Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101 12 Sosialurin Kjak Serkøni arbeiðsbólkurin, ið skal gera uppskot til nýggja løgtingsvallóg, er settur, og ein kvinna og fýra menn eru mett skikkað til sess í hesum bólki. Løgtingsformaðurin segði í tíðindunum 25. juni, at hann einki kundi gera við hesa støðu, tí at limirnir í serfrøðingabólkinum eru vald sambært til mæli frá pørtum, sum ásett í uppskotinum til sam­ tyktar. Í grein 8 í javn støðu­ lógini er ásett, at allar al­ mennar nevndir og líkn­ andi skulu setast saman soleiðis at umleið eins nógvir limir av báðum kyn um eru umboðað. Hend an áseting fevnir eis ini um tær nevndir og líkn andi, sum løgtingið setir. Tí er ringt at skilja, at løgtingsformaðurin, sum hevur ábyrgd av at seta serfrøðingabólkin, einki kann gera við, at hesin arbeiðsbólkurin ikki lýkur ásetingarnar í javnstøðulógini. Vónandi er hetta ein misskiljing, sum hann tekur stig til at rætta skjótast gjørligt. Kristianna Winther Poulsen forkvinna í Javn­ støðu nevndini Nýggja val skip­ anin – vónandi fyri bæði kyn Felagið fyri hoyrbrekað í Føroyum Nicolina Dahl Aðalfundur var hildin í Felagnum fyri hoyribrekað herfyri. Formaðurin Jákup Danielsen segði seg frá og Marjun Hansen tók ikki við afturvali. Í teirra stað vóru vald Katrin Rubeksen og Torkil Hansen. Nevndin hevur skipað seg við Torkil Hansen sum formanni, Poul Øregaard sum skrivara og næstformanni, Katrin Rubeksen sum kassameistara og Leivur Guttesen er eyka­ limur. Dávur Neshamar røk­ ir bókhald og limalista. Nico­ lina Dahl fer at hava skrivliga samskiftið og kunning úteftir. Ætlanin er skjótt at fáa gongd aftur á heimasíðuna www.hoyribrek.fo. Felagið hevur átik ið sær at skipa fyri fundi í Norðurlendsku sam starvs­ nevndini NHS, sum verður í døgunum 14.­ 15. august. Vit meta, at tað framvegis er stórliga brúk fyri felagnum til at gera vart við mong øki, sum viðvíkja hoyrnini – bæði fyribyrging og tæn­ astu til teirra, sum missa hoyrn. Í løtuni fyriliggur upp skot til løgtingslóg um, at brúkaragjald skal leggjast á hoyritól á al­ mennu hoyriklinikkini og at tilskotið til hoyritól á pri­ vatu klinikkini skal lækka. Felagið mótmælir hesum upp skoti, sum fer at fáa álvars ligar avleiðingar fyri hoyri brekað. Tað eigur sum meginregla ikki at vera munur á viðgerð av hoyribreki og allari aðrari viðgerð innan heilsuverkið – øll slík viðgerð eigur at vera goldin av tí almenna. Vit gera vart við, at eitt hoyritól er í høvuðsheitum IKKI ein útreiðsla fyri land ið, men ein inntøka, tí at hoyritólið kann hjálpa hoyribrekaðum at varð­ veita sítt tilknýti til arbeiðs­ marknaðin og sparir tískil landinum almannaveitingar. Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum hevur havt aðalfund Demokratia Oluffa Joensen forkvinna Demokratia tekur fult und­ ir við atfinningunum móti samansetingini av ser­ køna arbeiðsbólkinum og politiska fylgibólkinum, sum eru sett at arbeiða við eini endurskoðan av vallógini. Kvinnufelagið í Havn, Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna, og onnur hava ført fram, at tað í hesum arbeiðsbólkum eins og øllum øðrum al­ menn um nevndum eigur at verða tryggjað ein jøvn kynsumboðan. Hetta er eins sjálvsagt og týdningarmikið, sum at tað skal vera tryggjað ein jøvn politisk umboðan og faklig umboðan. Demokratia harmast um, at formansskapur Løg­ tingsins við tilnevningini av arbeiðsbólkunum báðum heldur enn at ganga á odda í arbeiðinum at tryggja eina breiða samanseting, sáar iva um vilja Løgtingsins at tryggja javna kynsumboðan í Løgtinginum. Tað hevði klætt formansskapinum at rættað hesa óhepnu støðuna við at ógilda tilnevningina og tilnevna arbeiðsbólkarnar av nýggjum, har jøvn kyns­ umboðan verður tryggjað. Tað kann t. d. verða verða gjørt greitt og einfalt, eins og Kvinnufelagið í Havn skjýtur upp: »Formansskapurin heit ir á tey, sum innstilla nevnd ar­ limir, um fyri hvønn nevnd­ arlim at koma við tveimum uppskotum – einum av hvørj um kyni. Síðan má tað vera upp til formansskapin at seta nevndina saman, so kynsbýtið lýkur nútíðar krøv til javnstøðu«. Hetta er vanlig manna­ gongd í tilnevning av al­ menn um nevndum og tryggj ar, at tey, sum tilmæla, og tey, sum tilnevna, verða noydd til at minnast til, at jøvn kynsumboðan er kravd, um tey skuldu havt (hug at) gloymt tað. Jøvn kynsumboðan neyðug