mánadagur 28. juni 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 28. juni · Nr. 100
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Eftir fýra kappingar er Kvívíkingur
rættuliga nær. Eitt er, at Kví víking
ur hevur vunnið allar fýra róðr
arnar, og eitt annað er, at hinir
bát arnir hava skiftst um at vera
næst fremstir.
Tí er Kvívíkingur undan trimum
teimum seinastu kappróðrunum
fimm stig frammanfyri Argjabátin,
sum aftur er fýra stig frammanfyri
Fríggjaran og fimm stig framm
anfyri Árnfirðingin.
Á 1000 metra teininum var kapp
ingin hjá Kvívíkingi størri, enn hon
hevði verið tær tríggjar undan farnu
ferðirnar. Árnfirðingur, Argja bát
urin og Fríggjarin royndu allir at
vera fremstir. Tá ið mest um galt,
tóktist Kvívíkingur hava styrkina
og taktiska snildið, sum skal til
fyri at vinna, men so lætt var tað
kort ini ikki. Knoturnar í teimum
trimum kappingarneytunum vóru
fleiri, enn undanfarnu kappingar
kundu bent á, at tær fóru at vera,
og á málinum var fjarstøðan frá
Kví víkingi og aftur til Fríggjaran
á fjórða plássi bara ein stór hálv
bátslongd.
Gongdin hesa ferð kundi bent á,
at tað verður rættuliga spennandi
næstu ferðirnar, og tað kann væl
vera, at tað í onkrum av teimum
trimum róðrunum, sum eru eftir,
fer at eydnast at taka Kvívíking.
Men tað er neyvan nakar ivi um,
at Kví víkingur á Ólavsøku fer at
standa við FM heitinum – tí fyrsta
síðani 2002!
Úrslit
1 Kvívíkingur . . . . . . . . . . . . 04:33.03
2 Argjabáturin. . . . . . . . . . . 04:34.08
3 Árnfirðingur . . . . . . . . . . . 04:34.11
4 Fríggjarin . . . . . . . . . . . . . 04:35.02
5 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:43.22
6 Knørrur . . . . . . . . . . . . . . . 04:45.23
støðan
1 Kvívíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 28
2 Argjabáturin. . . . . . . . . . . . . . . . . 23
3 Fríggjarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 19
4 Árnfirðingur . . . . . . . . . . . . . . . . . 18
5 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11
6 Knørrur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9
Tróndur Arge
Hesin róðurin var ein av teim
um, sum teir sunnanfjørðs
kanska høvdu vónað skuldi
taka seg soleiðis upp, at annar
av teirra bátum fór at vinna.
Bæði vág bingar umborð á
Smyrli og tvøramenn umborð
á Tvøra bátinum hava jú fyrr í
ár víst, at tað er møguleiki fyri
sigri til bát arnar í Suðuroy.
Men enn eina ferð vóru
suð uroyingarnir og allir hinir,
sum taka lut í hesi kappingini,
ið er tann størsta av øllum,
at staðfesta, at Páll Fangi úr
Klaksvík er í einum flokki fyri
seg sjálvan.
Í startinum vóru Tvøra bát
urin, Smyril, Riddarin, Skúgv
ur og Strálan allir væl við. So
líka sum setti Páll Fangi seg á
róðurin, og eina løtu var fjar
støðan frá tí fremsta og aftur
til teir næstu tað mesta av
einari bátslongd.
Sum bátarnir nærkaðust
mál inum var eingin ivi um, at
tað var Tvørabáturin, sum var
stinnastur av teimum, sum
vóru aftanfyri tann fremsta, og
í endaspurtinum gekk Tvøra
báturin ógvuliga væl. So væl at
tað leyp lítið av hjá Páll Fanga,
sum kortini enn eina ferð var
fyrstur á mál.
