mikudagur 30. juni 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Støðan í makrelmálinum er
ikki sørt undarlig.
Longu tíðliga í summar
hevði landsstyrismaðurin,
Jacob Vestergaard, ætlanir
um at áseta Føroyum egin
kvotu av makreli fyri 2010.
Orsøkin
til
hesa
støðu
lands stýrismansins
var,
at hini londini, sum hava
verið partur av stranda
landa avtaluni um makrel,
Noreg og ES, ikki vilja tilluta
Føroyum meiri enn sløk 5%
av samlaðu makrelkvotuni,
meðan Noreg og ES sjálvi
vilja kanna sær restina av
heildarkvotuni, sum í 2009
var heili 570.000 tons.
Bæði politiska skipanin
og uppisjóvarvinnan í Før
oy um eru samd um, at før
oyski parturin er alt ov
lítil, og útspælið hjá lands
stýrismanninum til sam
ráðingarnar fyri 2010, var, at
Føroyar í minsta lagi skuldu
hava 15% av kvotuni.
Annars verður eingin
avtala.
Men hetta vilja hvørki
Noreg ella ES hoyra tal an
um, og tey vilja ikki hoyra
talan um ein størri før
oyskan part av kvotuni yvir
høvur.
Makrelur hevur broytt
sítt ferðingarmynstur, so
leið is at hann í nógv størri
mun enn áður ferð ast í
føroyskum og ís lendsk um
sjógvi í summ armán að un
um.
Í summar hevur Havstov
an so eisini – og fyri fyrstu
ferð nakrantíð fingið enda
liga staðfest, at fiskurin
gýtir allastaðni kring um í
føroyskum sjógvi.
Tað undarliga við støðuni
er, at meðan flestu føroysku
uppisjóvarskipini liggja og
hava ligið leingi, er tað júst
Felagið Nótaskip, sum mælir
landsstýrismanninum
til
at royna politiska sam ráð
ingarleistin fram um at
áseta eginkvotu, sum hann
leingi hevur ætlað sær at
gera.
At tað júst eru feløgini,
sum eiga uppisjóvarskipini,
ið ganga á odda at halda
landsstýrismanninum aft
ur, samstundis sum dýru
vinnutólini, sum hesi feløg
eiga,
liggja
bundin
við
bryggju, tykist mongum
løgið.
Men tað hevur so sín ar
orsøkir, sum Felagið Nóta
skip áður hevur víst á.
Væntaður fundur
Mett hevur verið, at tað
ser liga er um summarið,
at nógvur makrelur kann
veiðast í føroyskum sjógvi.
Men summarið gongur,
og enn er eingin loysn fing
in á trætuni millum Før oyar,
Noreg og ES um makrel
veiðina fyri 2010.
Eftir at samráðingarnar
um
strandalandaavtalu
slitn aðu í London fyri fá u m
vikum síðan, hevur lands
stýrismaðurin havt fundir
við íslendska og norska
fiskimálaráðharran.
Tað var uttanlands nevnd
in hjá løgtinginum, sum
mælti landsstýrismanninum
til at royna politisku sam
ráðingarleiðina,
áðrenn
nøk ur endalig avgerð um
áseting av eginkvotu fyri
2010 verður tikin.
Felagið Nótaskip hevur
sum nevnt eisini mælt til
hesa leið og leist, men eitt
slíkt
samráðingarumfar
kann taka tíð, og ser liga
kann tað taka tíð at fáa
í lag fund við fiski veiði
myndugleikarnar í ES.
Í morgun, tá Sosialurin
hitti
landsstýrismannin
í
fiskivinnumálum,
visti
Jacob Vestergaard at siga,
at ætlaði fundurin við fiski
vinnukommiserin í ES helst
verður hin 12. juli í Brússel.
– Leypandi samskifti hev
ur verið millum umsitingina
í Føroyum og Brússel og tað,
sum nú liggur í kortunum,
er, at ætlaði fundurin verð
ur 12. juli, sigur lands stýris
maðurin.
Fáur væntar, at nakað
ítøkiligt fer at spyrjast
burt ur úr hesum politiska
sam ráðingarumfari
um
makrelin, men tá umfarið
er liðugt, hevur Jacob Vest
er gaard
gjørt
tað,
sum
uttanlandsnevndin hevur
heitt á hann um at gera.
vilmund@sosialurin.fo
á skipara
Norðborg í 2009, sigur hann.
