Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. juni · Nr. 100 30 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Tá ið tað eftir ein tíma bíðitíð endiliga eydnaðist at fara undir róðrarnar á nýggja 1000 metra málinum í Vági, eydnaðist tað beinanvegin at geva kapp róðr­ arlagnum millum heima fólkið í Vági eitt lyft. Tað hevur higartil í ár verið rættuliga tætt millum Blik av Argjum og Royndina Fríða úr Vági, og soleiðis var tað eisini hesa ferð. Tá ið startskotið gelti, sprakk Royndin Fríða fyrst avstað, og so hefti einki fyri vágs dreingjum. Argjadreingir umborð á Bliki og tvøradreingir umborð á Firvaldi royndu at renna aftaná, men Royndin Fríða stýrdi tí mesta, og sigurin tókt ist ongantíð at vera í vanda, hóast Blikur bara var eina hálva bátslongd aftanfyri, tá ið bátarnir fóru um málið. Óvæntað vóru tað skála­ dreingir umborð á Svani, sum eina løtu bjóðaðu av og hóttu vágsdreingir, og Svanur endaði á triðja plássi. Talan er um góða gongd hjá skáladreingjum. Á Norðoyastevnu vóru teir numm ar seks, á Sunda lags­ stevnu vóru teir nummar fýra, á Eystanstevnu endaði Svanur á sjeynda plássi, og hesa ferð vóru skáladreingir nummar trý. Sammett við vinnarabátin betraði Svanur hesa ferð tíðina við átta sekundum! Í FM kappingini stendur púra javnt millum Royndina Fríðu og Blik. Bátarnir hava vunnið tvær ferðir í part – aðru hvørja ferð – og so er spurn­ ingurin, um manna gongdin verður tann sama, sum hon hev ur verið higartil, tá ið tað leygar dagin verður kappróður í Vestmanna. Úrslit 1 Royndin Fríða. . . . . .04:57.13 2 Blikur. . . . . . . . . . . . .04:58.19 3 Svanur. . . . . . . . . . . .04:59.19 4 Firvaldur . . . . . . . . . .05:02.21 5 Teistin . . . . . . . . . . . .05:04.22 6 Sílið . . . . . . . . . . . . . .05:06.03 7 Jallurin. . . . . . . . . . . .05:09.08 8 Junkarin. . . . . . . . . . .05:14.00 9 Beinta . . . . . . . . . . . .05:15.01 støðan 1 Blikur. . . . . . . . . . . . . . . . . . .26 2 Royndin Fríða. . . . . . . . . . . .26 3 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . .14 4 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . .13 5 Jallurin. . . . . . . . . . . . . . . . . .12 6 Svanur. . . . . . . . . . . . . . . . . .12 7 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .8 8 Junkarin. . . . . . . . . . . . . . . . . .1 Tróndur Arge Í øllum kappróðrunum á Jóansøku var munurin millum vinnaran og næsta kappingarneytan millum lítil og eingin. Talan var tó um eitt undantak, og tað var í kappingini millum 5­mannaførini við kvinn­ um. Kvinnurnar úr Fuglafirði um­ borð á Erlu Kongsdóttir lótu ongan iva vera. Tá ið Erla fór um málið, var tað væl og virðiliga leyst aftur til Firvald av Tvøroyri. Fyrra partin av teininum tókt ist tað annars sum um, at Erla Kongs­ dóttir skuldi fáa stóra kapping. Blikur av Argjum leyp avstað, og tað tók sína tíð, áðrenn favorittarnir úr Fuglafirði so at siga fótaðu sær og løgdu seg á odda. Síðani var eingin ivi. Erla Kongs­ dóttir róði trygt og sannførandi, og á málinum var munurin aftur til teir næstu væl meiri enn ein báts­ longd. Kappingin um næstfremsta pláss ið var tøtt. Blikur misti heilt flogið. Drekin, sum hevur verið størsti kappingarneytin hjá Erlu Kongs dóttir, hevði hug at bjóða teimum úr Fuglafirði av, men tað kiksaði, og í staðin var tað Firvaldur av Tvøroyri, sum vann kappingina um næstfremsta plássið. Úrslit 1 Erla Kongsdóttir . . . . . . . 05:16.15 2 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . 05:21.06 3 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . 05:22.23 4 Blikur. . . . . . . . . . . . . . . . . 05:27.16 5 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . 