Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 28. juni · Nr. 100 Sosialurin Ítróttarblaðið Jóansøka og vón í Vági vodafonedeildin Vábingar og Sumbingar kundu ganga við røttum ryggi á Jóansøku leygarkvøldið, eftir at teir vunnu alt avgerandi dystin ímóti B71 í nógva vindinum vestri á eiðinum. Tróndur Arge Tað var greitt undan dystinum, at vann FC Suðuroy ikki á B71, so var møguleikin fyri at yvir­ liva í bestu deildini lítil. Tað var fitt av vindi vestri á eiðinum og FC Suðuroy hevði vindin undan í fyrra hálvleiki. Tað vísti seg, at liðini høvdu lættari við at spæla seg til møguleikar í mótvindinum. Eitt gott B71 mótálop endar við at Símin Hansen leggur innfyri úr vinstru og við handari stong skor ar Mads Hentze. – Tað sá eitt sindur svart út tá vit komu afturum 1­0, men vit stríddust víðari og tá sam an um kom, so haldi eg tað var uppiborðið at vit vunnu. Vit máttu inn at kempa og kempa. Hetta var absolut sein­ asta útkall og vit máttu hava trý stig, sigur Jón Krosslá Poulsen. Hesa løtuna gekk illa hjá FC Suðuroy at skapa nakað í undan vindinum, men løtu seinni fingu teir hjálp frá B71 verjuni. Eftir horna fer bólt­ urin í B71 málið umvegis ein B71 verjuleikara. Tá fyrri hálv­ leikur var eitt sindur meira enn hálvrunnin, kom avgerandi málið fyri FC Suðuroy. Obi Charles kemur leysur ímóti málinum og prikar bóltin fram­ við málmanninum hjá B71 og í mál. Í seinna hálvleiki hevði FC Suðuroy fleiri stórar møgu­ leikar at økja, men millum ann­ að Jón Krosslá Poulsen var ikki nóg neyvur í avgerandi løtuni. – Eftir fyrsta møguleikan hugsaði eg: »For heitasta kom nú,« og kempaði bara víðri og fekk so tveir møguleikar aftrat, men brenni so eisini teir. Men tað var einki annað at gera enn at kempa víðari. Eg skal vera erligur og siga, at eg kendi á mær, at hevði B71 javna, so var tað mín skild at vit ikki vunnu, sigur Jón Krosslá Poulsen við einum smíli. FC Suðuroy er ikki longur á aftasta plássi og hevur fingið samband við liðini hinumegin niðurflytingarstrikuna. Tí var lagið gott á Jóansøku. – Nú kann Jóansøkan byrja. Hatta var akkurát tað vit høvdu brúk fyri og nú fara vit orduliga at feira tað. Tað er sermert at spæla á Jóansøku. Spælarnir eu meiri uppsettir og kempa av álvara fyri tí. Tú sært eisini teir nógvu áskoðarnir, so tað er eyka stuttligt at spæla og ikki minst vinna á Jóansøku, sigur Jón Krosslá Poulsen at enda. trondur@sosialurin.fo FC Suðuroy 2 B71 1 Tað sá eitt sindur svart út tá vit komu afturum, men vit stríddust víðari, og eg haldi tað var uppiborðið at vit vunnu Hilmar Jan Hansen Vit skrúva tíðina smáar tveir mán­ aðir aftur. Við Løkin í Runavík hava NSÍ og AB spælt 0­0 í fyrra hálvleiki, og eingin serlig ábending var um, at NSÍ fór at sleppa av aftasta plássinum hetta kvøldið. Men seinni hálvleikur skuldi vísa nakað annað, tí tá avtornaði, hevði NSÍ vunnið dystin 3­0 og samstundis yvirhálað AB, so NSÍ ikki longur var aftasta liðið í Vodafonedeildini. Tá liðini hittust aftur í gjár, var AB framvegis eitt lið, ið livdi frá hondini í munnin, tí støðan á stigatalvuni var ikki batnað mun­ andi. AB var framvegis aftast og nú var NSÍ fremst. Tí var spurningurin nú, um NSÍ skuldi fara undir at vinna á øllum hinum