mikudagur 23. januar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 15 - 23. januar 2002
Nr. 15 - 23. januar 2002
9
Marita Arge hevur
starvast á laboratori-
inum á Landssjúkra-
húsinum í 46 ár. 31.
januar fer Marita frá
sum leiðari á laborat-
oriinum vegna pensj-
ónsaldur, meðan Ivy
Hansen verður sett
sum nýggjur leiðari
LEIÐARASKIFTI
Ingrid Bjarnastein
– Ta tíðina eg havi starvast
á
laboratoriinum
hava
ótrúliga nógvar broytingar
verið, sigur Marita Arge,
sum um átta dagar fer frá
sum leiðari á laboratoriin-
um. – Í fyrstani var alt ar-
beiðið gjørt manuelt, með-
an vit í dag er alt automat-
iserað. Tá eg kom her 1.
januar 1956 høvdu vit eitt
lítið høli, sum var umleið
10 fermetrar. Nú hava vit
meira pláss, men umstøð-
urnar eru framvegis ikki
góðar, tí vit hava alt ov lítið
pláss til øll tólini. Eisini eru
laboratoriini spjadd yvir
fýra ymisk støð, umframt
hæddina, sum vit hava
fingið.
Ivy Hansen hevur starvas
á laboratoriinum í 30 ár.
Hon tekur við, sum leiðari,
tá Marita nú fer frá.
–
Ein
leiðari
hevur
ábyrgdina av, at alt gongur
rætt fyri seg, og at alt ar-
beiðið verður gjørt sum tað
skal. Leiðarin er suverenur
leiðari fyri laboratoriið, og
hevur hann eisini ábyrgdina
av starvsfólki og rakstri,
greiða Marita og Ivy frá.
Men hvat hevur eitt leið-
araskifti at siga fyri arbeið-
ið á laboratoriinum?
– Tað fyrsta eg fari at
gera er at seta meg inn í ar-
beiðið, og síggja, hvat ar-
beiðið gongur út uppá, sig-
ur Ivy Hansen. – Síðani fáa
vit at síggja, hvussu verður.
Helst verða onkrar broyt-
ingar so við og við, tí ann-
ars hevði tað ikki verið
rætt.
Øðrvísi
Laboratoriið
á
Lands-
sjúkrahúsinum er øðrvísi
enn tey flestu í danska
kongaríkinum. Her eru øll
spesialini samlað á einum
stað, meðan í Danmark er
eitt spesiali í einari amt.
Tær báðar siga, at um dagin
taka tær millum 150 og 200
blóðroyndir um dagin, um-
framt tær blóðroyndirnar, ið
verða sendar teimum frá
sjúkrahúsunum í Klaksvík
og Suðuroy.
Nú Marita Arge fer úr
starvinum sigur hon, at nú
fer hon at hava betur tíð til
hondarbeiði. Eisini plagar
Marita at ganga við felagn-
um Tórshavn, og tað ætlar
hon ikki at leggja á hyllina
sjálvt um hon skal pensjon-
erast.
Marita Arge og Ivy Han-
sen eru báðar útbúnar sum
bioanalytikarar í Danmark.
Sosialurin ynskir teimum
báðum góða eydnu í fram-
tíðini.
POSTGJALD
Ingrid Bjarnastein
Heilt til fyri tveimum árum
síðani hevur tað verið
ókeypis hjá føroyingum at
havt postboks. Bæði hjá
privatpersónum og vinnu-
virkjum. Fyri tveimum
árum síðani gjørdi Post-
verkið so av, at áseta eitt
gjald fyri postboksir hjá
vinnuvirkjum,
áljóðandi
150 krónur um árið, meðan
tað framvegis var ókeypis
hjá privatpersónum at hava
postboks. Nú hevur Post-
verkið gjørt av at áseta eitt
gjald á 50 krónur fyri
privatar
boksir,
meðan
boksirnar
hjá
virkjum
hækka til 200 krónur um
árið.
– Vit hava avgjørt, at
áseta eitt gjald fyri post-
boksirnar, tí tænastan er
hægri, tá tú hevur boks enn
tá tú fært postin útbornan,
sigur Bergur í Garði, stjóri
á Postverki Føroya.
– Føroyar liggja fram-
vegis í tí lægra endanum, tá
tosað verður um kostnað
fyri boksir. Í øðrum lond-
um kann tað vera rættiliga
dýrt hava eina postboks. Í
londunum rundan um okk-
um kostar tað 2-300 krónur
fyri eina boks.
