Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 15 - 23. januar 2002 Nr. 15 - 23. januar 2002 7 Vágatingmaðurin Marjus Dam spyr landsstýrismannin, hvørjar ætlanir hann hevur um at økja um talið á parkerings- plássum við flogvøllin PARKERING Eyðun Klakstein Tað hevur bráðskund at bøta um parkeringsviður- skiftini á flogvøllinum í Vágum. Tað heldur Marjus Dam, tingmaður fyri Sambands- flokkin, sum hevur sett Bjarna Djurholm fyrispurn- ing um hetta mál. Marjus Dam spyr millum annað landsstýrismannin um, hann heldur, at par- keringsviðurskiftini eru nøktandi, og um hvørjar ábøtur ella útbyggingar ætlanin er at gera. – Flogferðslan er økt nógv seinastu árini, og samstundis er tørvurin á parkeringsplássum við flogvøllin. Parkeringsvið- urskiftini eru ikki nøktandi sum er, heldur Marjus Dam. Brúka grannabygdir Hann vísir á, at um eitt ár verður koyrandi um Vest- mannasund, og tá fer ferðslan til flogvøllin at økjast munandi. Tí hevur tað skund at betra um møguleikarnar hjá fólki at seta bilin frá sær, tá tey skulu á flog. – Í løtuni verða summi fólk noydd at seta bilarnar frá í grannabygdunum hjá flogvøllinum, tí tað er ikki nóg mikið av plássi á parkeringsøkinum við flogvøllin, sigur Marjus Dam. Hann spyr, hvørjar ætl- anir landsstýrið, sum hevur fulla ábyrgd av hesum økið, hevur um at byggja út parkeringsplássið. Flogvøllurin má hava fleiri parkeringspláss Løgmaður og lands- stýrismaðurin við skúlamálum eru sinnaðir at virka fyri eini loysn á skúla- trætuni á Trøllanesi, men tað er ymiskt, hvussu hetta verður móttikið í Kalsoynni. Hvørgin parturin vil slaka TRØLLANES-TRÆTAN Eyðun Klakstein Kalsoy: Í farnu viku søgdu bæði Anfinn Kallsberg og Óli Holm, at teir vóru sinnaðir at virka fyri eini loysn á drúgvu trætuni um skúlan á Trøllanesi. Men tað er ymiskt, hvussu fólk í Kalsoynni taka ímóti hesum úttalils- unum. Foreldrini á Trøllanesi, sum ikki vilja senda børn síni í skúla í Mikladali, tí tey vilja hava skúlan á Trøllanesi tiknan í nýtslu aftur, heilsa eini semings- roynd frá landsstýrinum vælkomnari. Men í Mikladali verður hugskotið hjá landsstýris- monnunum ikki eins væl tikið upp. – Eg dugi ikki at síggja, hvat løgmaður og lands- stýrið skulu kunnu gera. So leingi sum foreldrini á Trøllanesi halda fast um sítt krav um, at skúlin í bygdini skal lata uppaftur, os ber tað ikki til at finna nakra loysn, heldur Christian Andreasen, sum er limur í Mikladals bygdaráði. Drúgt stríð Trætan um skúlan á Trølla- nesi stóð alt í einum í ljós- um loga, tá skúlagongdin skuldi byrja aftur í august mánaði. Tað gjørdist tað greitt fyri foreldrunum á Trøllanesi, at skúlin í bygd- ini skuldi ikki takast í nýtslu aftur, soleiðis sum tey hildu. Gamla bygdaráðið hevði seint í 2000 samtykt, at skúlin skuldi lata uppaftur, men nýggja bygdaráðið, sum tók við í januar í 2001 kolldømdi hesa avgerð á fyrsta fundi sínum. Foreldrini á Trøllanesi vóru so misnøgd við hetta, at tey tóku tey átta skúla- børnini úr skúlanum, og síðani hava hesi børn ikki verið í skúla í Mikladali. Foreldrini skipa sjálvi fyri heimaundirvísing, og sambært lærara úr Klaks- vík, sum hevur eftirlitið við hesi undirvísing, duga børnini yvir miðal. Men øll eru tó greið um, at hetta er eingin varandi loysn. Broytir einki Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, hevur fleiri ferðir sligið fast, at tað er bygdaráðið í Mikladali, sum hevur av- gerðarrættin