Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101 Sosialurin Leo Poulsen Hugskotið er danskt, men er latið í ein føroyskan búna. Seinastu tveir mánaðirnar hava tríggjar ungar kvinnur gjøgnumgingið og sorterað øll klæðir á goymsluni hjá Reyða Krossi. Endamálið er at seta upp eina modernaða framsýning av øðrvísi klæð­ um, sum meiri eru ætlað teim um ungu. – Vit hava hugt upp á klæðini við øðrum eygum og hava sett klæðini sam an, so tey passa til tey ungu í dag, sigur Marjun Trónd ar­ son, sum er leiðari fyri verk­ ætlanini. Tað koma øll møgulig klæðir inn til Reyða Kross. – Talan kann vera um vintage­klæðir ella um holut ar buksur. Alt verður latið inn, og alt verður brúkt – so ella so, sigur Marjun Tróndarson. Mótið er jú soleiðis, at hann gongur ofta aftur, so klæðir, ið fyri tilkomin og eldri fólk ofta kunnu síggja út sum avoldað, kunnu tí saktans vera hypermodernað aftur. – Klæðini, sum koma inn, eru heilt afturi frá 50­unum og fram til dagin í dag, og vit kunnu seta saman og selja sum okkum tykist best. Tað hevur verið spennandi, men strævið, serliga tí eg havi eitt annað starv við síðuna av hesum hjá Reyða Krossi, sigur Marjun Tróndarson. Alt arbeiði hjá Reyða Krossi er sjálvboðið, og eis­ ini hetta við serligu verk­ ætlanini, Klæðir uppá skrá. – Vit hava brúkt rættiliga nógva tíð upp á hetta, men tað hevur sum sagt verið spennandi og áhugavert, sigur Marjun Tróndarson, sum saman við systir síni og einum systkinabarni taka sær av verkætlanini. Bíligt Leiðarin av verkætlanini var rættiliga ovfarin av undir­ tøkuni, sum tiltakið hevur fingið. – Vit byrjaðu mánadagin, og har vóru nógv fleiri fólk inni á gólvinum, enn vit høvdu roknað við. So tað var rættiliga hugaligt, sigur Marjun Tróndarson. Klæðir koma leypandi inn til Reyða Kross, og fyrsta framsýningin held­ ur sjálvandi ikki alt tíðar­ skeiðið. – Vit mugu fylla upp av nýggjum alla tíðina, so hvørt sum klæðini verða seld. So vit mugu á goymsluna við jøvnum millumbilum og sortera tey nýggju klæðini, sum koma inn, fyri at halda handilin fyltan, sigur Marjun Tróndarson. Og tað skuldi ligið væl fyri hjá fólki at fingið góð klæðir í Reyða Kross­handlinum, tí tey eru bæði nýtilig og bílig. – Ja, vit halda okkum til vanliga bíliga prísin. Vit hava eitt slag av fasittlista at ganga eftir, tá vit áseta prísirnar, og hann halda vit okk um til, sigur Marjun Tróndarson. Har eru klæðir til bæði kvinnur og menn at fáa í Reyða Kross­handlinum, men tað er kortini ikki líka stór ar nøgdir til hvørt kynið. – Tað vísir seg at verða munandi verri at fáa klæðir til mannfólk en til konufólk, sigur Marjun Tróndarson. Annað eisini Tað er hópurin av blusum, buksum, troyggjum og líkn­ andi at fáa í Reyða Kross­ handl inum, umframt hatta, reimar og annað til klæðini. Men nógvir aðrir lutir eru eisini í handlinum, bæði brúks lutir og prýðislutir. – Vit hava roynt at sett framsýningina saman, so hon eisini umfatar annað enn júst klæðir, sigur Marjun Tróndarson. Har fáast eitt nú koppastell og aðrir brúkslutir, umframt prýðislutir, og alt, sum fæst í handlinum er slíkt, sum fólk hava latið. Handilin er opin mánadag til fríggjadag frá 13.30 til 17.30, og leygardag frá 11 til 14. Hendan serliga verkætlanin, Klæðir uppá skrá, stendur frammi fram til ólavsøku, 28. juli. Klæðir uppá skrá varpar ljós á modernað klæðir til tey ungu, men røkkur yvir eitt tíðarskeið frá 1950-unum fram til dagin í dag. Marjun Tróndarson er samskipari av verkætlanini Mynd: Álvur Haraldsen MODERNAÐAR TÍÐIR Mótaklæði í Reyða Krossi VERKÆTLAN »Klæðir uppá skrá« eitur tiltakið í Reyða Kross-handlinum á Bryggjubakka, sum byrjaði fyrradagin og heldur fram til 28. juli