Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 28. juni · Nr. 100 Sosialurin Leo Poulsen Áhugin millum tey ungu at sleppa til arbeiðis má sigast at vera stórur. Heili 440 ung millum 14 og 16 ár vóru inni á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu og skrásettu seg til tiltakið. Tað er ein teldu­ skipan, ið velur tey ungu út tilvildarliga, tó so, at tey, sum ikki hava verið við í til­ takinum áður, verða fyrst vald. Tiltakið Ung í arbeiði byrj aði í 90­árunum undir kreppuni. Tá var tað meint sum ein hjálp til tey ungu, men var meir at kalla eitt hjálpartiltak í pen inga trongu tíðunum. Landið stuðl aði og kommunurnar um sótu. Tórshavnar kommuna hevur so hildið fram við Ung í arbeiði, sum seinasstu tvey árini hevur ligið undir Margarinfabrikkini, sum framman undan hevur roynd ir við ungum og hevur peda gogar í húsinum. Tað er í ár Petur Háberg, ið samskipar tiltakið. Fyri tveim um árum síðani var hann bólkaleiðari, í fjør hjálp­ ar samskipari og í ár hevur hann so evstu ábyrgdina. – Eg havi arbeitt fulla tíð seinastu tveir mánaðirnar við fyrireikingunum. Tað er ein rúgva sum skal planleggjast, serliga hvat og hvar fríðkast skal um, sigur Petur Háberg. Tey ungu eru býtt upp í tvinnar bólkar. Fyrri bólk­ ur in arbeiðir í 14 dagar frá í morgun at rokna, meðan seinni bólkurin so byrjar um tvær vikur. – Størri hópurin arbeiðir nú. Tað eru sjey bólkaleiðarar, sum hvør hevur ábyrgdina av átta ungum. Restin av teimum ungu eru so á stovn­ um í kommununi, tað veri seg dagstovnar, eldraheim og líknandi, sigur Petur Há berg. Flestu dagstovnarnir fara í summarfrí viku 28, og tí er meginparturin av teim­ um ungu til arbeiðis fyrru tvær vikurnar í fýra vik ur skeiðinum, sum Ung í arbeiði varar. Síggja positivt upp á arbeiði Endamálið hjá kommununi er, at lata tey ungu sleppa út at arbeiða og tann vegin at síggja positivt upp á arbeiði sum heild. – Hetta er ein góður máti at lata tey ungu fáa eitt innlit í, hvat arbeiði er. Lønin er eisini rættiliga góð. Sum 14 ára gomul fáa tey helvtina av einari arbeiðsmannaløn, og sum 15 og 16 ára gomul fáa tey tríkvart løn. So samstundis sum tey sleppa at arbeiða, fortjena tey eisini góðar pengar til summarfrítíðina, sigur Petur Háberg. Tað er annars trupult hjá so ungum at fáa arbeiði úti á arbeiðsmarknaðinum, og tað er uttan iva ein av orsøkunum til, at áhugin fyri Ung í arbeiði er so stórur. Uppgávurnar, sum tey ungu fáa, er fyri tað mesta at fríðka um. Mála, lúka og rudda kring um í komm un­ uni. Men tey sleppa kortini ikki at arbeiða við maskinum ella øðrum amboðum, har vandi kann vera fyri, at tey fáa skaða. – Tað, sum tey ungu gera, er ofta slíkt, sum annars ikki hevði verið gjørt. Og tað ger góðan mun, tá fríðkað verður um í kommununi, sigur Petur Háberg. Áhugin fyri Ung í arbeiði er ikki bert millum tey ungu millum 14 og 16, sum kunnu verða við í tiltakinum. Heili 63 søktu eisini um at gerast bólkaleiðarar, og tá er tala altso um vaksin fólk. – Vit hava lagt dent á at velja fólk út, sum hava prakt iskar royndir, og onkur av bólkaleiðarunum hava roynt hetta fyrr, sigur Petur Háberg. Hvør bólkaleiðari hevur sum nevnt ábyrgdina av átta ungum, og tað verður mett at vera nóg mikið. Hugskot frá borgarunum Mesta tíðin í fyrireikingunum fer við at finna uppgávur til tey ungu, men nú er eisini møguligt hjá borgarunum í kommununi at koma við hug skotum og uppskotum um, hvat tey ungu kunnu gera. – Við at fara inn á heima­ síðuna hjá Tórshavnar komm unu kunnu borg ar ar­ nir siga frá, um teir halda, at fríðkað átti at verið um í teirra grannalagi, ella í komm ununi sum heild, sigur Petur Háberg. Hetta er nakað, sum byrj að var upp á í fjør, og sam skiparin sigur, at fólk eru vælkomin at boða frá á heimasíðuni, um tey hava hugskot til, hvat tey ungu skulu gera. Fyribils eru so 56 ung undir leiðslu av sjey bólkaleiðarum farin til arbeiðis, umframt eini hundrað onnur runt um á stovnum hjá kommununi. Heili 440 ung skrásettu seg til Ung í arbeiði. 206 teirra fingu boð um, at tey vóru millum tey hepnu, sum sluppu til arbeiðis í tiltakinum hjá Tórshavnar kommunu Gravgangur eftir Ung í arbeiði Her í Grasagarði eru tveir bólkar av ungum farin til verka í morgun. Alt skal fríðkast og málast og nýgg grús leggjast á Mynd: Álvur Haraldsen