Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. juni · Nr. 100 18 Sosialurin Hoyvík Klokkan var 11 stundisliga, tá Hennara Hátign Margreta Drotning og Hansara Kongliga Tign Prinsgemalurin, trinu inn í forkirkjuna í Hoyvíkar kirkju í gjár. Alt var gjørt til reiðar til hesa hátíðargudstænastuna. Her verður greitt frá nøkrum av fyrireikingunum til gudstænastuna og borðhaldið aftaná. Aftanfyri hetta liggur ein drúgv fyrireiking, sum hevur vart í fleiri mánaðir. Snorri Brend Tað eru longu farnir fleiri mánaðir síðani, at tíð ind ini komu út um ætlaðu drotn­ ingavitjanina í summ ar. Frá almennari síðu var beinanvegin farið undir at leggja tær stóru linjurnar fyri vitjanina, soleiðis at alt kundu ganga so gott sum til ber. Og soleiðis, at ynskini hjá bæði gestum og vertum kundi fremjast á bestan hátt. Men tað eru kortini ikki bert tær stóru linjurnar, ið gera eina slíka vitjan væl­ eydnaða. Tær smáu linjurnar skulu eisini við. Millum tey sum formaðu hesar, var kirkjuráðið í Hoyvíkar kirkju, umframt ein hópur av øðrum fólkum sum hava givið sítt íkast til vitjanina her fyrrapartin í gjár. Ein slík vitjan verður ikki skapt eftir einari løtu, og tí er neyðugt at ein beinanvegin fer undir tær størru og tyngru fyrireikingarnar. So­ leiðis varð eisini gjørt her, bæði innanveggja og uttan­ dura. Uttandura var fyrst og fremst miðað eftir, at økið kring kirkjuna var so snøgt og reint sum hóskar til eina slíka vitjan. Her hevur verið arbeitt við at snøgga uttanfyri, til tað sum einaferð skal gerast eitt torg frammanfyri kirkjuna. Fyri at lætta um hjá bil­ før arum vóru nú umsíðir málaðar tær hvítu strikurnar niður á parkeringsøkið, so­ leiðis at nú er eingin ivi um, hvat bilarnir skulu standa og hvar trappurnar eru. Veðrið í Føroyum er jú skiftandi, og tí varð neyðugt í síni tíð at seta upp eina fyribils vindverju úr timbri til teirra, ið skuldu í kirkju ein ódnardag. Vit hava vitað alt um, hvussu ein fyribilsloysn so líðandi gerst ein endalig loysn, men soleiðis er ikki við Hoyvíkar kirkju. »I dagens anledning« var tann rætta vindverjan sett upp. Lítið er at ivast í, at henda verður endalig, tí hon er gjørd úr góðum stáli. Hitameistari Latum okkum síðani fara ein túr innar í kirkjuna. Sumt sum her er gjørt, sæst við berum eygum. Meðan sumt, sum eisini er gjørt, ikki sæst eins væl. Fyrr í ár var gólvið inni í kirkjuni oljerað, og fyri sløkum mánaði síðani var høvuðsreingerð framd í kirkj uni. Nógv síggja ikki hetta megnarverk, men høvdu uttan iva sæð tað, um tað ikki hevði verið gjørt. Í kjallaranum var eis ini nógv fyrireikað framm an­ undan. Kirkjuráðið hevur havt sínar regluligu fundir sein asta hálva árið, har drotn ingavitjanin hevur verið eitt av mongum punktum á fundarskránni. Hósdagin og fríggjadagin var aftur kirkjuráðsfundur, um enn ikki tey nógvu pappír ini vóru á borðinum. Nú skuldi heldur brettast upp um ermar, fyri at gera tær seinastu fyrireikingarnar til hátíðarligu vitjanina: Borð vórðu sett upp, alt varð ruddað og snøggað og tryggj­ að varð, at alt tað tekniska riggaði. Ein onnur fyrireiking var tann hjá kirkjutænarunum, sum allir høvdu fingið sína uppgávu: Ein skuldi vera dekn ur, ein annar klokkari, meðan hinir skuldu á ymisk­ an hátt geva sítt íkast til, at alt gekk sum eftir ánni, nú so hátignaðarligir gestir komu til gudstænastu. Onkur annar skuldi hjálpa fólki til rættis í kirkj­ uni. Onkur skuldi halda skil á hitaskipanini, tí um tað gjørdist ov heitt inni í kirkjuni, skuldi heldur kuldi enn hiti blásast inn í stóra kirkjurúmið. Onkur hevði bert fingið eina minni, men ikki minst týðandi uppgávu: At tryggja at mikrofonin í kjallaranum riggaði, tá bisp­ ur skuldi halda talu í sam­ bandi við borðhaldið í kjall­ ar an um. Nú var bert eftir at bíða eftir at alt skuldi byrja. Battarí just in case Men sum altíð er: Tá alt gong ur gott, gongur okkurt galið. Deknurin hevur brád­ liga funnið út av, at ov lít­ ið battarí er á mikrofon hansara, nú bert 15 minuttir vóru eftir, til gudstænastan skuldi byrja. Hann hevði tjekkað tað av beint frammanundan, og tá var nóg mikið av streymi á, men nú ið mikrofonin skuldi nýtast, var spurningurin um battarí’ið hevði nóg nógva styrki til alla guds tæn ast­ una. Tíbetur fyri hann, drotn ingahjúnini og guds­ tænastuna annars hevði ein annar kirkjutænari ver­ ið so hyggin at stinga tvey battarí’ir í lumman til guds­ tæn astuna ­ just in case. Eisini teir hjá Kring varp ­ inum hava gjørt sínar fyri­ reikingar. Sjónvarpið var einasti miðil, sum slepp ur at avmynda gudstæn ast­ una. Teir hava sínar manna­ gongdir og sínar tøkniligu avbjóðingar til eitt slíkt høvi, og tí ráddi um at vera í góðari tíð, soleiðis at einki kiks bleiv í upptøkuni. Her var einki at bíða við, og longu kvøldið fyri vóru allir leidningar drignir út og gjørdir klárir, samstundis sum upptøkutólini vóru roynd. Nú kaNN drotNiN Hendrikur prinsur og Kaj Leo Johannesen, løgmaður, á veg í krikjuna í Hoyvík