í hesum máli, og tí kunnu landsmyndug- leikar einki formligt gera í hesum máli. Hevur bygdaráðið ikki hug at taka skúlan á Trølla- nesi í nýtslu aftur, so er hendan avgerðin endalig. Men í farnu viku glopp- aði løgmaður dyrnar fyri, at hann kann gera eina roynd at finna eina loysn á drúgvu trætuni. – Eg veit ikki, hví vit skulu tosa við øll onnur enn tey, sum vit eiga at tosa við. Tað eru fleiri, sum hava roynt at finna eina loysn, men tað hevur ikki riggað, sigur Christian Andreasen, kommunustýrislimur í Mikladali. – Tí dugi eg heldur ikki at síggja, at tað skal broyta nakað, fyri tað um løg- maður og Óli Holm ætla sær at gera eitthvørt. Onkur má slaka Christian Andreasen held- ur, at tað er bara ein loysn á trupulleikanum, og tað er, at foreldrini á Trøllanesi slakar, tí bygdaráðið í Mikladali ætlar sær ikki at broyta sína avgerð. – Vit eru vald av fólk- inum til at stýra komm- ununi so skilagott, sum tað ber til, og tað halda vit okkum gera. Vit halda, at vita hava tikið røttu av- gerðina um skúlan á Trølla- nesi, og hesa avgerð ætla vit ikki at broyta, sigur hann. – Tað ber ikki til, at foreldrini á Trøllanesi skulu diktera bygdaráðið at broyta ein avgerð. Foreldrini á Trøllanesi halda, at tað hendir einki í málinum, og tí halda tey, at tað er ein gott hugskot, at umborð fyri landsmyndug- leikarnar gera eina roynd at finna eina loysn. Eitt er tó vist. Skal nøkur loysn finnast í málinum, so verður onkur noyddur at slaka, og í løtuni standa báðir partar rimmarfast við sína støðu. Ósamd um semingsroynd – So leingi sum foreldrini á Trøllanesi halda fast um sítt krav um, at skúlin í bygdini skal lata uppaftur, os ber tað ikki til at finna nakra loysn, heldur Christian Andreasen, sum er limur í Mikladals bygdaráði Komandi summar verður eftir øllum at døma tað seinasta, Gásadalur fer at liggja avbyrgdur frá um- heiminum. Væntandi verður tunnilin skotin ígjøgnum í hesum árinum TUNNILSGERÐ Edvard Joensen Áardalur: Tað verður helst í hesum árinum, at skotið verður igjøgnum til Gása- dals, vænta teir, sum ar- beiða við tunnilsgerðini niðan í Dalin. Áðrenn jól vænta teir hol á. Tað skelvir undir okkum, her vit sita í skrivstovuskúr- inum hjá Landsverkfrøð- inginum í Áardali, meðan sprongt verður einar 270 metrar inni í fjallinum. Tað gongur ein løta, so fer roykurin at koma út úr tunl- inum, og so fara lastbilarnir at koyra grótið frá skotin- um út og leggja tað niðan- vert munnan her í Áardali uttan fyri Bø. Jógvan Jákup Jacobsen, sum er arbeiðsformaður, greiðir frá, at tað gongur væl at skjóta, hóast ikki so skjótt, sum tað gjørdi í undirsjóvartunlinum. – Tað kemst einamest av, sigur hann, at her arbeiðir bara eitt hold, vanliga í dagtímunum. Teir eru seks mans til arbeiðis, og teir spreingja í meðal fimm til sjey skot um vikuna. Fyri hvørt skotið nærkast teir Gásadali einar fimm metrar, sigur hann. Grótið Tað eru í løtuni bara tveir lastbilar, sum verða brúktir til at koyra út. Væntandi fara teir at fáa einar 75.000 til 80.000 rúmmetrar av gróti út úr tunlinum, greiðir formaðurin frá. Hetta grótið verður í fyrstu syftu lagt uttan fyri tunnilin, tí ein rættiliga stórur partur, helst eini 62.000 rúmmetrar, skulu brúkast til vegagerðina Gásadalsmegin. Tá komið er út í Gása- dali, verður vegurin lagdur niðan í Dalin, áðrenn farið verður oman aftur í sjálva bygdina. Veglongdin Gása- dalsmegin verður umleið hálvanannan