mánadagur 28. juni 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. juni · Nr. 100
34
Sosialurin
Kjak
Halla Samuelsen,
býráðslimur
forkvinna í sosialu nevnd
– Hetta var rættasta loysn
in, at tey, sum vóru við í
prekvalifikasjónini fáa ein
møguleika
at
koma
við
nýggjum tilboðum innan 1.
september. Eg eri so mikið
bjartskygd at eg trúgvi,
at spakin verður settur í í
november, sigur Halla Sam
uelsen, forkvinna í sosialu
nevnd.
Meirilutin í bygginevndini
hjá Tórshavnar kommunu
mælti herfyri frá at taka
av nøkrum av innkomnu
tilboðunum at byggja ellis
og
røktarheim
Yviri
við
Strond, tí øll teirra hava
grundleggjandi manglar í
mun til byggiskránna og
mynd ugleikakrøv,
sum
gera, at tað er ikki ráðiligt
at realisera nakað av upp
skotunum á fyriliggjandi
grundarlagi.
Ein meiriluti í fíggjar
nevndini samtykti at mæla
býráðnum til at taka undir
við samtyktini hjá sosialu
nevnd við nøkrum tekniskum
broytingum. Hetta samtykti
býráðið við 10 atkvøðum fyri
og ongari ímóti.
Nú sleppa teir sum vóru
við
í
prekvalifikasjónini
at arbeiða víðari og koma
við
nýggjum
tilboðum
innan l. september. Eg haldi
hetta var tað rættasta at
gera, tí veruleikin var jú,
at uppskotini ikki svar aðu
galdandi myndug leika krøv
um. Nú fáa øll ein møgu
leika
at
royna
umaftur
ístaðinfyri, at vit fara at velja
ein burturúr. Eg eri so mikið
bjartskygd, at eg trúgvi, at
vit seta spakan í í november
í ár, sigur Halla Samuelsen,
forkvinna í sosialu nevnd, í
stuttari viðmerking.
Vóni at spakin verður
settur í í november
Nú eru loksins útlit til,
at ein harðliga tiltrongd
ítróttarhøll verður bygd
í Vesturbýnum í Havn.
Eft ir sjey ára togan hev
ur Tórshavnar býráð nú
samtykt at játta hond bólts
felagnum Neistanum ein
leigusáttmála
fyri
lendi
úti við Skeivu træbrúgv á
Landavegnum at byggja
eina einstaka høll á.
Toganin hevur eitt nú
staðið um, antin byggjast
skuldi ein vanlig einkult
ítróttarhøll ella ein størri
høll. Neistin hevur boðið seg
fram við eini áhugaverdari
miljónmaupphædd
at
byggja høllina, men teirra
út gangs støði hevur verið
ein
einkult høll,
meðan
annað
sjónar mið
hevur
verið at byggja størri høll.
Tann vansin hevur ver
ið við hesum, at so fór pro
jektið hjá felagnum Neist
anum fyri bakka, og Neistin
kom sum fráleið at stríðast
við ein eigara aftrat, og vit
vita jú, at tað kemur sjáldan
nakað gott burtur úr at
hava fleiri harrar í sama
húsi.
Tí er tað sera hugaligt,
at eitt einmælt býráð við
øllum trettan atkvøðum fyri
og ongari imóti samtykti
at gera leigusáttmála um
lendi til eina einkulthøll í
Vesturbýnum.
Tað er sera sjáldsamt, at
eitt felag kemur sjálvboðið
við eini miljónaupphædd
til eina byggiætlan. Neistin
hevur í fleiri ár havt einar
sjeyátta milliónir tøkar
til byggingina. Nú hevur
felagið hækkað sín innsats
til 10 milliónir krónur, sum
svarar til 40 prosent av
metta kostnaðinum.
Siðvenjan var, at komm
un urnar
stuðlaðu
slík
um ætanum við 30 pro
sent um og landið við 30
pro sentum.
Tórshavnar
komm una hevur fyri árum
síð ani samtykt at játta
síni 30 prosent, men verri
hevur gingið við land
in um.
Seinastu
boðini,
sum Neistin hevur fingið
haðawni, eru, at felagið fær
ikki stuðul frá land inum til
sína hallar bygg ing.
