mánadagur 28. juni 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. juni · Nr. 100
28
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Høvuðsstaðurin eigur trý av
størstu
róðrarfeløgunum
í
land inum, og uttan undantak,
so hevur tað undanfarnu árini
verið soleiðis, at feløgini í høv
uðs stað num hava vunnið nógv
ar róðrar. Ofta annan hvønn og
meiri enn tað.
Burtursæð frá í øðrum av
barnaróðrunum
so
vunnu
bátar úr høvuðsstaðnum ongan
róð ur. Kringvarpið plagar at
spæla nógvar sangir til heiður
og æru fyri bátar hjá Havnar
Róðrarfelag, Róðrarfelagnum
Knørri og Argja Róðrarfelag,
sum plaga at vinna, men tá ið
tað ræður um at vinna, so var
øskukalt hjá hesum trim um fel
øgunum, tá ið tað leygardagin
varð kappast á Vágsfirði.
Í trimum kappingum vóru
bátar
úr
høvuðsstaðnum
numm ar tvey: Blikur hjá Argja
Róðrar felag í kappingini millum
dreingirnar,
Argja bát urin
í
kappingini millum 8manna
førini og Sílið hjá Havnar
Róðrar felag
í
kappingini
millum 5mannaførini við gent
um. Eingin bátur hjá Knørra
felagnum taldist millum teirra
sum í kappingini millum tey
vaksnu vann heiðursmerkir.
At bátarnir úr høvuðs
stað num halda seg aftur í ár
ber við sær, at aðrir halda seg
framat. Tað man vera sjáldan,
at vinn ararnir hava verið
so javnt býttir kring landið,
sum teir vóru tað á Jóansøku.
Klaks víkingar vunnu ein sigur,
fugl firðingar vunnu ein sigur,
tey á Skálafjørðinum vunnu
tveir sigrar, kvívíkingar vunnu
ein sigur, og vertirnir úr Vági
vunnu ein sigur.
Eisini millum teir næst
fremstu var umboðanin fjøl
táttað. Vestmenningar vóru
næstbestir
í
einari
kapp
ing, Argir var næstbest í
tveimum kappingum, Tvør
oyri var næstbest í tveim um
kappingum, Havnar Róðrar
felag var næstbest í einari
kapping, og HvalvíkStreym
nes vóru næstbest í einari
kapp ing.
Nýggja
kappróðrarmálið
í Vági stóð royndina. Tað var
harmuligt, at ein tími skuldi
fara, áðrenn tað eydnaðist at
senda fyrstu bátarnar avstað,
men so hefti ikki fyri.
Leygardagin verður aftur
kappróður. Tá verður kappast
á Fjarðastevnu, sum hesa
ferð verður í Vestmanna. Har
verð ur bara kappast á 1000
metra málinum, og tí eru fyri
treyt irnar góðar fyri, at tað
fer at verða eins spennandi
og intenst, sum tað var í Vági
síðsta leygardag.
Og so fæst at síggja, um tað
tá fer at verða orsøk at heiðra
vinnarar hjá teimum trimum
feløgunum í høvuðsstaðnum,
ella um tað aftur fara at vera
bátarnir av bygd, sum fara at
vinna.
Tróndur Arge
Talan var um stórt drama, tá ið
10mannaførini í framúr tættari
kapp ing settu punktum fyri fjórðu
FM kapp ingini í ár.
Tað man vera sjáldan, at allir
bátarnir í einum og sama kappróðri
royna at vera á odda. Gamaní eru
tað bara trý 10mannafør, tíverri,
sum luttaka í kappingini í ár. Men
kortini. Vestmenningur og Eystur
oyingur skiftust um at liggja á odda,
tá ið teir ikki lógu stavn um stavn á
stutta teininum á Vágsfirði, og tá
ið endaspurturin nærkaðist, hevði
Hoyvíkingur hug at blanda seg
uppí, og kanska var hann fremstur,
áðrenn hinir báðir svaraðu aftur.
Og so endaði tað, sum tað nú
hevur gjørt í trimum av fýra kapp
ingum í ár. Eysturoyingur fór
fyrstur um málið. Men tað leyp
ikki nógv av. Bara skutin aftan fyri
vóru vestmenningar, sum í start
inum høvdu verið so mikið væl við,
at tað kanska kundi roknast við, at
Vestmenningur fór at endur taka
sigurin, sum hann vann í Sunda
lagnum.
