Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. juni · Nr. 100 Sosialurin 31 Og mín sann, um ikki ein frá útvarpinum eisini hevði gjørt sínar fyrireikingar. Nei, útvarpslurtararnir skuldi heldur ikki vera við sviðusoð, nú so hábærsligir gestir eru í kirkju. Tomatsalsa Liðin eru fimm ár síðani at Margretha drotning legði grundarsteinin til Hoyvíkar kirkju. Tí vildi kirkjuráðið eisini vísa henni ein serligan heiður, og tí varð skipað soleiðis fyri, at ein góður biti var til kongaligu gestirnar og onnur innboðin. Henda máltíðin var eis­ ini fyrireikað í góðari tíð frammanundan. Kendi og góði kokkurin Oddvør hevur í longri tíð arbeitt við at borðreiða og pynta alt so væl sum gjørligt. Hon hevði lagt eina sera spennandi og fjølbroytta matskrá til rættis, sum tað tók sína tíð at rigga til: Talan var um ein borðisk við royktum laksi við smørdampaðum leyki í sinnops/balsamico dressing; ovndampaðum toski, sitrónrómaosti og tomatsalsa; og smørstoktum lambs háryggi á broysknari salat. Umframt hetta hevði hon eisini ómakað sær at bakað breyð til høvið og har aftrat borðreiða við hvít víni av slagnum Poully Fumé og ísvatni. Og omaná borð reiddi hon við kaffi og rabarbu­ triflu. Tað vóru kortini ikki bert teir innbodnu gestirnir sum fingu ein góðan bita. Hugsað varð sjálvandi eisini um teir bilførararnar, sum koyra kongaliga fylgið. Longur inni í kjallaranum var eitt borð sett upp til teirra. Um nakar spyr um, teir mundu fáa restirnar frá tí fínara sel skapinum, so er svarið avgjørt nei. Her var eingin munur gjørdur á høgum og lágum. Kryddrað framførsla Tann tónleikaligi parturin av fyrireikingini hevur heldur ikki ligið eftir til eina slíka vitjan. Fasti urguleikarin við kirkjuna, Oddvør Johansen hevði til høvið latið sessin til Gudmund Mortensen, ið er starvsfelagi hennara í Dóm­ kirkjuni. Heldur ikki hansara fyrireiking lá eftir. Hann hevur í serligan mun vant løgini til sálmarnar. Men urguleikarum so líkt, vilja teir fegnir kryddra framførsluna við góðum forspælum til hvønn einstakan sang. So leiðis fekk kirkjufólkið eis ini nakað til oyrað undan hvørjum sálmi. Umframt hetta hevði hann eisini fingið Kenneth Jones at spæla saman við sær til sálmarnar, og til post ­ ludium’ið “The Prince of Denmark’s March” eftir Jere­ miah Clarke. Her var eingin slingur í valsinum. Tað var tað heldur ikki hjá sangarunum, sum Gudmund hevði aftrat sær til at stuðla sálmasangin. Hesir skuldu eisini fyrireikast til sína uppgávu, og tí møttu teir í góðari tíð áðrenn, bæði fyri at venja løgini og aftursvarini í gudstænastuni. Drotningahjúnini fingu haraftrat høvið at hoyra góðan føroyskan kórtónleik, tá kórið Tarira framførdi bæði præludium og eina motett undir gudstænastuni. Slíkar framførslur verða ikki gjørdar eftir einum degi, og her lógu eisini nógvir venj­ ingartímar aftanfyri. Jú, fyri kongaligu gestirnar, kirkjufólkið og hyggjararnar hjá sjónvarpinum var talan eisini um eina tónlistarliga uppliving. Signing Síðst men ikki minst var bispur, Jógvan Fríðriksson eisini í fokus, saman við dómpróstinum, Una Næs. Uni skuldi fyrireika seg til tann liturgiska partin, meðan bispur skuldi fyrireika seg til eina prædiku á føroyskum fyri hábornu gestunum. Hann hevði fyrst skrivað prædikuna á føroyskum, men fyri at drotningahjúnini skuldu fáa hvørt orð við, var prædikan síðani umsett til danskt og latin teimum í prentaðari útgávu. Men eingin prædika og eingin gudstænasta, hvørki vanlig ella hátíðarlig, verður til nakra signing uttan at alt er lagt fram fyri Gud í bøn. Stutt frammanundan guds tænastuni møttust prest arnir og onnur til eina styttri bønarløtu inni í kirkju kon tór in um. Ein løta í álvar semi og kvirru, áðrenn henda hátíðargudstænastan kundi byrja. Klokkan er nærum vorðin 11. Onkur kemur inn og sigur, at nú er bert hálvur minuttur til drotningahjúnini eru í kirkjutúninum. Og rætt sum klokkan var 11, fór kirkjuklokkan at ringja. Hátíðargudstænastan byrjar just in time. Restin er søga! NgiN bara koma Uni Næs, dómpróstur, og Margreta drotning koma á veg inn í Hoyvíkar kirkju. Drotningin legði grundarsteinin til kirkjuna, tá hon vitjaði her seinast í 2005. Nú var hon til gudstænastu í krikjuni, har Uni Næs prædikaði