Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. juni · Nr. 100 14 Sosialurin Rigmor Dam Hvat er størsta brotsverkið: at ræna ein banka ella at stov na ein banka? Hetta kenda sitatið sigur alt um hugsjónina hjá heimskenda týska dramat­ ik ar a num Berthold Brecht. Og heitið á leikinum, sum leikbólkurin Grugg ven­ ur í hesum døgum, er ”Goym moralin til seinni”. Hetta endurspeglar eisi­ ni útgangsstøðið hjá týska dramatikaranum Bert­ hold Brecht, sum í list síni fanst at ráðandi, borgar­ liga samfelagnum, sum eftir hansara tykki var ein dubultmoralsk og lívs fígg­ inda lig skipan. Í heitinum liggur ein ákæra móti elituni, sum hev ur mettuna til at tosa um moral og annað fínt, meðan meiri­ lutin hevur úr at gera við at fáa til vega mat í munn in. Ein sang-kollasja Grugg er ein nýstovnaður yrkis sjónleikabólkur, sum tær tríggjar Súsanna Tór­ garð, Ria Tórgarð og Barbara Christophersen hava tikið stig til. ”Goym moralin til seinni” er fyrsta leikverkið hjá bólki­ num, og er leikurin ein kollas­ ja við 19 sangum eftir Bert hold Brecht. Flestu sangirnir í leiki­ num stava frá verkinum Drei­ groschen oper, sum Kurt Weill skrivaði saman við Brecht í 1928. Verkið er skriv að fyri tað sum bleiv nevnt teatur við syngjandi leikar um. Stílurin í bæði sam talu og ljóði er fyrst og fremst samfelagssatiriskur. Í tónleikinum verður tað banala týdningarmiklasta listar liga útsøgnin, og verð ur verkið sum heild at meta sum episkt teatur, sum hevur agita­ tión sum høvuðs enda mál. Leikstjórin hevur funnið ymisk brot og sett tey saman til eina heild, sum snýr seg um evni, ið eru líka viðkomandi í dag, sum tey vóru tá Brecht skrivaði um tey fyri skjótt 100 árum síða ni. Tey sum hava, og tey sum ikki hava. Hava vald, hava pengar. Hava frið og trygg leika. Og sjálvandi kærleika. Ein stór avbjóðing At leikstjórna hevur bólk ur­ in boðið eysturtýsku Sonja Kehler higar til lands í ein heilan mánað. Hendan Kehler er ikki hvør sum helst, men telist millum heims ins fremstu Brecht­tulk ar ar. Eisini er Kehler upp havs kvinna til eina serliga metodu innan leiklist, sum er ein samanrenning millum kropp, rørslur og sang. Tað er hendan metodan, sum leikar ar nir í Grugg hava vant og lært seinastu vikurnar, og sum, eftir teirra tykki, hevur ver ið tað mest kravmikla og av bjóðandi í sambandi við upp setingina av leikinum. rigmor@sosialurin.fo Brecht nú á f Eugen Berthold Friedrich Brecht (1898­1956) var ein týsk ur yrkjari, dramatikari, leikstjóri og leik hús­ stjóri. Hann gjørdist ein av týdningarmestu teatur­ menniskju num í 20. øld, og ávirk aði bæði dramaturgi og leik f ramleiðslu. Hetta seinna ser liga ígjøgnum leikferðirnar við Ber li n­ er Ensemble, ið var leik­ bólk ur in sum Brecht og sjónleikakvinnan Helene Weigel, kona og sam starvs­ felagi hansara, vóru á odda fyri. Hesin bólkur fekk altjóða viðurkenning fyri sín ar framleiðslur. Tað mesta av lívi sínum var Brecht sannførdur marx­ ist ur, og arbeiddi við sjónleiki sum ein miðil fyri politiskar hug leið ingar og boðskapir. Hann er kendur fyri at hava ment tað “episka teatrið”. Hansara hugsjón var at geva sjónleikinum nýggjan týdn­ ing sum eitt amboð. Í episka teatrinum vildi Brecht, at áskoðarin ikki skul di liva seg kensluliga inn í leikin, men heldur verða eggjaður til kritiska reflek­ tión. Í staðin fyri at vera rur aður inn í eina kensluliga upp living, skuldi áskoðarin fara úr sjónleikarhúsinum upp vaktur, varugur við sam felags ligt órættvísi og til reiðar at arbeiða fyri at broyta tað. At røkka hesum endamáli nýtti Brecht ymiskar hættir at minna áskoðaran á, at sjón leikurin er júst hetta; sjón leikur og ikki veruleiki. So lei ðis royndi hann at vísa á, at eisini veruleikin er til­ gjørd ur og tí broytiligur. Hetta nevndi Brecht “Verfremdungseffekt”, og upp náddi hetta eitt nú við at lata leikarar tosa beinleiðis við áskoðaran, við sangum sum brutu leikin av og við skelt um við frágreiðingum á. Ávirkanin frá Brecht sæst í dag víða bæði í sjónleiki og filmi. Berthold Brecht Bertolt Brecht, (1898-1956), týskur dramatikari, lyrikari, prosaistur, bókmentateoretikari og instruktørur. Brecht telist millum fremstu høvundar Týsklands. Hann var sosialistur og í mongum førum rættiliga umstríddur vegna atfinningarsama hugburðin til ráðandi, borgarligu elituna LeikList Sjónleikarbólkurin Grugg hevur fingið heimskendan týskan Brecht-tulkara hendanvegin at leikstjórna fyrstu uppsetingina av Berthold Brecht í Føroyum