mánadagur 28. juni 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. juni · Nr. 100
12
Sosialurin
Vestergaard
heldur stórum
VeiðiVirði aft
Vilmund Jacobsen
Skiparin
á
verk smiðju
trolara num Norðborg, Jón
Ra sm us sen, er sera harmur
um, at landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum, Jacob
Vester gaard, ikki heldur tað,
sum hann í fjør heyst lovaði
felag num.
Av makrelkvotuni, sum
Norð borg átti í 2009, lógu til
samans 2800 tons eftir, sum
skipið ikki fiskaði.
Jacob er firtin
Tá norðmenn søgdu, at teir
fóru at flyta makrelkvotu,
sum
ikki
var
uppfiskað
í 2009, yvir til 2010, segði
Jacob Vestergaard, at kvota,
sum føroysk skip áttu eftir í
2009, eisini fór at verða flutt
til 2010.
Jón Rasmussen, skipari
á Norðborg, sigur, at nú vil
lands stýrismaðurin
ikki
loyva teimum at fiska hesa
kvotu, sum hann annars hev
ur givið lyfti um.
Líkt er til, at lands stýris
maðurin er vorðin for ner
mað u r og vil einki gera, so
leingi sum makrelmálið ikki
er endaliga loyst.
Spurdur, um drálanin hjá
Jacobi Vestergaard hevur
nak að við tað at gera, at
Felag ið Nótaskip ikki hevur
stuðl að honum í at áseta
Før oy um eginkvotu fyri 2010,
sigur Jón, at lítið man vera at
ivast í, at so er.
Okkara felag hevur mælt
landsstýrismanninum
til
at halda fram við sam ráði
ng unum við Noreg og ES
og soleiðis royna at vinna
Føroyum ein frægari kvotu
part av makreli.
Mugu gevast
Nú vit tosaðu við Jón Ras
mussen fyrrapartin í dag,
vóru teir júst á veg til lands
við Norðborg eftir ein góðan
túr, har teir hava umleið
1300 tons av frystari sild og
skráskornum og heilfrystum
makreli.
Veiðan
hevur
verið
blandað á hesum túri, sild
og makrelur, og líkt er ikki
til, at makrelur kann fiskast
uttan uppíblanding í løtuni.
Viðhvørt eru nøgdirnar av
sild størri, og viðhvørt er
meiri av makreli í tóvinum.
Skiparin sigur, at hetta er
ein rímiliga góður túrur hjá
skipi og manning, og lastin
hevur eitt søluvirði upp á
einar 10 miljónir krónur.
Vit hava havt loyvi at
fiskað 520 tons av makreli,
men nú eru hesi tonsini við
at verða uppi, og hetta fer at
gera tað trupult hjá okkum
at gera nýggjan túr, soleiðis
sum støðan er í løtuni, sigur
hann.
Stórt virði
Av veiðini á hesum túri, sum
nú er lokin, eru umleið 450
tons av makreli, sum kann
seljast fyri í miðal einar 810
krónur fyri kilo.
Jón Rasmussen vísir á,
at um teir høvdu skilt hin
størra makrelin burtur úr
og heilfryst hann fyri seg,
høvdu teir fingið heilt upp
í einar 1214 krónur fyri kilo.
Vit eru sera harmir um,
at landsstýrismaðurin ikki
heldur orð og letur okkum
sleppa at fiska hesi 2800
tonsini, sum liggja eftir av
kvotuni frá 2009. Vit duga
ikki at síggja nakra sum
helst orsøk til, at Jacob
Vestergaard ikki vil lata
okkum fiska hesa kvotu,
ið hann áður hevur givið
okkum lyfti um.
Jón Rasmussen sigur, at
hesi 2800 tonsini av makreli
hava eitt virði, sum svarar til
einar 20 miljónir krónur.
Líkt er til, at lands stýris
maðurin er vorðin firtin, og tí
vil hann einki gera, so leingi
sum
makrelspurningurin
enn liggur óloystur, sigur
skipar in á Norðborg, sum
er ógvuliga harmur um
støðuna.
Tryggu loysnina
Skiparin vísir á, at sjálvandi
kundi tað givið pelagiska
flota num
í
Føroyum
og
møgu liga
øðrum
skipum
við hópin av inntøkum, um
Føroyar ásettu sær eginkvotu
av makreli fyri 2010.
Men spurningurin er,
um hetta ikki hevði verið
løtuvinningur, og upp á
longri sikt halda vit ikki, at
hetta er rætta leiðin at ganga,
sigur Jón Rasmussen.
vilmund@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum drálar við at geva Norðborg loyvi at fiska tey 2800 tonsini av
makreli, sum lógu eftir frá í fjør. – Hetta er eitt veiðivirði upp á einar 20 miljónir krónur, men Jacob
Vestergaard heldur ikki sítt lyfti, sum hann hevur givið okkum, sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg