Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 28. juni · Nr. 100 Sosialurin m tur Vilmund Jacobsen Formaðurin í Føroya Reiðara felag, Viberg Sør­ en sen, er nú av álvara far in at ótolnast í makrel spurn­ ing inum, sum enn ligg ur óloyst ur. Á heimasíðu felagsins held ur hann, at neyðugt er at taka eina avgerð nú, og hann heitir á løgmann um at loysa málið. Viberg Sørensen vísir á, at í meiri enn ein mánaða hava føroysk skip ligið klár til fiskiskap eftir makr e li, og hann metir, at miljóna­ upp hæddir verða mistar hvønn einasta dag, nú feløg fram vegis bíða eftir eini av gerð um, hvussu fiskast skal í 2010. ­ Hetta er ein fíggjarlig van lukka fyri okkum øll, og tí má handlast nú, sigur reiðarafelagsformaðurin sum heldur, at sjálvur løg­ mað ur eigur at taka hetta málið upp, so tað verður loyst. Viberg Sørensen held­ ur tað vera langt úti, at føroysk skip fyri eina miljard krónur liggja bund­ in við bryggju, tí tey ikki hava loyvi at fiska før oysk­ an fisk í føroyskum sjógvi. ­ Tað er ein ørgrynna av makreli fluttur inn á ”trøð­ na” hjá okkum, sum reiðara­ felagsformaðurin rópar føroyskt havøki. Hann vísir á, at makrel­ urin leitar eftir mati, og h end an finnur hann í okkara sjógvi. Rímilig krøv Viberg Sørensen heldur ikki nógv um tað, sum ein skoti, ið Kringvarpið tosaði við um dagarnar, sigur um æt lan inar hjá Føroyum at áseta eginkvotu á makr el í egnum sjógvi í 2010. Hesin hótti við ”báli og bran­ di”, sum reiðara felags for­ maðurin tekur til, um før­ oy ingar váða sær at fiska føroyskan makrel í før oysk­ um sjógvi. ­ Hetta er svárt at hoyra frá teimum, sum hava eyrænt okkara og íslends­ ku grunnarnar í út við 100 ár. Tað var eitt ódnartak hjá Føroyum og Íslandi at fáa sjómarkið út á 200 fjórð ing ar. Kríggj brast eisini á millum bretar og ís lend ing ar, og fyri fyrstu ferð í søguni tapti Bretska Emperi ið eitt kríggj. Formaðurin í Reiðar­ felag num vísir á, at Føroyar í dag hava eina skipan, sum aðrir taka eftir. ­ Tað, sum liggur í luft­ ini í makrelmálinum, er, at Føroyar nú vilja hava tann partin av makrel­ stovninum, sum vit eiga. Parturin, vit gera krav uppá, er tilsamans ikki størri enn tað, sum skot ar og es­menn alment við­ gang a, at teir tveita í havið aft ur og annars yvirfiska á hvørjum ári, sigur hann. Eiga størri part Viberg Sørensen sigur, at londini, vit hava sam starv­ að við um makrelin, eisi­ni við ganga, at Føroyar eiga ein størri part, enn vit hava fingið í undanfarnum av­ talum. ­ Men at lata okkum meiri, kemur kortini ikki upp á tal, leggur hann aftr­ at. vilmund@sosialurin.fo Mistar miljónir LOYSN Viberg Sørensen heldur, at løgmaður noyðist at loysa málið um føroysku makrelkvotuna fyri 2010, so okkara fiskifloti, sum nú hevur ligið bundin við bryggju í meiri enn ein mánaða, sleppur útaftur at fiska ein ørgrynna av makreli er fluttur inn á ”trøðna” hjá okkum VIBERG SØRENSEN - Parturin, sum Føroyar vilja kanna sær av makreli, er ikki størri enn tað, sum skotar og es-menn viðganga, at teir tveita í havið aftur og annars yvirfiska á hvørjum ári, sigur Viberg Sørensen Mynd: Vilmund Jacobsen FREKLEIKI - Tey 2800 tonsini av makreli, sum lógu eftir hjá okkum í fjør, og sum vit tískil skuldu sleppa at fiska í ár, hava eitt avreiðingarvirði upp á einar 20 miljónir krónur. Men nú er landsstýrismaðurin vorðin firtin og vil einki gera, sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg Mynd: Dávur Winther vit eru sera harmir um, at lands stýris­ maðurin ikki heldur orð JÓN RASMUSSEN Vilmund Jacobsen Sosialurin royndi fyrra­ part in í dag at fáa við merk­ ing ar frá løgmanni, Kaj Leo Johanne sen, nú formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Vi­ berg Sørensen, heldur, at løg maður eigur at taka eina avgerð í makrel spurn­ ing inum. Á løgmansskrivstovuni fingu vit at vita, at løg mað­ ur í morgun hevur verið upp tikin av vitjanin úr danska kongshúsinum. Vit royndu eisini at fáa viðmerkingar frá John Johannesen, løg tings­ manni, sum er formaður í utta n landsnevndini, men hann tók ikki telefonina, tá vit ringdu í morgun. Tað var uttan lands­ nevndin, ið líka sum álegði lands stýrismanninum, Jacobi Vestergaard, at taka upp politiskar samráðingar við Ísland, Noreg og ES um makrel spurningin, áðrenn nøk ur endalig avgerð verð­ ur tikin í Føroyum um møgu liga at áseta egin­ kvotu av makreli í før oysk­ um sjógvi fyri 2010. Jacob Vestergaard hev ur verið á fundi við íslendska og norska fiski mála ráð­ harran, men enn vantar fund ur in við fiski vinnu­ kommi serin í ES. Í síðstu viku segði landsstýrismaðurin við Sosialin, at fundurin við fiski veiði myndugleikarnar í ES kanska verður 5. juli, men seinast, vit frættu, var æt laði fundardagurin ikki enda liga ásettur. Sosialurin fer til blaðið miku dagin at spyrja Jacob Vester gaard, hvør orsøkin er til, at hann ikki vil loyva Norð borg at fiska tey 2800 tons ini av makreli, sum lógu eftir frá 2009. Kaj Leo og John