Bergur í Garði sigur, at
hetta er ein liður í at taka
eitt gjald fyri allar tær tæn-
astur Postverkið letur. Allur
posturin í miðstaðarøkin-
um er sorteraður longu um
kvøldið, soleiðis at fáast
kann fatur á honum longu
um kvøldið, meðan um tú
skalt hava postin útbornan,
fært tú hann ikki fyrr enn
dagin eftir.
Tó heldur postverksstjór-
in ikki, at hetta fer at kosta
teimum postbokskundar.
– Tað kann vera, at vit
missa onkrar einstakar
postboksir, ið ikki verða
nýttar nakað serligt, men
eg trúgvi ikki, at tann
privati kundin fer at nokta
at gjalda 50 krónur um árið
fyri postboksina, sigur
Bergur í Garði.
At fáa postin útbornan er
framvegis ókeypis, og ætl-
anir eru ikki um at áleggja
nakað gjald fyri hetta í
framtíðini.
ÚTVARP
Ingrid Bjarnastein
Nýggja heimasíðan hjá Út-
varpi Føroya fór av bakka-
stokki í gjár, og hevur út-
sjóndin hjá útvarpinum á
netinum nú fingið nýtt skap
við nýggjum møguleikum.
Sum nakað nýtt er út-
varpið eisini farið undir at
leggja seg eftir tíðinda-
flutningi á netinum. Hetta
er ikki nakað nýtt í fjøl-
miðlahøpi, men tíðindi
hava fyrr ikki verið tøk á
heimasíðuni hjá útvarpin-
um.
– Hetta er ein miðil, sum
vinnur seg meira og meira
fram, og hetta var eitt tilboð
vit hava valt at geva lurtar-
anum, sigur Jógvan Jesper-
sen, útvarpsstjóri. – At
leggja tíðindi út á netið er
bert ein náttúrligur partur í
gongdini. Lurtararnir hava
eisini partvís samband við
okkum gjøgnum internetið,
og nú geva vit teimum
møguleikan at lesa tíðindi á
netinum.
Ikki øll tíðindini, ið lisin
verða, verða løgd út á netið.
Tíðindi verða vald burturúr.
Jógvan Jespersen sigur, at
hetta gevur ikki útvarpinum
nakað serligt eyka arbeiði,
tí skipanin er øll ein basa,
sum lagt verður út á.
Annars
sær
nýggja
heimasíðan heilt snøgg út.
Á vinstru síðu eru sending-
arnar, sum tú kundi klikkja
teg beinleiðis inn á tó burt-
ur, kanska eitt sindur
óheppið, men tó ikki so. Til
ber framvegis at fara inn á
heimasíðurnar hjá teimum
einstøku sendingunum við
at klikkja seg á »sending-
ar«. Eisini ber til at lurta
eftir útvarpinum beinleiðis
á netinum, lurta eftir ein-
støkum sendingum, kunna
seg um skránna, lurta eftir
kunngerðum og nógv ann-
að.
200 blóðroyndir um dagin
Útvarpið fingið nýtt snið
Nú kostar at hava
postboks
Fráfarandi leiðarin, Marita
Arge, tekur her eina blóð-
roynd av næsta leiðaranum,
Ivy Hansen
Mynd: Jens Kr. Vang
Heimasíðan hjá
Útvarpi Føroya
hevur fingið nýtt
snið, og eisini er nýtt
tilfar at síggja
- Hetta er søguligt,
ásannar Bergur
Poulsen, stjóri á
Havsbrún
Vilmund Jacobsen
Leygardagin legði Christ-
ian í Grótinum eitt nýtt
kapittul aftrat føroyskari
fiskivinnusøgu, sum annars
er sera hendingarrík.
Hendan dagin var nóta-
skipið á Fuglafirði við
1600 tonsum av lodnu, sum
teir løgdu upp til Havsbrún.
Skipið hevur áður ført til
lands og landað nógvar
lodnulastir undan hesari,
men tað serstaka við júst
hesari lastini, er, at hon er
veidd í føroyskum sjógvi,
nær markinum til Íslands.
- Hetta er fyrstu ferð i
søguni, at vit hava keypt
lodnu undan Føroyum,
ásannar Bergur Poulsen,
stjóri á Havsbrún.
Christian í Grótinum,
sum var skipið, ið rakti við
lodnuna, er farin aftur í
føroyskan sjógv at royna.