liðunum eina ferð aftrat, sum NSÍ hevði gjørt tað síðani fyrra AB­dystin – við níggju sigrum á rað… Onkur argjafjeppari helt fyri und an dystinum, at tá nú AB hevði sett NSÍ í gongd, kundi tað akkurát tað sama eisini vera AB, ið aftur steðgaði NSÍ. Og soleiðis skuldi tað eisini vísa seg at verða! Góðir málverjar Mjørkin lá tjúkkur á Argjum, men tað var ikki myrkari enn so, at her sóust tvey lið leggja nógv fyri. Og hóast AB er botnlið og NSÍ topplið, so var tann munurin ikki so sjónsk­ ur, sum hann ofta kann vera tað mill um lið, ið hava fullkomuliga ymiskar fortreytir. NSÍ hevði kanska heldur meira spæl, men í málmøguleikum stóð AB einki aftanfyri, og fleiri ferðir gjørdist tað rættiliga spennandi. Tað var ikki lætt at síggja, at hetta var ein dystur millum tað niðasta og tað ovasta liðið, og tað hevði AB ser liga æruna av. – Eitt stig ímóti NSÍ, sum undan hesum hevði vunnið níggju dystir á rað, er fínt hjá okkum. Vit vildu sjálvandi helst fingið trý stig, men eitt stig er eisini í lagi, segði Jákup Dam, sum kom inn í seinna hálv­ leiki og avgjørt gav AB meira bit í álopið. – Hetta var ein dystur, bæði lið kundu vunnið, tí málmøguleikarnir vóru har. Men málmenninir vóru fyri, tá teir stóru kjansirnir vóru. Sjálvur hevði eg eisini onkran, men Andras Gango bjargaði væl. Tað var serliga ímóti endanum, at AB kundi farið avstað við øll­ um, var tað ikki júst fyri NSÍ­mál­ verjanum, sum einar tvær ferðir mátti vísa síni bestu kynstur. Men fyrr í dystinum hevði eisini Heðin Stenberg í AB­málinum frálíkar bjarg ingar, so skal takast saman um 0­0, sum úrslitið var, so var tað eis­ ini ein avspegling av tveimum væl upp løgdum málverjum, ið gjørdu sítt arbeiði til lítar. Bara ikki mál Ímóti endanum á dystinum royndu runavíkingar at trýsta, men uttan at tað kortini eydnaðist at skapa avgerandi kjansir. Tann, ið var tættast við, var Karoly Potemkin, ið eftir eitt hornaspark megnaði at skalla uppum, hóast hann næstan stóð á sjálvari málstrikuni! – Hetta var ein av teimum dyst­ unum, har bólturin bara ikki vildi inn. Vit komu higar fyri at vinna og royndu eisini at fáa øll trý stigini. Men sjálvt um vit høvdu kjansirnar til tað, fingu vit bara ikki mál, staðfesti NSÍ­miðvallarin, Jann Ingi Petersen, eftir dystin. – Hinvegin fingu teir eisini fleiri góðar kjansir, so tað kundi endað heilt galið, um illa vildi til. At vit nú endaðu sigursrøðina og HB sam stundis nærkast aftur, nervar okk um kortini ikki, tí fyri tað um vit ikki fingu trý stig í dag, er hetta ikki nakað, ið fer at steðga okkum. Nú skulu vit spæla í Europa League, men tá tað er av, koyra vit á víðari. Við sigrinum er NSÍ framvegis ovast á stigatalvuni, eitt stig framm­ an fyri HB, og AB er nú aftur aftast, eitt stig aftan fyri FC Suðuroy. hilmarjan@sosialurin.fo Jónhard Frederiksberg hjá NSÍ og Kenneth Jacobsen hjá AB jagstra bóltin í 0-0 dystinum á Argjum í gjár, tá argjamenn fingu steðgað sigursrøðini hjá runavíkingum Mynd: Álvur Haraldsen AB steðgaði NSÍ vodafonedeildin Í mjørkanum inni í Vika á Argjum endaði dysturin millum AB og NSÍ málleysur, hóast bæði lið høvdu sínar góðu málmøguleikar. Tá alt kom til alt, var ein javnleikur eisini á góðari leið AB 0 NSÍ 0 nUllloYSn