mánadagur 28. juni 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. juni · Nr. 100
16
Sosialurin
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
85 ára
føðingardagur
Týsdagin 29. juni
verður Harry
Joensen, Klaksvík 85
ár. Dagurin verður
hildin hjá dóttrini á
Leitisgøtu 23, Argir,
har øll eru hjartaliga
vælkomin frá kl. 17.
80 ára
føðingardagur
Fríggjadagin, 2. juli
verður Heini Olsen,
Tórshavn, 80 ár. Tey, ið
ynskja at heilsa uppá
Heina, eru hjartaliga
vælkomin í Kovalág
10, 2. juli millum kl. 10
og 14.
Í dag, 28. juni, verður Føroya
kendasti veðurmaður, Petur
Skeel Jacobsen, 85 ár.
Petur Skeel varð føddur
í Havn tann 28. juni í 1925.
Pápin, Mourits E. Jacobsen,
var ættaður úr Kaldbak og
mamman av Eiði. Hon doyði á
barsilssong við Peturi Skeel.
Sum seks ára gamal flutti
Petur til Kaldbaks og vaks
upp hjá ommubeiggjanum,
Petur Skeel Nolsøe, sum var
bóndi í Kaldbak.
Sum 19 ára gamal fór Petur
til Havnar á preliminerskúla.
Eftir tað fór hann í læru á
Gjaldstovuni og arbeiddi har
í nøkur ár, til hann sá eina
lýsing eftir fólki at koma at
starvast á veðurstøðini, sum
helt til á Skansanum í Havn.
Petur Skeel søkti og fekk
starvið.
Veðurstøðin flutti seinni í
nýggj høli við Svalbardsvegin.
Petur arbeiddi skiftivís á
Gjaldstovuni og á Veður støð
ini. Í 1962 fór hann til Dan
markar, har hann fekk starv
hjá Meteologisk Institut.
Fyrst í 90unum kom
hann aftur til Føroya og
arbeiddi sum veðurfrøðingur
á flogvøllinum í Vágum.
Seinni flutti verður tæn
astan av flogvøllinum til
Havnar – at húsast hjá Vaktar
og bjargingartænastuni Yviri
við Strond.
Tá Petur Skeel gjørdist
sjeyti, fór hann frá sum veður
maður. Tá var hann rættuliga
vorðin fólkaogn sum tann
hugn aligi veðurmaðurin í
»Góðan morgun Føroyar« í
út varpinum, har hann dag
liga spáddi um veðrið.
Síðani 1996 hevur Petur
Skeel verið fastur fúsur
her á Sosialinum. Hann er
á blaðnum hvønn dag, har
hann skrivar veðurtíðindini á
baksíðuni. Hann lesur ymisk
veðurkort, og út frá teimum
og veðurforsagnunum frá
DMI, ger hann so sínar veður
forsagnir. Eisini er hann at
hoyra í veðurtíðindunum á
Rás2.
Petur hevur eisini ymisk
frítíðarítriv. Honum dámar
sera væl at dansa føroyskan
dans, sum hann altíð hevur
gjørt nógv við – eisini árini
í Danmark. Hann er eisini
virkin
í
dansifelagnum
Dansi frøi.
Kona Petur, Malla, sum
var ættað úr Rituvík, doyði
í 1987. Tey fingu tríggjar
dreingir, sum allir búgva í
Danmark við familjum.
Petur er burturstaddur
føð ingardagin, men vit í
Miðlahúsinuim ynskja hon
um hjartaliga til lukku við
degnum!
red
Petur Skeel Jacobsen 85 ár
Tak
Tak for blomster, kranse og pengegaver til
plejehjemmet i Runavík ved begravelse af
Jógvan Davidsen, Elduvík.
Tak til kirketjenere, gravere, sangere
og Henning Bøgesvangs, præst,
personlige tale ved kisten.
En stor tak til Sambýlið á Skála og
plejehjemmet i Runavík for kærlig pleje,
omsorg og opmærksomhed,
når der var besøg fra Danmark.
Ligeledes en stor tak til familien á Brúnni
í Elduvík, der optog vores fader, som
familiemedlem, da han efter 50 år i
Danmark atter bosatte sig i bygden.
Tak til alle der deltog i højtidlighederne ved
vores faders rejse til sit sidste hvilested.
Diana, Stig og Hjørdis
Så tag mig da ved hånden,
og led du mig,
Til jeg opgiver ånden
og dør i dig!
Jeg kan ej vandre ene,
ej noget sted,
det båder mig alene,
når du går med.
Andlát
Gjørt verður vart við, at elskaða kona mín,
dóttir, systir, verdóttir og svigarinna okkara
Gunnleyg Kathrina Reynslág
fødd Joensen, ættað úr Sumba
andaðist hósdagin 24. juni á Malmö
sjúkrahúsi, 38 ára gomul.
Vegna tey avvarðandi
Ólavur
Margretha
í Vest
manna sum
prinsessa
Myndin er tikin í sambandi
við
eina
kongavitjan
í
1959. Fríðrikur kongur og
Ingrid drottning saman við
prinsessunum
Margrethu
og Benadiktu, sum vitja uppi
við byrgingarnar oman fyri
Vestamanna.
Á
myndini
síggjast
Fríð rikur kongur og prin
sessurnar
Margretha
og
Benadikta.
Páll Mikkelsen verkfrøð
ingur hjá SEV hevur tikið
myndina.