mánadagur 28. juni 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mánadagur 28. juni · Nr. 100
Sosialurin
Kjak
Asbjørn Lómaklett
Suðringar róstir:
RE rósar í fyrru greinini
suðringum fyri ikki at vanda
sær um málið og heldur uppá,
at tað gevur teimum nógvar
fyrimunir
viðv.
Størvum,
poli tikki o.a.
Hetta er at gera spurningin
einfaldan til egnan fyrimun,
av tí at um so er, at suðringar
eru ”yvirumboðaðir” í hægri
størvum, kunnu fleiri orsøkir
vera til hetta. Áhugavert
kundi verið hjá onkrum ser
frøðingi at kanna, hví so er,
um so er. Ein orsøk kann vera,
at góðir lærarar og for eldur
hava samstarvað væl um at
fáa nógv burtur úr grund
útbúgvingini, ið er fólka
skúlin, sum síðani hevur verið
gott grundarlag fyri hollum,
hægri útbúgvingum.
Annars haldi eg ikki, at
nevniverdur munur er á
suðuroyarmáli/norðanmáli,
tá talan er um lítið vandaligt
mál. Vit geva okkum helst
betri far um suðringar, av
tí at teir tala øðrvísi enn vit
norðanfyri.
Veruleikin er tann, at
nakrir av bestu málreinsarum
okkara vóru suðringar: Ják
up Dahl, próstur og fyrrv.
Landslæknin. Verkini hjá
Poul F. Joensen eru heldur
ikki dømi um ”vánaligt
mál” tvørturímóti. Jóannes
Enni var somuleiðis tiltikin
stinnur í føroyskum, og
onn ur kundu eisini verið
nevnd.
Vil hava føroyskt
at liggja tætt
at donskum!
RE
hevur
skrivað
fleiri
áhuga verdar
greinar
um
mál spurningar/málstríð,
men tað er eyðsæð, at hann
er ein teirra, sum einki hevur
ímóti ógvisligu donsku ávirk
anina á føroyskt, ið hev
ur verið galdandi um leið
síðani trúbótina, fyrst í 1500
árunum. Sostatt ynskir hann,
at vit skulu hava eitt móður
mál, ið leggur seg so tætt at
donskum, sum gjørligt, og
hevur hann sjálvandi rætt til
at hava hesa áskoðan.
Hetta eiga tey at hava
í
huga,
serliga
politiska
umhvørvið, sum møguliga
ætla sær at taka undir við
málsligu kósini, ið RE stríðist
sum ”Úlvur á skóg” fyri at
fremja í Føroyum.
Hvat
hendir,
um
vit
leggjast lið um lið við danskt
málsliga?
Eitt dømi: Í byrjanini
nevndu við fjallasmogurnar
fyri ”berghol”, og hetta orðið
var um at vinna fastatøkur,
men so skuldi tað ikki vera
nóg gott. Annað orð mátti
finnast. ”Tunnil” varð so
borið í heim, men hvat hendi.
Jú, av tí at ”tunnil” liggur tætt
at danska orðinum ”tunel”,
eru føroyingar farnir at siga
”tunell”og ikki ”tunnil”, ið
ætlanin var. Tað eru nær um
bara fjølmiðlarnir, ið stríðast
við ”tunnilin”, og einasta
orsøkin er tann, at hetta orðið
liggur ov nær við danska
heitið. Hetta er sjálvandi
fyrst og fremst galdandi fyri
nýyrði, og sýnir tað, hvussu
sterkar fastatøkur danskt
hevur á okkum føroyingum.
Hví, er ilt at siga, men tað
kann vera vegna tess, at
málsliga tilvitanin er ov lítil.
Ein kann spyrja, hví t.d.
Fr. Petersen yrkti soleiðis:
O, móðurmál, stórt er títt fall
úr tínum ærustóli............
Og víðari:
og annað mál við tína lið
settu teir stóru og klóku.....
tú mátti liva í sorg og sút,
so hevur lív títt gingið.
Somuleiðis J. C. Joensen:
Várt móðurmál tað hevur
so ringa lagnu havt..........
Eisini Jákup Dahl:
Slapp tað ei inn um
kirkjugátt,
kom tað ei fram á tingi,
hevur tað bæði av egnum og
øðrum
so mangan snertin fingið.
Chr. Matras ikki at gloyma:
Eg fann teg í kvæðum,
Lsum fólksins varrar øld
eftir øld,
eg fann teg í søgum og
sagnartali....
eg fann teg nú aftur, nú andi
tín
teg loysa úr fjøtrum bað.
Fjald politisk dagsskrá
- Málstrevið hevur
altíð verið pol. litað?
Øll hesi skaldini hava sannað,
at føroyskt hevur ikki sloppið
at liva og mennast í øldir.
Men hevur tilvitað/ótilvitað
verið fyri vanbýti á øllum
økjum.
Hetta er orsøkin til, at
neyðugt varð at ganga mál
reins anarleiðina hesi sein
astu hundrað árini til tess
at føroyskt kundi stíga fram
sum sjálvstøðugt mál og ikki
sum brongl av før., donskum
og enskum, ið RE nú mælir
føroyingum staðiliga til at
hava sum ”móðurmál”.
Nú kenni eg ikki RE per
sónliga, t.d. Politisku áskoðan
hansara, men ein kundi trúð,
at onkur politisk dagsskrá
lá aftanfyri. Før. Málstrev
hevur altíð verið politiskt,
og tann viðgerðin, ið Jóannes
Patursson fær frá RE prógvar
eisini, at so er.
Tað er tí sjálvandi stórt
kvett fyri RE og fylgisneytar
hansara, at hesir kunnu nýta
málsligu støðuna hjá Sjúrði
Skaale til egnan fyrimun.