Jacob Vestergaard vísir
á, at makrelkvotan í fjør var
býtt út á ymisku feløgini sum
eginkvotur, og tilsamans lógu
sløk 4.000 tons av makreli,
sum Føroyar áttu í avtaluni
fyri 2009, ófiskað, tá árið var
umliðið.
Parturin hjá Noreg, sum
lá eftir, var sløk 70.000 tons,
meðan ES segði seg at eiga
umleið 7.000 tons eftir.
Vestergaard undrast
Landsstýrismaðurin
sigur
seg ikki sørt undrast yvir
úttalilsini
hjá
Jón
Ras
mussen, tí fyri fáum vikum
síðan sendi Felagið Nótaskip
bræv til løgmann um makrel
málið.
– Hetta bræv var eisini
undirskrivað av felagnum,
sum eigur Norðborg, og í
hesum brævi var eitt nú
kvotan, sum Norðborg ikki
fiskaði í 2009, bjóðað út
sum royndarkvota. Tá veitt
verður av royndarkvotu, er
vanligt, at Havstovan eigur
lut í verkætlanunum, og tá
ber ikki til frammanundan at
siga, hvør sleppur at fiska.
Jacob Vestergaard sigur
seg tí ikki ordiliga skilja sam
an hangin í tí, sum skiparin á
Norðborg førir fram um hesa
ófiskaðu makrelkvotu.
– Felagið Nótaskip og
partur av politisku skip
anini í Føroyum hava heitt
á meg um at roya hetta
politiska umfar, sum nú er
í gongd, og fyrr enn hetta
er liðugt, ætli eg mær ongar
avgerðir um makrelin, sigur
landsstýrismaðurin.
Makrelur stórt virði
Jacob Vestergaard heldur
ann ars,
at
samrøðan
í
Sosialinum við Jón Ras
mus sen er sera áhugaverd,
nú skiparin vísir á, hvussu
stórt virði í veruleikanum er
í makrelinum, sum er undir
Føroyum.
– Felagið Nótaskip hevur
ferð eftir ferð ført fram, at
makrelurin er so nógv meiri
verdur, tá hann seinni um
heystið kemur í norskan
sjógvi. Hetta hevur verið ein
av grundgevingunum fyri, at
Føroyar ikki í óðum verkum,
sum tað hevur verið rópt,
eiga at áseta sær eginkvotu
av
makreli
í
føroyskum
sjógvi.
Landsstýrismaðurin vís
ir til samrøðuna við Jón
Rasmussen í Sosialinum, har
skiparin sigur, at uppí einar
1214 krónur kunnu fáast fyri
kilo av stórum, heilfrystum
makreli, um hann verður væl
støddarskildur.
– Í greinini verða eisini
aðrir
áhugaverdir
prísir
nevndir, og knappliga er
nú líkt til, at hetta velduga
tilfeingið, sum kemur í okkara
sjógv í summarmánaðunum,
nú er so ómetaliga nógv vert.
Hetta fegnist eg sjálvsagt um,
men undri meg líka so nógv
yvir,
at
uppsjóvarvinnan
hev ur verið so afturhaldandi
í spurninginum um egin
kvotu í 2010, sigur Jacob
Vestergaard.
vilmund@sosialurin.fo
Fundur við
ES 12. juli
Nú bendir mangt á, at fundurin millum landsstýrismannin í
fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard og fiskivinnukommiserin
í ES, verður í Brússel hin 12. juli
... Felagið Nóta
skip mælir til sam
ráðingarleiðina, og tað
er henda leið, sum nú
verður roynd...
JACOB VESTERGAARD
Nýbygningurin Tróndur í Gøtu hevur ligið leingi við bryggju í Runavíkar havn – so leingi,
at kavi var í fjøllunum, tá hann koma at liggja her, og hann liggur framvegis
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jacob Vestergaard sigur seg
ikki skilja samanhangin í
tí, sum skiparin á Norðborg
førir fram um ófiskaðu
makrelkvotuna. – Felagið
hevur í brævi boðið hesa
kvotu út sum royndarkvotu,
sigur landsstýrismaðurin
Mynd: Dávur Winther
ÓSAMSVAR