Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 28. juni · Nr. 100 Sosialurin tað fría lívIð Miami og stóð fyri ymiskum verkætlanum. Hetta var meðan Queen Mary II varð smíðað. Tað var eisini ein góð tíð við átta tíma arbeiðsdegi, og tað merkti m.a. at hon kundi tekna seg til ymist um kvøldið. Tað ber ikki til, tá ið hon siglir, sjálvt um hon hevur eina góða skipan við hálvum fjórða mánaði úti og trimum mánaðum heima. Øll hesi árini hevur hon siglt við fleiri ymiskum skip­ um. Nú hevur hon ferðast so nógv runt í heiminum, at hon kennir tey spennandi støðini, og ferðatrongdin er mettað. – Av tí sama eri eg eisini farin at raðfesta meg sjálva meira, sigur Ingerð, sum hevur valt at liva sum støð. Á toppinum Ingerð er fegin um at verða útnevnd til kapteyn á Queen Victoria, men hinvegin merk ir tað, at hon einki meira hevur at miða eftir í arbeiðslívinum. Hon sleppur ikki longur upp á stiganum enn at vera kapteynur. Tað er eingin munur á, um kapteynurin er kvinna ella maður, tí bæði kyn eru líka væl før fyri at røkja slíkt arbeiði. – Eg kann mæla øðrum kvinnum til at søkja inn í hesa vinnuna, men tað krevur at hava hug til slíkt arbeiði, og tað krevur eisini at leggja lívið eftir tí, sigur Ingerð, sum eisini heldur, at góðir arbeiðsmøguleikar eru fyri føroyingar á teimum stóra rundferðarskipunum. Hon hevur havt fleiri kvinnuligar stýrimenn undir sær hesi árini, men fyri tað mesta sigla kvinnur ikki í so nógv ár. Tá ið tær finna sær mann og fáa børn, fara tær í land, og oftast fara tær ikki út aftur at sigla. – Vit síggja eisini, at tey fægstu reiðaríini hava far­ loyvis skipanir. Tað hevur stutt sagt ikki verið brúk fyri teimum. Ingerð heldur, at aftra kvinnur seg við at fara við skipum og vera heimanifrá í fleiri mánaðir, kundu tær siglt við ferjum, ið koma inn hvørt kvøld. Ella kundu tær farið við skipum og verið 14 dagar úti og 14 dagar heima. Men tað krevur, at maður og kona duga at innrætta seg eftir tí. Royndirnar kunnu brúkast í landi Enn veit Ingerð ikki, hvussu leingi hon fer at sigla. Tað kann verða, at hon ein dag søkir arbeiði í landi. Roynd­ irnar frá skipunum kunnu væl takast við í land. Hon hevur arbeitt nógv við trygd, staðið fyri umvælingum innan­ sum uttanborða og havt nógv fólk undir sær. Haraftrat kennir hon týðandi fólk kring allan heimin. Tað telur ikki einki. – Hetta er galdandi fyri meg sum onnur. Leiðslu­ uppgávan er tann sama, uttan mun hvat arbeiðið er. Tað einasta keðiliga við at sigla við hesum skipunum heldur Ingerð vera donsku skattaskipanina. Fyri at ikki øll hýran skal fara í skatt, kann hon ikki vera í meira enn 84 dagar um árið í Dan­ mark. Tað merkir, at hon ofta er noydd til at halda frí í øðrum londum. – Hevði tað ikki ver ið, høvdu óivað fleiri skips­ førarar valt hetta arbeiðið, sigur Ingerð. MS Queen Victoria er næstan 300 metrar long MS Queen Victoria Smíðiár: 2007 Longd: 294 m Hædd 23,5 m Ferð: 23,7 míl Stødd: 90.000 brt Starvsfólk: 1253 Ferðafólk 2014/2250 Tólv ferða fólka dekk, sjey mat stovur, 13 barrir, ein veitsluhøll, pallir, biografar, vælveruhøll, casino, spa, bókasavn, tríggjar svimjihyljar, finsk sauna, golf o.m.a. Fakta