mánadagur 28. juni 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 28. juni · Nr. 100
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Kjak um støður í einum fót bólts
dysti er ein náttúrligur partur av
fótbóltsspælinum, og í gjár kom
so aftur ein av støðunum, ið fer at
verða eitt heitt evni í mong ár fram
í tíðina. Tá Frank Lampard lobbaði
bóltin í mál seint í fyrra hálvleiki,
var einki ivamál um, at bólturin var
væl og virðiliga inni í málinum, men
hvørki dómari ella linjudómari sóu
tað soleiðis, og tí var ikki mál.
Hevði Ongland fingið hetta
málið viðurkent, var støðan 22 í
risadystinum, og tey ídnastu við
halds fólkini kjakast í dag um,
hvussu hetta »uttan iva« og »heilt
avgjørt« hevði vent dystinum. Tað
gjørdi tað ikki, og tvørturímóti
yvir skuggaði týski innsatsurin full
komuliga enska máttloysi og troti á
hugflogið, og tí munnu tey fægstu
innast inni ivast í, at dysturin fekk
rætta vinnaran.
Enska »málið« var úrslit av ein
ari lítlari løtu í tí langa dystinum,
har Ongland slapp eitt sindur upp
í part, men líka so væl sum hasin
væl signaði bólturin var úti, var
Ongland uttan nakran sum helst
iva úti. Ei undur í, at enska pressan
húðflettir vánaliga enska innsatsin
í HMendaspælinum, tí avrikini
hava veruliga ikki verið nakað at
reypað av. Og so slett ikki í gjár!
Gamaní, hevði sami Lampard eitt
gott skot, yvirliggjarin var raktur,
Steven Gerrard kom væl ígjøgnum
úti í síðuni viðhvørt, og Wayne
Rooney vísti ímóti endanum onkrar
snildir, ið vístu, hvat hann kanska
kundi fingið at riggað í kappingini,
hevði hann veruliga verið í formi.
Men tað broytir hvørki úrslitið ella
veruleikan.
Løntu 1966 aftur
– Endiliga fingu vit lønt aftur tað,
sum hendi á Wembley í 1966, segði
tvífaldi týski málskjúttin, Thomas
Müller, eftir sigurin á Onglandi.
Sjálvur er hann føddur 23 ár eftir
HMfinaluna í 1966, men sum allir
aðrir týskarar, hevur hann livað
við søguni um Wembleymálið, ið
Ongland fekk viðurkent, hóast bólt
urin kanska ikki var innanfyri.
Ongar myndir hava enn staðfest,
um tað veruliga var mál ella ikki,
men sveisiski dómarin dømdi mál,
tá Geoff Hurst sendi bóltin á yvir
liggjaran, so hann stakk niður í
vøll in og útaftur í spæl. Hesa ferð
var hinvegin eingin ivi um, at bólt
urin var inni, men málið bleiv ikki
dømt.
Kjakið um ódømda málið í gjár
kann skjótt snúgva seg um, um
Ongland skuldi sloppið at hildið
fram í HMendaspælinum ella ikki,
men spurningurin um dómin er
á eitt sindur hægri stigi enn so, tí
skuldu eitt nú myndatól, fotosellur
ella annað gjørt av, um bólturin var
innan fyri, hevði talan ikki longur
verið um fótbólt, sum vit í dag
kenna spælið.
Størsta sjarman
Tað, sum hendi í gjár, var eitt dømi
um eitt sjáldsama grovt mistak í
einum týðandi dysti, men hetta
var ikki fyrstu ferð og heldur ikki
síðstu ferð. Og einki røkist fyri, at
fótbóltsheimurin sleppur undan
hesum møguleikanum, at menn
iskjanslig mistøk kunnu kosta eitt
sindur her og eitt sindur har.
Fleiri vilja nú hava myndatól og
alla hugsandi tøkni at hjálpa dóm
arunum, men hesum hevur FIFA
ikki áhuga fyri, tí tað vildi gjørt, at
fótbóltsspælið ikki longur er tað
einfalda spælið, sum tað ber til at
spæla allastaðni kring knøttin. So
leingi ábyrgdin av dømingini ligg ur
hjá dómaranum og hansara tveim
um linjudómarum, er tað so einfalt,
sum tað ber til, og helst er tað eisini
frægast soleiðis.
Júst tað, at øll kunnu kjakast og
trætast um støður í einum dysti,
er ein stórur partur av tí sosiala
týdn ingi, fótbólturin hevur. Og tá
kann tað altso gera tað sama, um
tað eru Týskland og Ongland, sum
hava spælt, ella um talan er um
ein venjingardyst millum Undrið
og Giza. Tað er kanska ein hin
størsta sjarman av øllum við fót
bóltinum…
hilmarjan@sosialurin.fo
ur afrika
Týska hevndin
Týskland - Ongland 4-1 (2-1)
1-0: Miroslav Klose, 20.
2-0: Lukas Podolski, 32.
2-1: Matthew Upson, 37.
3-1: Thomas Müller, 67.
4-1: Thomas Müller, 70.
argentina - mexiko 3-1 (2-0)
1-0: Carlos Tevez, 26.
2-0: Gonzalo Higuain, 33.
3-0: Carlos Tevez, 52.
3-1: Javier Hernandez, 71.
usa-Ghana 1-2 eftir umdyst
(0-1, 1-1)
0-1: Kevin-Prince Boateng, 5.
1-1: Landon Donovan, 62. (br.)
1-2: Asamoah Gyan, 93.
uruguay - suðurkorea 2-1 (1-0)
1-0: Luis Suárez, 8.
1-1: Lee Chung-yong, 68.
2-1: Suárez, 80.
Dystir í dag:
Holland-Slovakia, kl. 15.00
Brasil-Chile, kl. 19.30
Fakta um dystirnar
HM2010 Ikki bara fekk Týskland hevnd fyri ivasama HM-finalumálið hjá Onglandi í 1966, tí
veruleikin var, at Týskland sópaði Ongland av vøllinum í áttandapartsfinaluni í gjár
Skotið frá Frank Lampard var hálvan metur innan fyri málstrikuna, men málið varð ikki viðurkent, so Ongland kom upp á 2-2 ímóti
Týsklandi, sum í staðin vann 4-1. Ein støða, ið minnir um 1966, og sum helst verður minst líka nógv umrødd í komandi árum
Mynd: AP
INNI