kjilometur, sigur hann. Onkur liggur framvið soleiðis av og á at keypa grót. Eitt nú hevur Bíggjar Kommuna, eins og onkur onnur kommuna í Vágum, víst áhuga. Tað er einamest til útstykkingar, grótið verður nýtt. Tað hevur onkuntíð verið frammi, at grótið eisini skal brúkast til at leingja flog- vøllin við, men tað kennir arbeiðsformaðurin einki til. Tað hann veit, sigur hann, skal tað allarmesta brúkast til vegin í Gásadali. Roynt fólk Tað eru royndir menn, sum arbeiða í tunlinum. Sjálvur byrjaði Jógvan Jákup Jacobsen at arbeiða við tunlum í 1979. Hann hevur millum annað verið við til at gera tunlarnar í Kals- oynni, Kunoy, Leirvík, Sumba umframt teir, sum gjørdir eru inn í bergið í Fuglafirði, haðani teir, sum nú arbeiða í Gásadals- tunlinum, komu. Sjálvur tunnilin líkist Kunoyartunlinum. Í grund- ini sama slag, greiðir Jógvan Jákup Jacobsen frá. Hann er hálvan sætta metur breiður við koyribreyt, sum er halvanfjórða metur breið. Fríhæddin er 4,6 metrar, sum er vanligt í dag. Tað verður bara ein koyribreyt í tunlinum, men fyri hvørjar hálvtannað- hundrað metrar, verður eitt stórt møtipláss. Tilfarið í fjallinum hevur verið gott at arbeitt við, sigur Jógvan Jákup Jacob- sen. Tað er turt, og lítið hevur verið at fóðra. Einar tvær gongir eru teir farnir um, sum tó ikki hava hindrað nevnivert, sigur hann. Seinasta summarið í Gásadali Teir hava skotið í Gásadalstunlinum, og roykurin er á veg út úr tunlinum, áðrenn teir fara at koyra grótið burtur Mynd: Edvard Joensen Tá vit skrivaðu í blaðnum í gjár, at seinastu grundstykk- ini í Fuglafirði verða brúkt í næstum, er tað bara partvís rætt. Talan er um seinastu útstykkingarnar av kommunalum grundstykkjum. Eftir eru umleið 70 privat grundstykki ÚTSTYKKING Edvard Joensen Í blaðnum í gjár gjørdu vit fuglfirðingum nakað av órætti, tá sagt varð, at einki byggilendi var eftir í Fugla- firði. Tað, sum Sigurd Simon- sen, borgarstjóri, greiddi Sosialinum frá, var, at kommunala byggilendið í Fuglafirði er brúkt, tá hesi umleið 30 grundstykkini, sum nú eru ávegis í útstykking, eru farin. Men í eini 10 ára byggi- samtykt hjá Fuglafjarðar Kommunu eru umleið 100 grundstykki tilsamans til sethúsabygging. Kommun- unar partur er bara umleið triðingurin av hesum, ella tey umleið 30 stykkini, sum øumrødd vórðu í gjár. Eftir eru so hinir báðir triðingarnir, sum eru privat grundstykki í Fuglafirði. Verður so farið út eftir vestara landinum, er væl av lendi eftir, sum egnað er til byggilendi, men sum bara ikki enn er lagt í byggiætl- anina, sigur Sigurd Simon- sen, borgarstjóri í Fugla- firði. Um Kambsdal sigur hann, at kommunan eigur allan dalin, sum er slættur og væl egnaður at byggja á, og at har er nógv byggi- lendi eftir. Har er ætlanin við tvíhús- unum komin so væl álegis, at kommunan hevur givið prinsipployvi til bygging av níggju tvíhúsum. Vónað verður, at klárt verður at flyta í tey fyrstu longu í ár. Men sum vera man er byggilendið ikki óavmark- að, og hevur kommunan tí valt at royna aðrar loysnir. Her er tað íbúðarblokkurin, sum umrøddur var, kemur inn í myndina, sigur borg- arstjórin. Fuglafjarðar Kommuna hevur ætlanir um at byggja ein íbúðarblokk í seks hæddum heilt niðan undir Kamb, sigur Sigurd Simon- sen, fyri á tann hátt at útnytta lendi betur. Byggiøki er eftir í Fuglafirði Útstykkingin í Stovugerði er kommunal. Umframt eru umleið 70 privat grundstykki eftir í Fuglafirði C M Y K 7 6