Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mánadagur 28. juni · Nr. 100 Sosialurin LÍV søkir eftir Kopargøta 1 P.O. Box 206 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tlf. +298 31 11 11 Fax +298 35 11 10 www.liv.fo fíggjarnæmingi at byrja skjótast gjørligt. LÍV er størsti veitari av lívs- og eftirlønartryggingum til fakfeløg og virkir. Starvsøkið Sum fíggjarnæmingur verður tú partur av arbeiðinum á tøknideildini. Tøkni- deildin hevur ábyrgdina av at røkja tryggingarkervið, gera tryggingarhagtøl og veita tænastur til hinar deildirnar á LÍV. Um teg Vit vænta, at tú hevur sjálvstøðugt arbeiðslag, ert íðin og dugir væl at samstarva. Tú skalt hava lokið students-, HF- ella HH-prógv. Tað er fyrimunur, um tú hevur havt støddfrøði á A-stigi. Útbúgvingin sum fíggjarnæmingur tekur tvey ár og gevur breiðan førleika innan fíggjarheimin. Umsóknir og umsóknarfreist Umsóknir við avritum av prógvum, CV og øðrum skjølum skulu sendast til: LÍV Starvsfólkadeildin Kopargøta 1 Postsmoga 206 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. juli kl. 12.00. Meira at vita? Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gunnvør Dam Jensen á telefon 21 14 13 ella á gunnvor@liv.fo. Fríggjadagin 9. juli verður móttøka og fernisering hjá Nordisk Hånd­ skomageri & Design í Sjúrðargøtu 10 í Havn, har Helene Stjernholm designari og Janus D.Guttesen teknari sýna fram. Helene Stjernholm designar skógv­ ar og sýnir fram sínar tekningar og nýggjar skógvar, sum hon hevur designað. Janus D.Guttesen hevur fernisering av seks tekningum, ið síggja út sum sonevnd koparstikk í gomlum stíli. Tekningarnar vísa hvussu skógvar hava verið gjørdir og umvældir frá miðøld og til okkara dagar. Tekn­ ingarnar eru í A3 stødd og skulu hanga sum prýði á skómakaraverk­ staðnum. Sjúrðargøta 10 · 100 Tórshavn · tel. 321077 Nordisk Håndskomageri & Design Móttøka og fernisering Ortopediskur skómakari Fríggjadagin 9. juli kl. 15.00-17.30 Sosialurin 341800