Tyrla/helikoptari:
RE dámar sjálvandi ikki orðið
”tyrla”, av tí at tað minnir ov
nógv um íslendskt. Hann ber
beinleiðis ósannindi fram
um upprunan til nevnda
orð í fyrru grein síni um,
at tað skal vera komið úr
íslendskum. Hinvegin hevur
hann ongar viðmerkingar
um orð, ið líkjast ov nógv
donskum ella týskum.
Veruleikin er tann, at vit
hava eitt amboð, ið eitur tyril,
og sum varð nýtt til at vevja
róma úr mjólk. Sostatt hevur
orðið tyril fingið nýtt lív við
at geva navn til skrúvuna á
tyrluni.
RE vil sjálvandi heldur
nýta
fremmanda
orðið
heli kopt ari,
ið
kemur
úr
grikskum
og
merkir
”sólvongur”. Haldi, at tyrla
er einki verri orð at nýta,
og so hevur tað føroyskan –
ikki hvørki íslendskan ella
grikskan uppruna.
Andstøðan
móti
mál
reinsan hevur altíð skýggjað
íslendskt sum pestina, hóast
vit ikki síggja ella hoyra
nakað til íslendskt í Føroyum.
Orsøkin má vera tann, at
íslendska málreinsanin, ið
fór nógv longri enn tann
føroyska, altíð hevur verið
fyrimyndin hjá føroyskari
málreinsan.
J.H.W. Poulsen
fær ikki frið:
Tað er harmiligt, at ein
skilamaður sum J.H.W.P. Ikki
fær frið á eldri árum, nú hann
eftir lokið megnar lívsverk
hevur uppiborið allan frið og
sóma, ið hugsast kann.
RE kann ikki bara sær
uttan at reka spott á mannin
við at nevna møguleikan
fyri navnabroytan til Jón
Sigurðsson. Hatrið til mál
reinsanina má vera stórt
hjá RE, tá hann dittar sær til
slíkt.
Nýggja málnevndin:
Tað ljóðar á RE, sum um
hann
nú
hevur
fingið
”sam hugað fólk” inn í mál
nevndina. Um hetta er so
galið, vóni eg, at politikarar
eru til í løgtinginum, ið taka
sær um reiggj at steðga
øllum ætlanum um at gera
føroyskt til ”bronglmál”, ið
eingin fer at hava virðing
fyri. Í ringasta føri kann tað
enda við føroyskum sum við
hetlendskum á sinni. Tað má
ikki henda!
Vit tala ymiskt:
Annars haldi eg ikki, at tað
ger nakað, um vit ikki øll
tosa líka. Lat fólk sjálvi um
tað. Summum dámar at tala
vandaligt mál, meðan onnur
leggja ikki so stóran dent á
tað.
Hinvegin so er føroyskt
fyri
so
stórum
ágangi
uttan eftir, at tað er avgjørt
neyðugt
at
byrgja
upp
fyri tí ringasta við hóligari
málreinsan soleiðis, sum tað
hevur verið gjørt seinastu
mongu árini.
Fara vit at føra danskan
málpolitikk og lata glugg
arnar upp fyri floymi av
fremmandum
orðum
og
samstundis sleppa mál reins
anini, so er deyðin vísur
viðv. Føroyskum máli. Danir
eru sjálvir komnir í neyð av
sínum óavmarkaða frælsa
málpolitikki.
Tú
hoyrir
neyv an dana tosa uttan
ensk orð og oftani heilar
ensk ar setningar. Vit eru so
fá, ið tala føroyskt, at málið
megnar ikki at hóra undan
undir slíkum treytum.
Eingin vandi fyri
innibyrgjan:
RE óttast fyri, at vit ikki
fara
at
duga
nóg
væl
fremmandamál, um hildið
verður fram við hóvligu
málreinsanini, men eg kann
ugga bæði hann og onnur
við, at har er eingin vandi,
av tí at samskiftistólini og
fjølmiðlaamboðini
í
dag
gera, at vit fara altíð at duga
nóg mikið av fremmandum
orðum. Føroyingar læra jú
allastaðni í dag og klára seg
væl, hóast málreinsanarkósin
hevur verið galdandi í meira
enn 100 ár.
Vit eiga eisini at ansa
okkum, so vit ikki fara at
broyta málstevnu bert tí, at
onkur megnar at skapa eina
andstøðu (huglag ella stem
ning) ímóti mál reins anar
kósini. Tað er als ikki nøkur
sjálvfylgja, at vit, so fá vit eru,
kunnu hava egið mál, og fleiri
dømi eru um, at fjølment
fólkasløg hava mist teirra
egna upprunamál burtur.
Vit kunnu bara líta okkum
í kring í ”grannalagnum”,
har bæði írar og skotar
mistu upprunamálið, hóast
teir vóru nógv fjølmentari
enn vit. Sorgarsøguna um
hetlendska
málið
kenna
vit jú øll. Um málið einans
var eitt samskiftisamboð
og ikki annað, so hevði RE
havt grein í sínum máli, tí
so kundu vit jú bara skift til
enskt sum móðurmál, bíligt
í rakstri og ómakaleyst, men
nú er móðurmál nógv annað
enn samskifti. Tað er sálin í
fólkinum og stendur fyri
meginpartinum av tilvitsku
okkara sum tjóð.
Eg havi sagt tað áður:
Vit eiga at gera alt fyri
at
varðveita
føroyskt
á
norð urlendskari
grund,
og hóast allir føroyingar
gerast málreinsarar, so fara
vit kortini at duga bæði
fremmand orð, danskt og
enskt, eins og vit hava gjørt
og gera í dag.
Viðm. til »Móðurmál«/Máldebatt við
xenofobum o.s.fr. – Regin Eikhólm