mánadagur 28. juni 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. juni · Nr. 100
10
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tá ið Norrøna kom til Føroya
fyri viku síðan, var Ingerð
Klein Olsen við.
Norrøna, sum vit halda
vera eitt stórt skip, er eitt
lítið skip samanborið við
skipini, sum hon siglir við.
43 ára gamla Ingerð Klein
Olsen býr í Danmark og er
bara komin heim at vitja
foreldrini í Vestmanna.
20. august fer hon umborð
á MS Queen Victoria í seks
vikur fyri at læra tað skip
ið nærri at kenna, og í no
vember tekur hon við sum
kapteynur á tí skipinum. Tað
verður yviri í Karibia.
– Mær hevur altíð dámt
tað fría lívið. Eg helt tað vera
spennandi at koma umborð
á skip og sleppa út í verðina.
Men tá eg fyrstu ferð fór
út at sigla, hevði eg ongar
ambisjónir um at blíva til
tað, sum eg eri í dag, sigur
Ingerð.
16 ára gomul fór hon um
borð á farmaskipið Blik, sum
hon í eitt ár sigldi við sum
stevardur, og tá fekk hon
blóð upp á tonnina.
Hon søkti til DFDS og
slapp inn í reiðaríið sum
stýrimansnæmingur. Í 1994
tók hon prógv sum skips
førari og helt fram við at sigla
við skipunum hjá DFDS.
Fór víðari
– Tað vóru fraktskip, og eg
fekk nóg mikið av at sigla i
tí buldruta veðrinum í Norð
sjónum, sigur Ingerð.
Hon fór tí í 1997 at kanna
møguleikarnar fyri at fáa
okkurt annað arbeiði, og
eitt, tvey trý fekk hon starv
hjá stóra bretska reiðarínum
Cunard
í
Southampton.
Tað er reiðaríið, sum eigur
Queenskipini.
Tað gekk bara ein vika,
til hon mynstraði í Keyp
mannahavn við stóra skip
in um
rundferðar skip inum
Vista fjord.
– Tað var sum at koma í
eina heilt aðra verð. Ferða
fólkini vóru ríkfólk, og vit
sigldu runt í heiminum. Um
leið 1000 starvsfólk vóru um
borð.
Ingerð mynstraði sum 2.
stýrimaður, og nakrar mán
aðir seinni varð hon flutt upp
til at vera 1. stýrimaður.
Hon treivst so væl, at hon
ongan hug hevði at venda
aftur til DFDS, sum hon
hevði farloyvi frá, og tí segði
hon upp hjá DFDS.
Royndirnar taldu
Ingerð heldur, at tað gekk
so væl hjá henni at fáa nýtt
arbeiði, tí hjá DFDS hevði
hon drúgvar roynir við trygd
umborð á ferðafólkaskipum,
og hon hevði verið við til at
læra fólk upp í trygd.
Í
skipsvinnuni
henda
javn an samanleggingar, og
reiða ríið
Carnival
Cruise
Lines yvirtók Cunard. Tað
gav Ingerð møguleikan at
royna seg umborð á leiri øðr
um skipum.
Í 2003 varð hon flutt upp
til at vera staff kap teyn ur
á seks stjørnaða rund ferð
arskipinum Seabourn Pride.
– Ein staff kapteynur er at
kalla ein varakapteynur, sum
hevur ábyrgdina av trygdini
umborð, og bæði kapteynurin
og staff kapteynurin eru á
brúnni, tá ið skipið leggur at
og fer frá.
Ingerð stóð fyri arbeið
in um at byggja stóra rund
ferðarskipið Aqura í Italia,
har hon í tí sambandi búði í
eitt hálvt ár.
– Tað var sera áhugavert,
og nógv var at halda eyga
við.
Royndi átta til
fimm arbeiðsdag
Í eitt ár arbeidi hon á skriv
stovuni hjá reiðarínum í
Ingerð valdI t
Karriera Ingerð Klein Olsen úr Vestmanna er komin so langt sum til ber á starvsleið síni sum
skipsførari. Í heyst fer hon í nýtt starv og skal føra stóra rundferðarskipið Queen Victoria
Ingerð Klein Olsen vitjar heima í Vestmanna o.u. annað hvørt ár
Mynd: Jens Kristian Vang