05:39.01 støðan 1 Erla Kongsdóttir . . . . . . . . . . . . . 27 2 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24 3 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20 4 Blikur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17 5 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 Tróndur Arge Tríggjar tær fyrstu ferðirnar í ár vóru tað Teistin hjá Argja Róðrar­ felag og Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag, sum vunnu barna kapp­ róðrarnar. Teistin hjá gentunum og Títlingur hjá dreingjunum. Í Vági vann Teistin fyri fjórðu ferð, og harvið eru argjagenturnar stórfavorittar at vinna FM. Hesa ferð var sigurin so mikið trivaligur á Drekanum og Fípuni Føgru, at tað er ilt at ímynda sær annan vinnara enn Teistan. Hjá dreingjunum gekk øðrvísi hesa ferð, enn tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar. Havfrúgvin úr Vestmanna hevur verið næst­ fremst í trimum teimum fyrstu kapp ingunum, og í Vági eydnaðist tað vest mannadreingjum at taka Títling. Sigurin var lutfalsiga trivaligur, tí Havfrúgvin kom á mál meiri enn tvey sekund undan Títlingi. Teir tríggir sigrarnir hjá Títlingi eru vunn ir við væl minni marginali enn so. Tí kann roknast við, at tað verður spenningur um, hvør fer at vinna FM í hesi kappingini. 5-mannafør gentur 1 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . 02:33.21 2 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . 02:37.06 3 Fípan Fagra. . . . . . . . . . . . 02:38.05 4 Spógvin. . . . . . . . . . . . . . . 02:39.03 5 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . . 02:39.23 6 Jallurin. . . . . . . . . . . . . . . . 02:40.04 7 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . 02:40.15 8 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . 02:41.24 9 Sandingur . . . . . . . . . . . . . 02:44.06 10 Svanur. . . . . . . . . . . . . . . . 02:44.20 støðan 1 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 28 2 Spógvin. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21 3 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17 4 Fípan Fagra. . . . . . . . . . . . . . . . . . 17 5-mannafør dreingir 1 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . 02:29.13 2 Títlingur . . . . . . . . . . . . . . 02:31.19 3 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . 02:32.10 4 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . 02:32.24 5 Jallurin. . . . . . . . . . . . . . . . 02:34.19 6 Royndin. . . . . . . . . . Fríða 02:36.23 7 Junkarin. . . . . . . . . . . . . . . 02:37.20 8 Tambar . . . . . . . . . . . . . . . 02:39.03 9 Frúgvin . . . . . . . . . . . . . . . 02:39.19 10 Sandingur . . . . . . . . . . . . . 02:39.20 11 Dúgvan . . . . . . . . . . . . . . . 02:39.24 12 Huldan. . . . . . . . . . . . . . . . 02:43.00 13 Heykur. . . . . . . . . . . . . . . . 02:44.50 støðan 1 Títlingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 25 3 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 19 4 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 16 Vágsdreingir bestir í Vági 5-mannafør dreingir Tað gjørdi ikki lagið á Jóansøku verri, at dreingirnir umborð á Royndini Fríðu fyri aðru ferð í ár vunnu á argjadreingjum umborð á Bliki Kvinnurnar í Fuglafirði stinnast av øllum 5-mannafør kvinnur Sigurin hjá Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði var meiri sannførandi enn nakar av hinum, sum vórðu vunnir á Jóansøku Havfrúgvin kneykaði høvuðsstaðnum Barnaróður Fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist tað báti aðra staðni frá enn úr høvuðsstaðånum at vinna FM róður í barnakappingini