Krúnborg og Tróndur
í Gøtu
Men tað er ikki bara
Christian í Grótinum, sum
hevur
landað
føroyska
lodnu til Havsbrún seinastu
dagarnar.
Fyrr í vikuni var Tróndur
í Gøtu á Fuglafirði við
1200 tonsum, harav teir
høvdu fiskað meginpartin í
føroyskum sjógvi.
Sum skilst, var Krúnborg
eisini á leiðini við markið
til Íslands. Teir landaðu
hendan túrin í Íslandi, tí teir
skuldu kortini til Íslands
eftir reiðskapi.
Bergur Poulsen sigur, at
nótaskipini hava væl av
lodnukvotu
eftir
í
ís-
lendskum sjógvi og møgu-
liga í grønlendskum sjógvi,
og minkar fiskiskapurin í
føroyskum sjógvi, fara tey í
íslendskan sjógv at royna.
- Skipini hava kvotu eftir
til fleiri túrar, sigur hann.
Tá ið tey gevast á lodnu-
veiði, fara tey aftur at fiska
svartkjaft.
Christian í Grótinum
tann fyrsti
Bergur Poulsen sigur, at tað
hevur verið friðarligt á
Havsbrún tað, ið farið er av
hesum árinum, og tað var
Christian í Grótinum, sum
kom við fyrstu lastini í ár.
- Men vit hava eisini havt
brúk fyri hesi tíðini, tí nógv
hevur verið at farið um á
virkinum, sigur stjórin at
enda.
Havsbrún í Fuglafirði:
Hevur nú keypt fyrstu lastirnar
av lodnu úr føroyskum sjógvi!
Tveir snellubátar og
ein línubátur hava
landað á Sandi hesa
vikuna
Vilmund Jacobsen
Sandur: Tað eru ikki bara
trolararnir, sum fáa nógvan
fisk. Tað gera línubátarnir
og útróðrarbátarnir eisini.
Men seinastu dagarnar
hevur viðrað illa, og tað
hevur tarnað fiskiskapin-
um, serliga hjá teimum
smærru bátunum.
Góður útróður
Er roynandi, fáa teir, sum
royna við línu, yvirhøvur
nógvan fisk, og summir
hava fingið heilt nógvan
fisk.
Útróðrarbáturin, Antares
av Sandi, hevði tríggjar
setur í síðstu viku. Teir seta
góðar 30 stampar hvørja
ferð, og veiðan lá um 8.000
pund hvønn túrin. Og tað er
heilt góður útróður. Sein-
astu dagarnar hevur viðrað
illa, so Antares hevur ongan
túr verið hesa vikuna.
Slagið, teir fáa, er toskur og
hýsa.
Tað eru aðrir útróðrar-
bátar á Sandi enn Antares,
men teir eru smærri og
hava tí ikki verið úti í
seinastuni.
Eisini aðrastaðni frættist
frá heilt góðum útróðri, har
bátar hava fingið uppí 200-
300 pund á stampin. Men
serliga hesa seinastu tíðina
hava útróðrardagarnir verið
fáir.
Trý skip inni
Í vikuni hava annars trý
skip landað til Sandoy
Seafood.
Báran og Morning Star,
sum báðir royna við snellu,
vóru inni mánadagin.
Teir
høvdu
ávikavist
21.000 og 26.000 pund av
upsa. Báðir komu inn fyri
veður.
Sagt verður av Sandi, at
slagið, teir høvdu, var
hampiliga gott; meginpart-
urin upsi 2 og 3.
Týsdagin var línuskipið,
Hoyvíkingur á Sandi; teir
høvdu fullar kassar, sum
viga eini 70.000 pund.
Hoyvíkingur hevur roynt á
Føroya Banka, og megin-
parturin av veiðini var
toskur og hýsa.
Aftrat
hesum
hevur
Sandoy
Seafood
keypt
nakað av hýsu á uppboðs-
sølu hesa vikuna.
Góður útróður, men veðrið tarnar
- Hetta er fyrstu ferð i søguni, at Havsbrún hevur keypt lodnu úr føroyskum sjógvi, sigur stjórin, Bergur Poulsen.
Christian í Grótinum, sum var skipið, ið rakti við lodnuna, er farin aftur í føroyskan sjógv at royna.
Báran og Morning Star, sum
royna við snellu og
Hoyvíkingur, sum roynir við
línu, landaðu á Sandi
mánadagin og týsdagin.
C
M
Y
K
9
8