Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. juni · Nr. 100 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Meistarligur avsmurningur vodafonedeildin Tað var eingin slingur í valsinum, tá HB í gjár spældi EB/Streym av vøllinum í Gundadali. HB hevur ikki spælt betur á árinum, so kanska stjørnusetta meistaraliðið nú fær luft undir veingirnar aftur Hilmar Jan Hansen Í næstum skal HB spæla í Champions League-undankappingini ímóti eyst ur ríkska felagnum, FC Red Bull Salzburg. Tað verður í sjálvum sær ein stór uppgáva, men neyvan gjørdist hon lættari av, at umboð fyri mótstøðuliðið í gjár við privat- flogfari vóru komin til Føroya fyri at síggja HB spæla. Forvitnu eysturríkararnir gjørd- ust vitni til avgjørt best spælda dyst in hjá HB í landskappingini higar til í ár, og tí høvdu teir óivað fingið fest sær bæði eitt og annað for vitnisligt niður á blokkin, tá teir í morgun fóru heimaftur úr Vágum við kós ímóti Salzburg. Millum annað sóu teir ein ser- stakliga væl upplagdan Símun Samuelsen, sum ikki bara sjálvur skor aði tvey av teimum fimm mál- unum hjá HB, men eisini legði upp til okkurt av hinum. Sjálvt HB-heima- síðan sparir ikki upp á rósurnar, tá innsatsurin hjá vágbinginum skal lýsast, tí har verður skrivað soleiðis: »Símun Samuelsen vísti, hví vit so fegin vildu hava fatur í honum í ár.« At HB longu í fyrra hálvleiki megn aði at leggja seg á odda 3-1, um framt at 5-2 sigurin saktans kundi verið enn størri, tá fleiri opnir kjansir komu drússandi ímóti end anum, fortelur tó eisini søguna um ein dyst, ið fevndi um annað og meira enn gott spæl frá einum spæl ara. Stórur munur á Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, høvdu liðini fingið hvør sítt mál, men ótrygga verjuspælið hjá EB/ Streymi legði líkasum upp til, at vertirnir kundu fáa nógv meira burtur úr. Tað gjørdu teir eisini, og tað var nokk serliga í fyrra hálvleiki, at HB setti eina tjúkka striku undir, hvat av liðunum var tað betra. Ikki gjørdi tað uppgávuna lætt- ari hjá EB/Streymi, at HB aftan á bæði málini hjá gestunum fekk svar að aftur beinanvegin, so teir bláu og svørtu úr Sundalagnum ongan tíð sluppu at njóta málini í friði og náðum, tí HB læt teir ikki sleppa tað! At HB fyrr ella seinni fór at fáa tað heilt góða spælið fram, tá havt verður í huga góðu manningina, var sjálvandi væntandi, og spurn- ing urin er so, um hetta var eitt einsa malt avrik ella um HB aftur eftir summarsteðgin fer at storma av stað, sum liðið – enntá ikki við so øgiliga góðum spæli – gjørdi tað í fyrru kappingarhálvu. EB/Streymur, sum annars sá út til at vera í einum góðum stima, hevur nú rindað prísin fyri tríggj ar ringar hálvleikir á rað, og ósig urin í gjár má avgjørt metast sum eitt stórt afturstig, nú EB/Streym ur annars næstan hevði fingið sam- band við toppin. So fæst at síggja, hvat sundalagsmenn hava at bjóða í komandi dystum. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen – Eg helt, at vit vóru fantastiskir í fyrra hálvleiki, sjálvt um teir komu framum, áðrenn vit fingu gongd á málskjótingina. Í seinna hálvleiki trektu okkum eitt sindur longur aftur, men kundu spæla við góðum skjót álopum, umframt at vit svar aðu skjótt aftur, hvørja ferð teir skoraðu. Soleiðis tekur Símun Sam- uel sen í stuttum saman um dystin í Gundadali í gjár, ið ong- an tíð gjørdist so spennandi, sum helst fleiri høvdu væntað frammanundan, nú tvey av frægastu liðunum møttust. Sjálvur gekk Símun undan og umframt at vera maðurin aftan fyri okkurt av málunum, skor aði hann eisini tvey sjálvur. – Jú, tað gekk eisini væl hjá mær. Men tað kanska skyld ast mest, at eg spældi úti í síðuni, har eg trívist nógv betur, enn at spæla har frammi. Sjálvur haldi eg ið hvussu er, at eg eri til størst nyttu fyri liðið, tá eg spæli úti í síð uni, sigur vágbingurin, sum kom til HB undan hesum kapp- ingar ár inum. – Hjá mær hevur tað sjálv andi eisini snúð seg um, at eg skuldi venja meg við, at eg var komin til eitt nýtt felag og skuldi spælast inn á eitt nýtt lið. Á einum skala frá eitt til 10 haldi eg, at míni avrik teir undanfarnu dystirnar hevur ligið um eitt fimmtal, men í dag gekst munandi betur. Gott uppspæl Símun Samuelsen heldur, at EB/ Streymur kanska spældi væl til tíðir, men at stóra ágrýtni á miðvøllinum hjá HB var av- gerandi, tí har stríddust teir um hvønn einasta bólt. – Ofta snýr tað seg um, at tú megnar at vinna annan bóltin, og tað haldi eg næstan, at vit megnaðu hvørja einastu ferð. Hartil vóru vit effektivir upp á kontra, umframt at vit hildu upp á bóltin, sigur hann, sam stundis sum hann frøist um, at HB hesa ferð vísti nógv meira spæl enn í undanfarnu dystunum. – Vit tosaðu um tað áðrenn, at nú skuldu vit fáa uppspælið at koyra hjá okkum, tí tað hevur verið ein av okkara størstu trupulleikum. Og tað gekk eisini nógv betur í dag, so vit kunnu bara vera nøgdir. At vit nú eru komnir upp á 28 stig, er fínasta slag. Sjálvandi kundi tað verið betri, men tað kundi so sanniliga eisini verið verri. Men í dag haldi eg, at vit vístu, hvussu vit eiga at kunna spæla. Símun Samuelsen, ið skjeyt tvey av teimum fimm málunum hjá HB, var væl nøgdur við innsatsin í gjár – bæði hjá sær sjálvum og liðnum Nú koyrdi tað HB 5 EB/Streymur 2 KlaSSaMUnUR Hvørki Kristoffur Jakobsen ella nakar annar hjá EB/Streymi megna at steðga vælupplagda Símuni Samuelsen hjá HB, ið skoraði tvey av teimum fimm málunum og legði upp til okkurt av hinum Mynd: Álvur Haraldsen 0-1: Gudmund Nielsen, 16. Levi Hanssen hjá HB legði við høvdinum bóltin inn um sína egnu verju, har Gudmund Nielsen gjørdist púra leysur og skoraði við góðum langskoti 1-1: Fróði Benjaminsen, 18. Símun Samuelsen sendi innfyri úr vinstru síðu, og fullkomuliga ódekkaður kundi Fróði Benjaminsen lættliga skalla bóltin í mál 2-1: Andrew av Fløtum, 34. Eftir hornaspark endaði bólturin úti hjá Rógva Poulsen, ið beinanvegin sendi innfyri aftur, har Andrew av Fløtum bara skuldi seta innarsíðuna á 3-1: Rógvi Poulsen, 45. Í yvirtíðini fekk Rógvi Poulsen fatur á bóltinum og rak fram við brotsteiginum, áðrenn hann smekkaði til við einum sera vøkrum langskoti 3-2: Egil á Bø, 53. Eitt fríspark í høgru síðu varð sent tvørturum, og við aftaru stong fekk Egil á Bø bæði pláss og stundir til at skora trygt 4-2: Símun Samuelsen, 54. Bara ein minutt seinni svaraði HB aftur og økti aftur um leiðsluna, tá Símun Samuelsen rak eitt sindur, áðrenn hann við høgra beini sendi gott langskot í málið 5-2: Símun Samuelsen, 69. Ein samanblanding av góðum einmansavriki og verjuvillu gjørdi, at Símun Samuelsen slapp fram við fleiri og endaliga kundi avgera dystin Málini (HB - EB/Streym)