mánadagur 28. juni 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 28. juni · Nr. 100
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Feðgar deildu í Sarpugerði
vodafonedeildin Teir búgva í sama húsið og eru nærmasta familja, men í 90 minuttir var ongin
familju kærleiki millum feðgarnir báðar Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, og André Olsen,
miðvallari hjá B68. Tað endaði við at teir deildu stigini millum sín í einum málleysum javnleiki
Tróndur Arge
Sum venjari hjá Víkingi skuldi
Jógvan Martin Olsen fríggjakvøldið
for telja sínum leikararum hvussu
teir skulu steðga B68 miðvøllinum.
Har í millum manninum við 23-tal-
inum hjá B68, ein ávísur André
Olsen. Í B68 skiftirúminum sat ein
B68 miðvallari og setti seg upp til, at
vinna á Víkingi og venjarinum hjá
teimum, ein ávísur Jógavn Martin
Olsen. Tað sermerkta við støðuni
er bara, at teir eru pápi og sonur og
um boða hvør sítt lið. Men hvussu er
tað at verða venjari tá sonurin er á
mótstøðu liðnum?
– Tað er sjálvandi ein serstøk
støða, me vit hava vant okkum við
tað, so tað er ikki nakar trupulleiki.
André er ein mótstøðuleikari hjá
okk um í dag og harfrá taka vit tað.
Vit taka í hondina á hvørjum øðr-
um tá vit fara frá húsum og tað
er tað. Hetta er sum so ikki eitt
fokus umráði hjá okkum. Vit hava
klára tað væl higartil, sigur Jógvan
Martin Olsen.
Hóast tað ljóðar sum eitt stuttlig
søga, so kann tað eisini gerast eitt
sindur heitt á vøllinum, tá tvey
eysturoyarlið bresta saman.
– Um ein dystur stendur at koppa
annan vegin, so kann tað blíva heitt
og tá kann tað gerast óbehagiligt
um vit ikki klára at stýra okkum,
sigur Jógavn Martin Olsen.
André Olsen hevur verið ein av
berandi kreftinum á B68 liðnum í
ár. Hann er tann spælarin, ið hevur
spælt sjeynd mest minuttir fyri
tofta menn í ár.
– Tað er serstakt tí vit búgva
sam an, men eg hugsi ikki so nógv
um tað. Tað er ein vanligur dystur
fyri meg. Tað kennist heldur ikki
undarligt at pápi mín leggur taktik
ímóti B68 og mær, tað gera allir
aðrir venjarar eisini, so tað er púra
van ligt, sigur André Olsen.
Dysturin var sum heild illa
spæld ur og tað illa hjá liðnum at
fáa spælið at hanga saman. Hóast
tað, so komu bæði liðini til fleiri
málmøguleikar í fyrra hálvleiki.
– Fyrri hálvleikur var undir-
haldandi við fleiri málmøguleikum
til báðar partar. Vit hava fleiri ungar
leikarar á liðnum og eykennandi
fyri ungar leikarar er, at teir kunnu
spæla væl í nakrar dystir, men klára
ikki at halda støðið í longri tíð, sigur
Jógvan Martin Olsen
– Vit byrja dystin væl, men missa
síðani takið á dystinum í einar tjúgu
minuttir, men seinasta korteri av
fyrra hálvleiki eru vit omaná aftur,
sigur sonurin, André Olsen.
Seinni hálvleikur var long oyðu-
markingargongd við fleiri feil av-
leveringum og lítið áskoðara vinar-
ligum fótbólti.
– Seinni hálvleiki var eitt stórt rót
allur sum hann var. Samanspælið
riggaði illa hjá báðum liðnum og tað
bleiv fyri tað mesta til langar bóltar,
sigur Jógvan Martin Olsen.
Í seinna hálvleik eru vit eit
sindur betri, men tað er einki spæl.
Vit fáa mótvind og tað ávirkar
spælið, men vit hava heldur ikki
fingið stig á útivølli, so tað var eisini
umráðandi at fáa stig burtur úr
dystinum og tað gjørdu vit so. Vit
trúðu uppá sigurin, men eitt stig
í Gøtu er ongin katastrofa, sigur
André Olsen at enda.
Niðurstøðan av dystinum er at
hvørkin parturin vildi tapa eftir
ringu gongdina seinastu tíðina og tí
endaði dysturin í einum málleysum
javnleiki. Eftir dystin tóku Jógavn
Martin Olsen og André Olsen í
hondina í hvørjum øðrum og kundu
aftur fella í rolluna sum pápi og
sonur – tað er inntil næstu ferð at
Víkingur og B68 bresta saman.
Víkingur
0
B68
0
Landsliðsmiðverjin hjá Víkingi, Atli Gregersen, spældi fríggjakvøldið
sín seinasta dyst fyri Víking á hesum sinni. Hann pakkar nemmiliga
kufferti og fer av landinum mikudagin, har eitt sum Ross County
leikari bíðar. – Eg eri glaður fyri at eg havi skriva undir við Ross
County áðrenn hendan dystin, tí eg hevði ikki blivi seldur uppá
avrikið í dag. Tað er ein tóm kensla eg standi eftir við, eg havi brúkt
nógvar tímar í Sarpugerði og tað eri eg glaður fyri og hvør veit,
kanska verið eg at síggja aftur her eina ferð, men dysturin í dag
ikki mátin eg ætlaði at siga farvæl við Víking, sigur Atli Gregersen.
Atli var alt annað enn nøgdur við avrikið hjá Víking í dystinum í
móti B68. – Hetta er ein katastrofa. Eg veit ikki hvat hetta var fyri
nakað. Tað var sum at hyggja eftir 5.deild. Vit vilja einki og teir vilja
einki og vit raka ikki hvønn annan og teir raka ikki hvønn annan.
Ongin vinnur nærdystirnar og alt fer bra upp í at rópa eitt sindur
eftir Eiler og tað er tað. Eg klári ikki ein gongd at hissa meg upp til
at gera ein takling, her er einki skil í, sigur Atli Gregersen. Víkingur
megnaði ongantíð at trýst B68 ímóti endanum av dystinum. - Vit
trúgva ikki uppá tað tá vit koma út aftur til seinna hálvleik. Tað
er líka Kaj Leo í Bartalstovu, ið hevur nakrar góðar dribblingar,
men annars hava vit ikki tríggjar samanhangandi avleveringar í
dystinum, sigur Atli Gregersen at enda.
trondur@sosialurin.fo
Gott eg skrivaði undir áðrenn hendan dystin
feðgar
Feðgarnir báðir André Olsen hjá
B68 og Víkinga venjarin Jógvan
MArtin Olsen, takað í hondina
eftir dystin og semjast um stigini.
Geza Turi hevði her eina
avgerðandi meistarabjarging
Myndir: Álvur Haraldsen