Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. juni · Nr. 100 26 Sosialurin Ítróttarblaðið hm2010 suð Maradona smílist HM2010 Argentina kom víðari við 3-1 sigri á Mexiko, og spurningurin er framvegis, um vit hava sæð tað besta frá argentinum. Eitt nú hevur Messi ikki skotið nakað mál enn Hilmar Jan Hansen Diego Maradona hevði alla orsøk til at smílast, tí Argentinga fekk ikki stórvegis trupulleikar í áttandapartsfinaluni ímóti Mexiko. Hóast Mexiko hevði sínar møgu­ leikar, gjørdi Argentina júst tað neyðug fyri at taka seg víðari til fjórðings finaluna, sum verður spælt ímóti Týsklandi 3. juli í Cape Town. Tað var annars Mexiko, ið byrjaði bragdligari, og bara átta minuttir vóru farnir, tá Carlos Salcido úr 35 metrum smekkaði til, so bólturin smeyg sær millum fingrarnar á argentinska málverjanum, Romero, og brast í yvirliggjaran. Men so kom annað stóra mis­ takið í døming í gjár, sum altso setti Argentina í gongd miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Carlos Tevez var rangstaddur, tá hann gav bóltinum síðstu nertingina inn um strikuna, men málið varð viðurkent kortini. Messi legði upp Nógv hevur verið sagt og skriva um Lionel Messi, sum skal royna at lyfta tunga arvin eftir Maradona, ið mestsum einsamallur megnaði at vinna Argentina HM­gull. Barce­ lona­spælarin, sum skoraði 34 lands kappingarmál í Spania, eigur framvegis á at skora undir HM­ enda spælinum. Men fyri tað um hann ikki skjýt­ ur málini sjálvur, leggur hann upp til mál hjá hinum. Soleiðis var tað hann, ið fyrst spældi Tevez leysan, tá málið fall, og tá bólturin kom út frá aftur, var tað enn eina ferð Messi, ið sendi hann innaftur til Tevez, sum setti rangstadda krúllin undir bóltin. Mexikansku spælararnir mót­ mæltu dúgliga, og tað gekk ein góð løta, áðrenn greitt var, um málið var viðurkent ella ikki. Linjudómarin og dómarin, Robert Rosetti, tosaðu eitt sindur saman, áðrenn Rosettin peikaði á miðjuna og Argentina var á odda 1­0. Og tá Argentina so skoraði til bæði 2­0 og 3­0, var alt avgjørt, og 3­1 málið hjá Mexiko var bara ein lítil uggi áðrenn heim­ ferðina. hilmarjan@sosialurin.fo Diego Maradona og Argentina kundu smílast, eftir at Mexiko í gjár varð sent heim úr Suðurafrika við einum 3-1 sigri. So fáa vit at síggja, um hann smílist líka nógv eftir fjórðingsfinaluna ímóti Týsklandi… Mynd: AFP STÓRSMÍLANDI Afrikanska vónin HM2010 Ghana er einasta av afrikansku londunum, sum er eftir, og í fjórðingsfinaluni skal liðið møta Uruguay, ið vann seg víðari við einum perlumáli frá Luis Suárez Hilmar Jan Hansen Ghana helt leygarkvøldið lív í dreyminum um at vinna HM­gull í sínum egna heims­ parti, tá tað eftir longda leiktíð eydnaðist at vinna 2­1 á USA. Sostatt er Ghana ein asta afri­ kanska landið, sum er eftir í kapp ingini, og í fjórðings final­ uni skal Ghana spæla ímóti Uruguay. Í áttandapartsfinaluni ímóti USA fekk Ghana eina dreyma­ byrjan við máli longu í fimta minutti, men mitt í seinna hálvleiki javnaði USA. Henda støð an helt sær dystin út, og tí máttu liðini spæla tvær ferðir eitt korter aftrat, og tá skoraði Gyan Asamoah avgerandi mál­ ið, ið sendi Ghana víðari. Sostatt er Ghana afrikanska vónin í hesari kappingini, og helst munnu flestu afrikanar droyma um, at ghanesisku spæl ar ar nir framvegis eru við í kapp ingini, tá finalan verður spæld í Rustenburg tann 11. juli. Perlumál Í hinari áttandapartsfinaluni vann Uruguay 2­1 á Suðurkorea. Eisini her kom vinnandi liðið á odda eftir fáum minuttum, men í seinna hálvleiki javnleiki fekk Suðurkorea fult uppiborið javnað. Men so var tað, at Luis Suárez vísti síni bestu kynstur, tá bara 10 minuttir vóru eftir. Við einum framúrskarandi ein­ mans avriki sendi hann bóltin vakurt á stongina og inn, og so var Uruguay komið víðari. Uruguay, sum vann fyrstu kappingina um heims meistara­ heitið afturi í 1930, er tí fyri fyrstu ferð síðani 1970 komið í eina HM­fjórðingsfinalu. hilmarjan@sosialurin.fo Luis Suárez skrúvaði bóltin í málið til 2-1 ímóti Suðurkorea, og sostatt er minsta suðuramerikanska landið komið í fjórðingsfinaluna, har Ghana verður mótstøðuliðið Mynd: EPA MÁLPERLA