Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101 14 Sosialurin Prógv Tann 22 juni 2010 tók Heri Sigurd Lamhauge Saltangará, prógv sum Master of Science in Economics and Business Administration, Cand Merc (Organisation og Strategi) á Aalborg Universiteti. Prógv Frá 21. mai til 25. juni 2010 gjørdi Róðin Eyðunsson á Lofti í Sandavági sveina­ roynd sum maskin­ snikkari á Skive Tekniske Skole í Danmark. Róðin hev ur staðið í læru hjá Sp/f Træsmiðjuni í Myki­ nesgøtu í Havn. Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í sambandi við at stjórin á Kunningarstovuni í Havn, Ingigerð á Trøðni, hevur 25 ára starvsdag, verður almenn móttøka á Kunningarstovuni hósdagin 1. juli. Ingigerð er fødd á Frede­ riksberg, dóttir Karen, f. Olsen, úr Helsingør, og Heina á Trøðni úr Havn. Eftir lokið studentsprógv tók hon læraraprógv á Køb­ en havns Dag­ og Aften Semi­ narium í 1969. Hon var lærari í Hvid­ ovre, áðrenn hon í 1970 fekk starv sum lærari á venj­ ingarskúlanum í Havn. Hetta starv røkti hon til 1985, samstundis sum hon undirvísti á Føroya Hand ils­ skúla frá 1975­85. Í 1983/84 var hon á árskeiði á Fróðskaparsetri Føroya við serligum denti á siðsøgu og enskt. Saman við Marionnu Simonsen hevur hon greitt úr hondum lærubókina Maskinskriving I . Síðan 1. juli 1985 hevur Ingi gerð verið stjóri á Kunn­ ingarstovuni. Eitt av henn­ ara hjartamálum er gongu­ bólkurin hjá Felagnum Tórs havn, sum hon saman við øðrum var við til at stovna í 1993. Tey skipa fyri gongu­ túrum í Føroyum og eisini uttanlands. Hon er eisini ferðaleiðari á gongutúrum, eitt nú í gomlu Havnini. Rødd hennara er eisini kend frá útvarpinum hjá Kring varpinum hesa árs tíð­ ina, har hon frá Kunn ingar­ stovuni lesur veðurtíðindini til tey vitjandi á donskum og enskum. Ingigerð er gift við Kjart­ ani Kristiansen úr Havn, tey eiga døturnar Kristinu og Sissal umframt ommu­ og abbabørn. Móttøkan verður hós­ dagin frá kl. 15­17, har øll eru vælkomin. ­red Ingigerð 25 ára starvsdag Føðingardagar 80 ára føðingardagur Tórsdagin 1. juli verður Torleif Bech, Porkeri, 80 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. 80 ára føðingardagur Fríggjadagin, 2. juli verður Heini Olsen, Tórshavn, 80 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Heina, eru hjartaliga vælkomin í Kovalág 10, 2. juli millum kl. 10 og 14. 70 ára føðingardagur 3. juli verður Hjørleif Johannesen, Vágur, 70 ár. Væl­ komst verður sunnudagin 4 juli á hotell Bakkanum í Vági frá kl 13.00 til 18.00 . 65 ára føðingardagur Fríggjadagin 2. juli fyllir Óli A. Jacobsen, Ovaragøta 19 Hoyvik, 65 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 3. juli frá 10­15, hjá Jonnu og Andreas, Einarsgøtu 2 Hoyvik. Øll eru hjartaliga vælkomin. Prógv Poli Gunnarsson Dølum, Tórshavn, hevur tikið prógv sum skipari á Skagens Skipperskole tann 23. juni. Fyri 20 árum síðan: Bachelors og Arts í 1990 Fríggjadagin 29. juni 1990 skrivar tíðindablaðið Sosialurin, at mikudagin fingu teir fyrstu seks næmingarnir handað prógv sum Bachelors og Arts í søgu og siðsøgu á Fróðskaparsetri Føroya. Næmingarnir eru f.v.: Erland Viberg Joensen, Hans Andrias Sølvará, Elin Súsanna Jacobsen, Hansina Berg, Anna Vágsheyg Lützen og Ásla Weihe. Kelda: Tíðindablaðið Sosialurin 29. juni 1990 Ráðandi countrykongurin í Føroyum í løtuni, er Hallur Joensen. Hallur fer at spæla á G! Festivalinum, og tað merkir uttan iva, at fólk fer at svinga til kendar tónar Meðan ein partur fer í Grund ina at sveiggja til elektroniskar rytmur, so fara helst minst líka nógv at taka sær ein góðan gamal dags “sving om“ á Spæliplássinum. Tað er leygarkvøldið á G!, tá klaksvíkingurin, ið byrjaði sína yrkisleið sum tónleikari í Danmark í 90’unum, og sum nú er heimskendur í Føroy um fyri egnar tulkingar av víða­ gitnum country­sangum, er settur at fáa gott lag á fólkið. Og tað fer uttan iva at eydnast. Tí umframt at hava givið tvær fløgur út – “Pickin’ Time In Nashville” (2008) og “Smile” (2009) – er Hallur eisini virkin hvørt vikuskifti við framførslum av ymsum slag. Countrykonsertir, gospel konsertir, stevnu dans­ ir og alt møguligt annað. Tað sigur nógv, at tá Hallur fyri stuttum síðani hevði ókeypis útikonsert á stilladsinum uttan fyri húsini hjá sær, í regni og vindi, væl at merkja, ja, tá troppaðu næstan tús­ und fólk upp. Til tess krevst fólkatekki. Og tað hevur Hallur í yvirmát. Og tað er ikki bara í Føroyum at fjepparar fylkj ast um Hall. Eisini hava útvarps­ støðir bæði í Japan og ymsa­ staðni í Evropa valt at seta løg og útsetingar hjá ráðandi føroyska countrykonginum í umfar. G! áhoyrararnir kunnu gleða seg til ektaðan og hjarta ligan country­sang, sum hevur bæði beinini plant að væl á jørðina, og sum samstundis svingar so tað ikki ber til at standa ella sita stillur. www.gfestival.fo Countrykongurin á G!