Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 28. juni · Nr. 100 Sosialurin øroyskum Sonja Kehler (f. 1933) er týsk songkvinna, sjónleikari og leikstjóri. Tað var fyri sýnar nýtulkandi og livandi framførslum av sangum í Brecht-leiklutum at Sonja Kehler gjørdist so kend, at hon fekk virðisløn og tilnavnið “syngjandi sjónleikarinnan”. Í 70-árunum byrjaði Sonja Kehler at upptraðka við sínum egna Brecht programmi, og var hon væl móttikin bæði heima í Eysturtýsklandi og víða um í heiminum. Síðan hevur hon verið vird sum ein av týdningarmestu og best umtóktu tulkarunum av týskum máli, og plátur hennara eru komnar út í fleiri londum. Av tí at lítið skuldi til, fyri at vera sæddur sum vandamikil undir táverandi kommunistiska stýrinum, broyttist hugburðurin mótvegis Sonju Kehler í Eysturtýsklandi. Í onkrari av sínum upptraðkanum hevði hon borið fram tankar um frælsið til at hava ymsar meiningar. Hon var ikki biðin at upptraðka í heimlandinum longur, men kundi væl brúkast til at senda út í heim. Soleiðis ferðaðist hon í fleiri ár runt um í heiminum og framførdi við egnum tónleikabólki. Onkur av tónleikarunum nýtti høvi at sleppa sær burtur úr Eysturtýsklandi, men Sonja Kehler valdi at samstarva, og á tann hátt klára seg ígjøgnum. Sum hon sjálv sigur, so gjørdi hon tað, sum kvinnur noyðast at gera, og hugsaði um seg, mannin og døturnar. Síðani múrurin fall, hevur Sonja Kehler arbeitt sum leikstjóri og upptraðkað við sangi, upplestri og spæli av tekstum eftir bæði týskum og øðrum høvundum, teirra millum Brecht. Sonja Kehler nýtir framvegis nógv av sínari tíð til at undirvísa, leikstjórna og framføra í ymsum londum. Hon er eyðkend av sínari óvanligu orku og styrki og djúpa kunnleika til Brecht-tilfarið. Miðlahúsið eigur part av æruni fyri, at vit nú sleppa at uppliva Brecht á føroyskum. Hetta siga systrarnar Torgarð, sum hava brúkt listavirðislønina frá Miðlahúsinum til útbúgving innan Brecht-tulking í Danmark. Hetta var á skeiði hjá Sonja Kehler í november. Tey trý kvívíkarsystkini Súsanna, Ria og Hans Tórgarð fingu Listavirðisløn Miðlahúsins 2009 á 50.000 krónur á ólavsøku í fjør. Í grundgevingini varð sagt: -Systkini Súsanna, Ria og Hans Tórgarð fáa Listavirðisløn Miðlahúsins 2009 fyri teirra stóra og slóðbrótandi virksemi fyri føroyska leiklist. Tey hava í mong ár og mangan undir truplum umstøðum verið framúr virkin við sjónleiki, leikstjórn og leikriti, og listarliga arbeiði teirra hevur havt stóran týdning fyri føroyska leiklist og føroyskan samleika. Við stórum ídni, góðum sjónleikaragávum og málsligum hegni hava tey trý saman við mongum øðrum innan leiklistaøkið verið við til at flyta føroyska leiklist fram á altjóða støði. Súsanna, Ria og Hans Tórgarð hava við leiklistini givið føroysku áskoðarafjøldini ríkar og ógloymandi upplivingar, samstundis sum tey hava verið við til støðugt at menna føroyskan sjónleik sum listagrein í Føroyum. Brecht fyri virðisløn Leikstjórin ”Goym moralin til seinni” hevur premieru 10. juli í hølunum hjá Tjóðpalli Føroya. Spælt verður hósdagar kl. 20.00, fríggja- og leygardagar kl. 22.00 og sunnudagar kl. 18.00. Atgongumerki verða at fáa á ebillett.fo, á Kunningarstovuni í Havn og við dyrnar ein tíma undan sýning. Leikarar Barbara Christophersen • sjónleik • sang • týðing Ria Tórgarð • sjónleik • sang • týðing Súsanna Tórgarð • sjónleik • sang • týðing Hans Pauli Tórgarð • klaver • gittar • sang Hans Tórgarð • sjónleik • sang • týðing Páll Danielsen • sjónleik • sang Súsanna, Ria og Hans Tórgarð heiðrað