann fáa álvarsligar fylgjur.
Sambært Einari skal ein
Vín lobby vera upp á spæl í
hesum málinum. Henda
lobby hevur til endamáls at
skipa soleiðis, at vín verður
bíligari at keypa.
Einar Waag, Føroya Bjór, um broytingar í avgjøldum:
Arbeiða ímóti føroysku bryggjaríunum
Rùsdrekkamynstrið hjá
føroyingum skal eftir
broytast, soleiðis at tað
verður minni av tí sterkara
og nógv meira vín
mynd: Jens Kristian Vang
Nú skulu føroyingar undir at drekka meira vín
mynd: Jens Kristian Vang
– Vinnumálastýrið tekur við hesum stiginum ein stóran part av
grundarlagnum undan okkum, sigur Einar Waag, og hann sig-
ur samstundis, at teir selja umleið helvt um helvt gull og pilsn-
ar. Hann væntar, at sølan av gull øli fer at minka munandi, og
hetta kann fáa álvarsligar fylgjur
mynd: Símun á Høvdanum
C
M
Y
K
5
4