At tað hevur verið so tøtt
kapping millum teir næstu ber
við sær, at Páll Fangi er fleiri
stig frammanfyri næsta kapp
ingarneytan, enn nakar annar
er tað. Tí er Páll Fangi størsti
FM favoritturin. Men gongdin
í Vági boðaði frá, at Páll Fangi
framvegis skal spenna seg
rætt uliga út, um hann skal
vinna allar róðrarnar.
Úrslit
1 Páll Fangi . . . . . . . . .04:44.18
2 Tvørabáturin. . . . . . .04:45.09
3 Riddarin . . . . . . . . . .04:48.13
4 Strálan . . . . . . . . . . .04:50.04
5 Smyril . . . . . . . . . . . .04:50.16
6 Skúgvur. . . . . . . . . . .04:53.17
7 Hósvíkingur . . . . . . .04:54.24
8 Jarnbardur. . . . . . . . .05:01.00
9 Kollfirðingur. . . . . . .05:06.13
10 Sølmundur . . . . . . . .05:07.18
støðan
1 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . .28
2 Tvørabáturin. . . . . . . . . . . . .22
3 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . .20
4 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . . .17
5 Strálan . . . . . . . . . . . . . . . . .12
6 Skúgvur. . . . . . . . . . . . . . . . . .9
7 Hósvíkingur . . . . . . . . . . . . . .3
8 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . .1
6-mannafør menn Fleiri
lógu framvið, og Tvørabáturin
gav klaksvíkingum ein skarpan
gang, men hann megnaði kortini
ikki at taka Páll Fanga
Páll Fangi er
størsti FM
favoritturin
Ljósablái Kvívíkingurin aftur fremst
Kvívíkingar
hildu høvdið kalt
8-mannafør Hóast teir hesa ferð vórðu álopnir frá fleiri
síðum, so megnaðu kvívíkingar at vinna fyri fjórðu ferð á rað
Sølmundur
settur undir trýst
6-mannafør kvinnur Enn eina ferð eydnaðist tað kvinnunum
í Kappróðrarfelagnum NSÍ at vinna, men hesa ferð var kappingin
frá Hvessingi størri, enn hon hevur verið undanfarnu ferðirnar
Tróndur Arge
Fyri fjórðu ferð av fýra møguligum
vóru tað kvinnurnar umborð á
Sølmundi, sum vunnu kappróðurin
millum 6mannaførini við kvinnum.
Tí er Sølmundur stórfavorittur at
vinna FM heitið, sum hesin báturin
ongantíð áður hevur ognað sær.
Men hesa ferð var sigurin ikki so
sannførandi, sum hann hevur verið
hinar tríggjar ferðirnar. Hvessingur
úr HvalvíkStreymnesi, sum hevur
verið næstfremstur allar ferðirnar
í ár, var fremstur nógv tann størsta
partin av teininum, og tað var
ikki fyrrenn í endaspurtinum at
guli báturin var tann drúgvasti og
vann.
Munurin aftur til Hvessing
var bara sjálvur stavnurin, og tað
kundi bent á, at tað er lagt upp
til sera spennandi kapping, tá ið
hesir bátarnir hittast aftur. Tað
verður á Fjarðastevnu, sum verður
í Vestmanna nú leygardagin.
Hesa ferð var Riddarin úr
Miðvági frammanfyri Gongurólv,
og nú liggja hesir báðir bátarnir
stavn um stavn í kappingini um
bronsukrónurnar.
trondur@sosialurin.fo
Úrslit
1 Sølmundur . . . . . . . . . . . . 05:04.11
2 Hvessingur . . . . . . . . . . . . 05:04.14
3 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . 05:10.21
4 Gongurólvur . . . . . . . . . . . 05:14.09
5 Jarnbardur. . . . . . . . . . . . . 05:28.05
6 Kollfirðingur. . . . . . . . . . . 05:34.18
støðan
1 Sølmundur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 28
2 Hvessingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24
3 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . 18
4 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18
5 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9
6 Jarnbardur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9
7 Kollfirðingur. . . . . . . . . . . . . . . . . . 2