Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. juni · Nr. 100 44 Sosialurin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nú sunnudagin 4. juli verður árligi minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Nógv av teimum seinastu 10 árunum hevur verið skipað fyri at halda minningardagin, sum hevur verið hildin fyrsta sunnudag í juli, og í ár er hesin sunnudagin 4. juli. Henda dag hava blómur verið lagdar á støðini, har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, eru hendar. Eisini hevur evnið verið tikið upp í kirkjum og samkomum. Stigtakari er Ingi Gunnarsson. Tiltakið verður stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. Við hesum stuðli og annars við sjálvbodnari arbeiðsmegi, hevur borið til at gjøgnumføra tiltakið og fíggja tað. Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at steðga upp eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit eru so skjót at gloyma, sigur Sølvi Reinert Hansen, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum fegnast um at limir í Føroya Ellisakførum og onnur hjálpa til við at leggja blómurnar út kring landið. Ferðslutrygd stuðlar minn­ ing ar degnum Sølvi Reinert Hansen, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd Í sambandi við drotn inga­ vitjanina og vitjanina hjá Elton John hevur bila­ fyritøkan Bilrøkt fingið til uppgávu at klárgera og levera bilar. Fyritøkan hevur leverað Heini Hanusarson, politistur og bilførari á drotningabilinum Mynd: Eirikur Lindenskov LuksusbiLar tiL forneMM vitjanir Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 17.15 Í sendingini Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 17.15 verður nógv gjørt burturúr minningardegi teirra deyðu í ferðsluni. Eisini verður ein samrøða endursend við Leon Heinesen, fyrrverandi vitapassara, sum vann ein bil, tá hann var vitapassari í Mykineshólmi. ferðslutrygd