Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. juni · Nr. 100 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Óalvur Øre Hansen Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá B36 í hesum kappingarárinum, men eftir sannførandi 5-0 sigurin á fugl firðingum í gjár, er okkurt sum bendir á, at B36 hevur funnið aftur til góðu slóðina frá byrjanini av lands kappingini. – Tað kemur sera væl við hjá okkum at vinna í Fuglafirði. Vit hava havt eitt turbulent kapp ing- arár higartil, men eru nú við at koma fyri okkum aftur, og tað vísa vit við at vinna ein greiðan sigur í Fugla firði, segði ein sera fegin Sigfríður Clementsen eftir dystin. Og tey hava alla orsøk at fegn- ast í B36 leguni eftir sigurin á fugl- firðingum. Tí B36 vísti sera gott fót- bóltspæl og skoraðu heili fimm mál, meðan fuglfirðingar onki mótsvar høvdu til væluppløgdu gestirnar, og í seinra hálvleiki spældu heilt uttan mið og mál. Tískil var tað vónsvikin ÍF venj- ari, sum eftir dystin mátti ásannað, at avrikið hjá hansara monnum als ikki var nøktandi – Nei hetta var ein at teimum heilt ringu døgunum, har einki rigg- aði hjá okkum. Vit fáa als ikki okk- ara egna spæl at koyra. Tískil bleiv dyst urin spældur fullkomuliga uppá teirra premissur, og gjørdi tað sítt til at úrs litið bleiv sum tað bleiv, segði Ábraham Løkin eftir dystin. Bárður legði fyri Tað var annars ikki nakað, sum bendi á at talan skuld gerast um ein stór sigur til B36, tí tað gekk javnt á frá dystarbyrjan, har bæði liðini høvdu onkran líkinda kjans. Men sum fyrri hálvleikur leið, fingu gestirnir betri tak á mið vøll- inum, og hevði tað við sær at teir fingu lagt eitt ávíst trýst á fugl firð- ingar, sum høvdu trupult við at fáa samanhang í spælið. Leikliga yvirvágin gav úrslit í 29. minutti, tá Bárður Olsen legði B36 á odda 1-0, og stutt fyri hálvleik økti Christian R. Mouritsen um leiðsl- una, tá hann fekk fótin á bóltin eftir gott innlegg frá lívliga Hjalgrimi Elttør í vinstru síðu. Korthúsið raplaði Eftir steðgin skuldu fuglfirðingar royna at stríða seg inn aftur í dystin, men ístaðin vóru tað gestirnir sum reelt avgjørdu dystin við málinum til 3-0 tíðliga í seinra hálvleiki. Talan var um eina heldur margháttliga støðu, tí linjuverjin vinkaði fyri rangstøðu, tá Høgni Eysturoy eftir trunkaspæl í brotsteiginum, smekkaði bóltin í kassan. Men dóm arin brísklaði fyri máli, tí ein fugl firð ingur hevði spælt bóltin til Høgna. Eftir at B36 hevði lagt seg á odda til 3-0, raplaði korthúsið hjá ÍF av álvara, og einasti spurningurin var hvussu nógv mál B36 skuldi at skora. Tískil var tað fult í trá við dystar- gongdina, tá fyrst Róaldur Jacobsen skoraði til 4-0, áðrenn Magnus H. Olsen staðfesti eyðmýkingina av fugl firðingum, við málinum til 5-0 í 85. minutti. Samanumtikið var sigurin hjá B36 fult uppiborin, hóast 5-0 ljóðar av nógvum. Men uttan at taka nakað frá góða avrikinum hjá B36, so sigur úrslitið eisini nakað um vána liga avrikið hjá fuglfirðingum. Vit hava havt eitt turbu­ lent kappingar, men eru nú við at koma fyri okkum aftur Sigfríður clementSen, b36 B36 eyðmýkti ÍF ÍF 0 B36 5 vodafonedeildin Við støði í vælskipaðum verjupæli og sera góðum álopspæli vann B36 ein eyðmýkjandi 5-0 sigur í trupla útidystinum í Fuglafirði í gjár. Við sigrinum á ÍF hevur B36 vunnið annan dystin á rað, og anda fuglfirðingar í nakkan, í stríðnum um triðja plássið í Vodafonedeildini Sigandi mynd Christian R. Mouritsen og B36 hava fult tamarhald á liggjandi fuglfirðingunum Mynd: Álvur Haraldsen – Vit spæla ein sera góðan dyst í dag, har vit standa sera væl í verjuni, og so riggaði skjóta umstillingsspælið til fulnar í dag, segði ein sera fegin Christian R. Mouritsen, sum skoraði næsta málið hjá ártalsfelagnum. -Vit vóru uppsettir til dystin, tí vit vildu enda fyrru hálvu væl, og eg haldi at tað sást aftur á vøllinum, har vit stríddust sum eitt lið, og tað legði gróðarbotn fyri góða avrikinum hjá okkum, segði Christian. Spurdur um hvat stórsigurin hevur at tíða fyri B36, sigur Christian at tað hevur nógv at siga. Ein tílíkur sigur gevur okkum sjálvsálit og trúgv uppá at tað ber til, tí við sigrinum á ÍF eru vit bert trý stig frá triðja plássinum. christian r. mouritsen Eg eri sera væl nøgdur