Tá tú hevur skoðað leikin,
sum tryggjaði Klaksvík eina
høll aftrat partvís gjøgnum
landskassan
og
seinni
hevur verið vitni til leikin
um ítróttarhøllina á Sandi,
sum landið skal rinda alla,
sum hon er, er tað kanska
ikki so løgið, at tey, sum
liva og búgva í Havn, kenna
seg ikki sørt stoytt. Tey liva
eisini í Føroyum.
Tað hevur Tórshavnar
Býráð eisini tikið støðu til.
Býráðið hevur við undir
tøku frá hvørjum einasta
býráðslimi samtykt at játta
Neistanum ein meirstuðul,
so felagsins hugaliga ætlan
ikki fer fyri bakka, men
verður framd.
Hesin stuðul er 7,75 mió
kr, og svarar til tað, sum
Neistin
og
kommunan
vænt aðu, at Neistin fór at
fáa frá landinum á sama
hátt, sum onnur plagdu at
fáa. Afturfyri stuðulin fær
kommunan ávís rættindi
og veð í høllini, so vissa er
fyri, at skattaborgarans
peningur er væl farin.
Hallarbyggingin er al
neyðug. Trongt er í øllum
hallum í Havn. Tað darvar
ítróttamenningini og trivn
aðarmøguleikunum, og tí
fremur Neistin eitt óhoyrt
og kærkomið átak við síni
høll.
Tað dámar kommununi
væl. Vit síggja fram til gott
samarbeiði við Neistan um
høllina, sum sera skilagott
verður bygd í tí ítróttaliga
onganmannalandinum
vesturi í býnum, har hon
óivað fer at dugna bæði
havnarfólki,
heimanfólki
og argjafólki.
Jógvan Arge,
formaður í mentamála
nevndini í Havn
Neistahøllin í
Vesturbýnum
Kenda enska blaðið Financial
Times
hevði
leygardagin
grein um G! Festival, har
G! verður hildið upp sum
alternativ til størsta bretska
festivalin, Glastonbury, sum
júst hetta vikuskiftið hevur
150.000 vitjandi.
Greinahøvundin,
Paul
Sullivan, sum var á G! í 2007,
sigur, longu fyrstu ferð hann
var á Glastonbury, visti hann,
at hann ongantíð ætlaði sær
har aftur. Innan fáar tímar
hevði hann mist bæði tjald
og vinir burtur og tá náttin
kom, noyddist hann sova á
berum millum tjaldpelar og
slødd klæðir. Tíbetur finst
eitt alternativ, sigur hann,
og vísir til G! Festival, 800
míl norðanfyri Glastonbury,
á kantinum av Europa, í eini
lítlari bygd út móti havinum,
við einans 500 íbúgvum.
Sullivan hevur tosað við Jón
Tyril, sum sigur at nakað av
tí besta G! hevur at bjóða, er
tættleikin, kenslan av at vera
vælkomin og teir vinaligu
festivalgestirnir.
Sjálvur
heldur Paul Sullivan tað
mest einastandandi við G!
vera staðið, har festivalurin
er.
Samanrenningin
av
grønu fjøllunum, skyggjandi
bláa havinum og teimum
fittu flætaktu húsunum er
idylliskt, heldur Sullivan.
Sum heild hevur høvundin
nógv gott at bera G! Festival
og Føroyum í greinini, og
nevnir hann m.a. matin,
Føroya Bjór, Teitur, Eivør og
Boys in a Band.
Hóast G! er einastandandi
á mangan hátt, so er tað
ein partur av einum størri
ráki mótvegis smærri festi
val um longur burturi frá
meginøkjunum.
Onnur
dømi eru Loopallu í Ullapool
í Skotlandi og Træna í
norðurnoregi.
Tað
allar
besta við slíkum festivalum
er sambært Sullivan, at tá
ljósini sløkna, so er tað altíð
møguligt at finna sítt telt
aftur.
Greinin er bæði í prent og
í netútgávuni av Financial
Times. Paul Sullivan hevur
fyrr skrivað um G! Festival í
The Guardian.
Les greinina <a href=http://
w w w. f t . c o m /c m s /s / 2 /
c78c5bb07fdf11df91b4
00144feabdc0.html>við
at
TRÝSTA HER</a>
G! Festival í
Financial Times
um vikuskiftið