mikudagur 30. juni 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Í blaðnum mánadagin høvdu
vit samrøðu við skiparan
á
verksmiðjutrolaranum
Norð borg, Jón Rasmussen.
Teir vóru just lidnir við túr
og vóru nú á veg til lands
við 1300 tonsum av sild og
makreli, sum teir høvdu fing
ið í einar 1416 dagar. Lastin
hevði eitt virðið upp á umleið
10 miljónir krónur.
Nú eigur Norðborg at
kalla ongan makrel eftir at
fiska, og tá veiðan í løtuni er
rættiliga blandað við sild og
makreli, er spurningurin, um
skipið yvirhøvur kann fara
nýggjan túr undir verandi
umstøðum.
Heldur ikki orð
Í samrøðuni við Sosialin
segði Jón Rasmussen, at
Norð borg eigur 2.800 tons av
makreli, sum lógu eftir frá
undanfarna ári.
–
Landsstýrismaðurin,
sum í fjør heyst segði, at
kvotan kundi flytast inn í
2010, sýtir nú fyri at útskriva
okkum loyvi til at veiða hesi
tonsini. Eg haldi, at orsøkin
er, at landsstýrismaðurin
er vorðin firtin, tí Felagið
Nótaskip ikki hevur stuðlað
honum í ætlanini at áseta
Føroyum
eginkvotu
fyri
makrel í 2010, men í staðin
hevur mælt til at royna
samráðingarleistin við hini
londini, Noreg og ES, sum
saman við Føroyum hava
verið partur av stranda
landa avtaluni.
Skiparin á Norðborg sigur,
at tá Noreg og ES í fjør heyst
søgdu, at tey fóru at lata síni
skip fiska makrelkvotu, sum
lá eftir í 2009, í 2010, fingu vit
at vita, at vit eisini skuldu
sleppa at fiska tað, sum eftir
lá hjá okkum í 2009.
– Talan er um virðir upp
á umleið 20 miljónir krónur,
segði Jón Rasmussen við
Sosialin mánadagin.
Kvotur detta burtur
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í fiski vinnu
málum, sigur seg undrast yvir
hesi úttalilsi hjá skiparanum
á Norðborg.
– Eg kenni sum so einki
til hatta, sum Jón sigur. Eg
skal ikki siga, at eg ikki havi
nevnt handan møguleikan
í onkrum samanhangi. Tá
fyrst Noreg og síðan ES í
fjør heyst søgdu, at tey fóru
at flyta ófiskaða kvotu av
makreli í árinum 2009 inn í
2010, kann eg sjálvandi hava
sagt, at so fóru vit at gera
tað sama. Hetta skal eg ikki
afturvísa.
Landsstýrismaðurin
sigur, at Noreg og ES komu
við
hesum
útmeldingum
av sínum eintingum, tó at
tað ongantíð hevur verið
við í strandalandaavtaluni
millum londini, at ófiskað
makrelkvota gongur inn í
árið eftir.
– Tá árið er liðugt, detta
allar kvotur burtur, sum ikki
eru fiskaðar, og hetta er í
prinsippinum eisini galdandi
fyri kvotuna, sum lá eftir hjá
Undrar seg yvir úttalilsi hjá
STRÍÐ – Eg skilji ikki ordiliga Jón Rasmussen, skipara á verksmiðjutrolaranum Norðborg. Herfyri bjóðaði
felagið, sum eigur skipið, makrelkvotuna, sum teir ikki fiskaðu í fjør, út til royndarveiði, sigur Jacob
Vestergaard, sum annars fegnast um góða prísin, ið Norðborg fær fyri makrel undan Føroyum
… tá árið er liðugt,
detta allar kvotur burtur,
sum ikki eru fiskaðar, og
hetta er í prinsippinum
eisini galdandi fyri
kvotuna, sum lá eftir hjá
Norðborg…
JACOB VESTERGAARD
UNDRAST
- Knappliga er líkt til, at
velduga tilfeingið, sum
kemur í okkara sjógv í
summarmánaðunum, nú
er so ómetaliga nógv vert.
Hetta fegnist eg sjálvsagt
um, men undri meg líka so
nógv yvir afturhaldandi
hjá uppisjóvarskipunum,
sigur Jacob Vestergaard