Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 28. juni · Nr. 100 Sosialurin DROTNINGAR­ VITJAN Gjára­ morg unin klokkan 9:15 legði konga­ skipið Danne brog at bryggju við Bursa tanga í Havn. Eirikur Lindenskov Hennara háting Margreta drotning og hansara konga­ liga hátign, Heindrikkur prins ur, komu í land, har Kaj Leo Johannesen, løg­ maður, Dan Knudsen, ríkis­ um boðsmaður og Heðin Mort ensen, borgarstjóri í Havn tóku ímóti. Havnar Hornorkestur spældi »Kong Christian« og »Tú altfarga land mítt«. Eftir at løgmaður hevði hildið røður, koyrdi fylgið av Bursatanga út í Tinganes. Ætlanin var annars, at kongshjúnini skuldu spáka um Kongabrúnna, út eft­ ir Müllersbrúgv og út í Tinga nes, men hetta var av ongum, kanska tí tað var eitt lítið slavið í veðrinum. Úr Tinganesi fór fylgið níðan í Løgtingið og haðani niðan í Hoyvíkar Kirkju. Eftir tað varð vitj að í Skúlanum við Løgmanna­ breyt, og prinsurin var eisini og vitjaði Sjósavnið á Argjum og hjá Reyða Krossi í Vágsbotni. Eftir hesa vitjanina fór prinsurin ein túr við bjargingarbátinum Lív ­ sum eftir ein stimitúr sigldi prinsina inn á Burstanga ­ har bjargingarbáturin legið at kongaskipinum. Í gjárkvøldið var ein var ein stásdøgurði á Hotel Før­ oyum. eirikur@sosialurin.fo Kongalig vitjan í Havn Kongaskipið Dannebrog legði at bryggju við Bursatanga í Havn. Stásiliga kongaskipið er frá 1932 Hendrikkur prinsur í føroyskum klæðum - og leðurhandskum - og drotningin veitra til teirra, sum komin eru saman at taka ímóti kongaligu gestunum Kaj Leo Johannesen, løgmaður, Dan Knudsen, ríkisumboðsmaður og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn tókum ímóti Kongaliga fylgi vitjar í Skanskapakkhúsinum í Tinganesi Súsanna Danielsen, løgtingsstjóri, heilsar upp á drotningina, tá hon kom í løgtingið