Hoyvíkingur var bara eina báts
longd aftanfyri vinnarabátin, og
tað kundi boðað frá, at møguleikin
fyri, at Hoyvíkingur kann fara at
gera um seg – eitt nú á Ólavsøku –
skal ikki avskrivast!
Á Vágsfirði vann Eysturoyingur
í 2006. Ta ferðina var tað í tættari
kapping við Klaksvíking, og ta
ferðina var Vestmenningur numm ar
trý. Í 2004 gjørdu hvørki Vest menn
ingur ella Eysturoyingur nak að
serligt um seg, tí teir endaðu á ávika
víst 5. og 4. plássi. Í 2002 vóru tað
júst hesir báðir bátarnir, sum kapp
aðust um sigurin. Tá var tað Vest
menningur, sum vann. Í 1998 vann
Eysturoyingur, og Vestmenningur
var næstfremstur, og hesa ferð var
tað so aftur Eysturoyingur, sum átti
tørn, og tí kann ikki annað sigast,
enn at Eysturoyingur er favorittur
at vinna FM heitið.
Úrslit
1 Eysturoyingur. . . . . . . . . . 04:25.05
2 Vestmenningur . . . . . . . . 04:26.11
3 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . . 04:28.02
støðan
1 Eysturoyingur. . . . . . . . . . . . . . . . 27
2 Vestmenningur . . . . . . . . . . . . . . 25
3 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . 20
kappróður Tá ið sæð verður
burtur frá øðrum av barnaróðrunum,
so eydnaðist tað ikki nøkrum báti
úr høvuðsstaðnum at vera fyrstur
á mál í kappróðrinum á Jóansøku
Sangurin úr
høvuðs staðnum
er tagnaður
Stórt drama
og sama úrslit
10-mannafør Hóast bæði Vestmenningur og Hoyvíkingur
høvdu hug at bjóða av og vóru tætt við, so var tað enn eina
ferð Eysturoyingur, sum var bestur í tøttu kappingini
Serliga Vestmenningur var tætt við, men aftur hesaferð var Eysturoyingur bestur
Jóansøkuróðurin:
Beinta heldur tørn
um oddasessin
5-mannafør gentur Hóast kappingin um FM heitið er ógvuliga tøtt, so var avrikið hjá
gentunum úr Miðvági hesa ferð so mikið sannførandi, at tær mugu roknast at vera favorittar
Tróndur Arge
Beinta úr Miðvági vann á Vágsfirði
róðurin millum 5mannaførini við
gentum. Tað ber við sær, at kapp
ingin er vorðin uppaftur tættari
mill um gentu bátarnar. FM kandi
dat arnir eru tríggir: Beinta og Falkur
hava 24 stig, og Sílið hevur 23 stig.
Róðurin var rættuliga skiftandi.
Sílið fekk besta startin, men tað var
skjótt, at Falkur legði seg á odda, og
eina løtu var Sílið afturi á fjórða
plássinum. Tá ið hálvt málið var
rógvið, legði Beinta seg á odda, og
genturnar úr Miðvági megnaðu at
halda allar hinar aftanfyri seg.
Eftir Eystanstevnuna bendu úrs
litini á, at Ørnin úr Sandavági hesa
ferð kundi fara at blanda seg upp í
oddastríðið, men soleiðis varð tað
ikki, tí Sílið og Falkur høvdu betri
endaspurt enn Ørnin.
Fjarstøðan frá Beintu og aftur til
Sílið var hesa ferð knappliga tvey
sekund. Á Eystanstevnu var fjar
støðan frá Beintu og aftur til Falkin,
sum ta ferðina var næstfremstur,
lítil og eingin. Ta ferðina var fjar
støðan frá vinnarabátinum, Beintu,
og aftur til Sílið á fjórða plássi júst
tann sama, sum hon var tað hesa
ferð.
trondur@sosialurin.fo
1 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . 05:17.16
2 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:19.05
3 Falkur . . . . . . . . . . . . . . . . 05:21.14
4 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:23.13
5 Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . . 05:31.09
6 Tambar . . . . . . . . . . . . . . . 05:32.24
7 Silja . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:40.04
støðan
1 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24
2 Falkur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24
3 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 23
4 Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14
5 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13
6 Silja . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7
7 Tambar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
8 Fípan Fagra. . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2